26.2.98

Myndlistin og skúlin


Úr: Handaverk og list. Samskipað lesiætlan 1998:

Í kapitlinum Samstarvandi stovnar skrivar Bárður Jákupsson um:

LISTASAVN FØROYA

At listagreinirnar eiga sítt pláss í uppalingini av ungdóminum, er sjálvsagt, um vit vilja vera eitt mentað fólk. Listagreinirnar eru fleiri, summar eru rótfestar í føroyskum jørðildi, aðrar ikki. Vit dansa ikki ballett, og skulu kanska ikki nýta ov nógva skúlaorku til tað, men so hava vit hinvegin skyldu til at taka okkara egna dans inn í skúlan. Vit eiga sum vera man at leggja dent á tær listir, ið nátúrliga eru við til at skapa okkara mentan – sum føroyingar og heimsborgarar. Frá gamlari tíð hevur tað verið ein sjálvfylgja, at ungdómur okkara skuldi læra at virðismeta skaldskapin. Hann var í øldir tann grundleggjandi listin, og hann hevur tí í eitt mannaminni verið at kalla einasta listagrein, ið dentur varð lagdur á í skúlanum. Nakað tíðliga í skúlasøgu okkara slapp tónleikurin eisini upp í part, men helst hava umstøðurnar ikki verið so góðar allastaðni. Tey seinnu árini er sjónleikurin – drama – komin inn um skúlagátt. Men ein listagrein, ið nógv hevur havt at týða í Føroyum tey seinastu 50 árini – myndlistin – hevur enn ikki rættiliga fingið tað pláss allastaðni í føroyska skúlaverkinum, ið hon av røttum átti at havt.

Myndlistin

Vit hava í Føroyum fleiri listafólk, ið yrkja við myndum heldur enn orðum, sum forfedrarnir gjørdu. Men yvirhøvur liva vit í einum heimi, ið er sera myndaligur, sjónnæmur, visuellur. Vit verða grýtt undir í myndum frá morgni til myrkurs. Tann nýggja samskiftistøknin og mestsum allur lýsingar- og undirhaldsídnaðurin byggir á myndir. Myndirnar kunnu bæði ríka okkum sinnið og taka okkum av fótum. Tær kunnu vera gagnligar og vandamiklar. Skúlin noyðist at læra tey ungu at skilja hetta myndamálið, sum samskiftisfólk og listafólk brúka, skulu tey verða livandi medvitandi menniskju, ið duga at skilja ímillum gott og ilt.

Myndlistin og skúlin

Myndlistin gjørdi av álvara vart við seg, tá ið Mikines – Føroya fyrsti professionelli listamaður – sýndi fram sínar fyrstu fullbúnu málningar í Havn miðskeiðis í 1930árunum. Samuel Joensen-Mikines varð føddur í Mykines 1906 og doyr á sjúkarhúsi í Danmark 1979. Merkiliga tíðliga tóku føroyingar undir við hesi nýggju listagrein, soleiðis at Listafelag Føroya varð sett á stovn longu í 1941. Men longu frá fyrsta degi sóu fólk fyri sær, at tað kravdist vitan og kunnleiki um hesa listagrein eins og aðrar listagreinir, skuldi fólkið fáa rættiligt gagn av henni. Tí mátti skúlin inn í myndina. Tá ið Føroya løgting 10. januar 1948 setti á stovn “Alment Føroyskt Listasavn”, kom í endamálsgreinini m.a. at standa: “Endamálið er…at veita skúlum og skeiðum best møguliga hjálp í undirvísingini”. Og til tess at tryggja sambandið við fólkaskúlan varð ásett, at Føroya lærarafelag skuldi velja ein lim í stjórnina.

Men eitt er sjón, annað søgn. Ásannast má, at annað skal til enn at velja umboð í eina stjórn, tí ikki mundi samstarvið ímillum savnið og fólkaskúlan vera serliga livandi tey 41 árini, Føroya lærarafelag so trúliga á aðalfundum valdi lim í stjórnina fyri “Alment Føroyskt Listasavn”. Ein góð umbering er, at tey fyrstu 22 árini lá hetta illa fyri, tí framsýningarhøli vóu ikki til í landinum, - listasavnið hevði einki framsýningarhús. Men í 1970 varð Listaskálin tikin í brúk – tá skuldi ligið betur fyri, og tað vóru nakrir eldhugaðir lærarar, ið tóku sær fyri at vitja Listaskálan við flokkum sínum. Tó – teir vóru fáir, og einans lítil partur av skúlaungdómi okkara fekk høvi til at kunna seg við føroyska myndlist.

Listasavn Føroya

Í 1989 varð stovnurin umskipaður – Føroya landsstýri setti á stovn “Listasavn Føroya”, ið er sjálvognarstovnur við rættiligum savnsskyldum. Í teirri nýggju endamálsorðingini stendur m.a., at endamálið er: “…at veita skúlum, feløgum og øðrum stuðul og hjálp at lýsa føroyska list, eitt nú í undirvísing”. Í hesi nýggju nevndini er Føroya lærarafelag ikki longur umboðað.

Síðan nýggja prýðiliga Listasavnið stóð liðugt í 1993, hevur ligið væl fyri at samstarva við skúlan, tí umstøðurnar eru góðar hjá lærarum, ið vilja nýta savnið í undirvísingini. Og tað hevur eisini víst seg, at skúlavitjanin hevur vundið uppá seg hesi 5 árini, nýggja savnið hevur staðið skúlunum í boði. Men ikki er yvir at dylja, at tað fyrst av øllum eru skúlarnir í Havn, ið hava verið dúgligir at vitja. Og tað eru einans teir einstøku lærararnir, ið hava serligan áhuga fyri myndlist, ið vitja savnið regluliga. Teirri mest miðvísu vitjanini standa miðnámsskúlarnir, serliga Studentaskúlin, fyri.

