21.3.98

Hesaferð skreiddi Birgir av breytini


Jákup Fróði Djurhuus, lesarabræv, Dimmalætting 20. mars 1998

Tann til tíðir so frálíka útvarpssendingin hjá Birgiri Kruse, Vetrarbreytin, hevði ein serstakliga undarligan og patenttjóðskaparligan vinkul nú mánakvøldið.
Til høvið hevði Birgir funnið sær tveir burðardyggar meiningsleverandørar, nevniliga Jonhard Mikkelsen, studentaskúlalærara og bókaútgevara, og Jóanes Nielsen, rithøvund og viðmerkjara. Veruligi spurningurin, settur bleiv, var, um tað funnust nakrir »sambandsrithøvundar« (hvat tað so er), nú 50 ára haldið fyri heimastýrislógini liggur fyri framman.

Jonhard Mikkelsen segði seg hava sett seg at telja, um tað funnust nakrir sambandsrithøvundar, og hann var komin til ta niðurstøðu, at tað fanst eingin. Jóanes Nielsen segði trupulleikan vera, at tað fanst einki andaligt yvirskot á tí bógnum til at fáast við list.

Eitt sindur seinni ivaðist Jóanes, sum rættari er, um tað einasta og týdningarmesta grundarlagið at byggja á er tjóðskapurin og málið, og vísti á tey viðurskifti, sum eru treytin fyri gróðrarlíkindunum hjá høvuðspartinum av listini, nevniliga ónøgd, órættvísi og trongir fíggjarligir og politiskir karmar at virka undir.

Eitt er at gera eina tápuliga roynd at flokka listarfólk, at avmarka og marka tey, at royna at steingja tey inni, og so at senda hesar pástandir í leysari luft runt landið; men undirtónarnir í øllum hesum eru teir mest vandamiklu. Jonhard pástendur, at allir sambandsmenn eru ikki góðir við Føroyar og føroyingar, við mál og við mentan, og at sambandsmenn eru beinleiðis ímóti øllum, sum føroyskt er. At seta seg niður at gera slíkar uppgerðir er eftir míni bestu sannføring einki minni enn sjúkligt og steinbýtt.

Sjálvur havi eg ikki orð fyri, hvaðani úr teimum andaligu goymslunum slíkt tvass verður grivið fram, men okkurt er spinnandi galið innanveggja í kensluregistarinum, tað er vist.

Tú kanst eisini venda hesum og siga, at tey, sum eru so øgiliga tjóðskaparlig, í veruleikanum eru tey, sum vanvirða føroyingin og alt tað, sum føroyskt er, við ikki at góðtaka og virða veruleikan, sum hann nú einaferð sær út – hetta tí tey ikki síggja seg sjálv og sína sjálvsfatan í einum eitt lítið sindur størri høpi.

Alheimurin er vorðin okkara heimabeiti. Hann broytist alla tíðina, og tað er ikki vist, at tað, sum hevði stóran týdning fyri 50 árum síðani, er tað sama, sum eigur at standa fremst á dagsskránni hjá føroyska ungdóminum í 1998.

Tað prógvar tann heldur laki skaldskapur, sum sær dagsins ljós hóast umstøðurnar.
Alheimligu evnini, sum tikin kundu verið upp, tróta ikki, men tey floyma inn yvir okkum og hungra eftir eini føroyskari viðgerð. Her haltar álvarsliga, og fyri ikki at traðka á teir góðtiknu normarnar velja tey yngru heldur at gerast yrkjarar fyri at sleppa snikkaleys undan teirri køvandi og avmarkandi ondini hjá Jonhardi og hansara ondsfeløgum, sum tey als ikki skilja.

Skal eg siga nakað positivt um hesa sending, so er tað júst tað, at hon greitt sýnir, hvussu neyðugt tað er at fáa eitt tjóðleikhús, og ikki minst ein tjóðleikhúskjallara, har møguleiki er hjá teirri sterku manningini á tí bikaða Barbaru-árabátinum at draga Birgir, Jonhard og okkum øll onnur inn um stokkin og í einum broddi rógva okkum tvørtur um aldarinnar íðu, soleiðis at nútíðin og tað, sum rørist í nútíðini, fær eitt størri pláss í okkara hjørtum og tilvitan frameftir enn higartil.

So sleppa vit kanska undan tí næstu rithøvundauppgerðini, har allir teir ljóshærdu rithøvundarnir við teimum bláu eygunum, sum standa inni í kóri, antin fáa sítt serstaka pláss á heimligu bókahillini, ella kanska fáa staðfest, at teir ikki eru til.

Hatta innslagið mánakvøldið á Vetrarbreytini var heimføðiskapur í heimsklassa.

Jákup Fróði Djurhuus, lesarabræv, Dimmalætting 20. mars 1998