Vit eiga í Føroyum at gera sum í øðrum londum: at skipa so fyri, at skúlin veruliga gagnnýtir tær íløgur, samfelagið hevur gjørt í søvnini. Skúlin eigur í nógv størri mun at brúka søvnini, soleiðis at allir næmingar fáa høvi til at kunna seg við tað, ið har er. Vitjan á søvnum eigur at vera ein natúrligur táttur í undirvísingini.

Hevur ein næmingur, ið fer úr skúlanum eftir 10 ára skúlagongd, ongantíð hoyrt um myndlist, hevur hann ongantíð roynt at greinað eina mynd, hevur hann ongantíð hoyrt um føroyska listasøgu, og veit hann ikki, hvør Mikines er, so hevur hann ikki fingið nøktandi mentanarliga barlast.

Listasavn Føroya sum undirvísingartilboð

Í Listasavninum er vanliga altíð ein føst framsýning av føroyskari myndlist. Frá Díðriki á Skarvanesi og teimum fyrstu málarunum – Niels Kruse, Jógvani Waagstein og Williami Heinesen. Í savninum er Mikines serliga væl umboðaður – her verða flestu av høvuðsverkum hansara sýnd fram. Onnur týðandi listafólk – frá Ruth Smith og Janusi Kamban til Ingálv av Reyni, Zacharias Heinesen og Tummas Arge eru væl umboðað, somuleiðis tey yngru, eitt nú Hans Pauli Olsen og Tróndur Patursson. Her ber til at kunna seg við føroyska listasøgu, at lýsa, greina og samanbera.

Umframt hetta hevur Listasavn Føroya høli til skiftandi framsýningar. Tær plaga at vera einar 10-12 um árið, og vara 2-3 vikur hvør, stundum 4 vikur. Nakrar av hesum serframsýningum eru av nýggjari føroyskari list, men her eru eisini forvitnisligar útlendskar framsýningar, og tað hevur mangan eydnast at fáa gitin heimslistafólk at koma higar. Við hesum serframsýningum vilja vit mangan vísa tað nýggja og ókenda, tað óvæntaða og órógvandi.

Fortreytir, ið eru uppfyltar:

• Savnið hevur sínar upplatingartíðir, men skúlaflokkar ella líknandi bólkar kunnu altíð avtala aðra tíð, við at ringja til savnið

• tlf. 31 35 79 ella fax 31 66 79

• Skúlar hava altíð ókeypis atgongd

Savnið hevur rúmlig høli við borðum, sum skúlaflokkar kunnu sessast við í sambandi við undirvísing. Yvirhøvur liggur sera væl fyri at arbeiða við uppgávum sum einstaklingar og í bólkum.

Um heystið, veturin og várið (1. september – 31. mai) letur savnið ikki upp gerandisdagar fyrr enn klokkan 14. Tí ber væl til at avtala tíð, har lærari og flokkur hava savnið fyri seg sjálvan og kunnu fáa arbeiðsnáðir.

Um summarið (1. juni – 31. august) letur savnið upp longu klokkan 11. Flokkar eru sjálvsagt vælkomnir tá eisini, men tá kunnu vera nógv ferðafólk inni, og minni góður arbeiðsfriður.

Fortreyt, ið er ikki uppfylt:

• Listasavn Føroya hevur lítla manning, og hevur sum nú er ikki møguleika fyri at seta savnslærara, eins og hini almennu søvnini.

Ein savnslærari, ið hevði fakliga og námsfrøðiliga vitan, hevði kunnað lagt eina og hvørja skúlavitjan til rættis og gjørt undirvísingartilfar til ymsu aldursbólkarnar í sambandi við framsýningarnar. Hesin táttur liggur á láni.

Stundum eydnast tó at fáa stundir at taka sær av flokkum sum vitja. Sum er, mugu hesar vitjanir byggja á læraran sjálvan, sum leggur vitjanina og frálæruna til rættis.

Lærarin

Ein og hvør lærari er sum vera man vælkomin at kunna seg sjálvur við ta føstu framsýningina av føroyskari list og gera sær sínar metingar um, hvussu hon hóskar til undirvísing hansara. Hvat hóskar til hvønn flokk? Skal skipast fyri rundvísing í øllum húsinum ella einstøkum støðum? Skulu uppgávur setast, skal arbeiðast í bólkum? Skulu eitt ella fleiri listafólk takast til viðgerðar?

Eftir førimuni eru fólk í Listaskálanum til reiðar at veita hjálp, geva góð ráð og svara spurningum í hesum sambandi.

Tær skiftandi framsýningarnar eru sera ymiskar. Ein hóskar væl til yngri næmingar, ein onnur betur til eldri. Her eru allir møguleikar opnir. Men greitt er, at næmingar, ið hava ta kjølfestu, at teir eru vanir at vitja savnið við læraranum og hyggja at listaverkum, halda tað vera serliga spennandi og forvitnisligt at síggja serframsýningarnar. Og tað eru teir skúlaflokkar, ið regluliga koma á savnið og vitja mestsum allar serframsýningar.

Tað er á hesum grundarlagið, Listasavn Føroya kann nýtast í frálæruni í føroyska skúlanum.

Bárður Jákupson 1998: Samstarvandi stovnar Úr: Handaverk og list. Samskipað lesiætlan. Ritstj. Birgir Kruse. Landsskúlafyrisitingin 1998