10.11.98

Gott við einum steðgi frá tí vanliga


Turið Kjølbro, Sosialurin 10. november 1998:

Tað er lætt at lata seg ávirka av fjølmiðlum, um man ikki veit nóg mikið um tað, men við at fáa undirvísing í miðlum læra vit, at vit skulu ikki trúgva øllum blint og at tað hevur týdning at duga at lesa millum reglurnar, sigur Leivur Persson, næmingur á miðlabreytini á Eysturskúlanum.

Á Eysturskúlanum í Havn hava tey eina sera áhugaverda miðlabreyt. Sum orðið sigur er miðlabreytin frálæra í fjølmiðlum, tað vil siga frálæra í samskifti. Í hesum sambandi vóru báðir 10. flokkarnir á Eysturskúlanum við lærara teirra Birgiri Kruse á vitjan á Sosialinum, har tey fingu kunning frá blaðstjóranum um blaðarbeiðið, hvussu tað verður skipað og hvørji viðurskifti dentur verður lagdur á. Spurningarnir frá næmingunum vóru væl fyrireikaðir, nógvir og umfatandi, og blaðstjórin gav sær góða tíð at svara.

Endamálið við undirvísingini í miðlum er at næmingarnir gjøgnum uppliving, framleiðslu og greinan menna persónliga eginleikanum at skilja og nýta miðlar. Frálæran leggur dent á, at næmingurin lærir at skilja týdningin, fjølmiðlar hava bæði í egnari og fremmandari mentan, so hann við hesi vitan kann menna egið dirvi innan og uttan skúlagátt.

Frálæran tekur støði í, at miðlar, sum eru ætlaðir børnum og ungum, eru vorðnir eins avgerandi tættir í uppalingini sum tættirnir heim og skúli. Fyrsta evnið, ið varð viðgjørt á miðlabreytini við skúlaársbyrjan var nevniliga fyribrigdið ávirkan, grundað á eina amerikanska kanning frá 1977, sum vísti, hvat hevur ávirkan á ungfólk: foreldur, skúli og vinfólk.

Kanningin vísti, at foreldur hava størstu ávirkanina á barnið, tá ið tað er lítið, so koma fyrst skúlin síðani vinfólkini inn í myndina, og tá minkar ávirkanin frá foreldrunum. Spurningurin er so, hvar fjølmiðlarnir eru í hesi myndini, tí tað er eyðvitað, at mangt er broytt síðani 1977 hesum viðvíkjandi.

Skriva dagbók

Í frálæruni verður ein sokallað dagbók brúkt. Hvør næmingur hevur sína egnu innbundnu dagbók, har viðkomandi skrivar í alla tíðina til hvønn tíma.

Til frálæruna í miðlum verða evni vald, sum eru av týdningi fyri næmingin, og sum harumframt eru viðkomandi sæð í mun til samfelagskjakið og evnið, arbeitt verður við í hinum lærugreinunum hjá næmingunum. Sum dømi um evni næmingarnir hava arbeitt við í seinastuni kunnu vit nevna týska valið, eldsbrunin í Gøteborg, Pinochet og annað.

Teori og praksis

Miðlabreytin er bert í 10. flokki. Hon eigur 8 tímar av tímatalvuni, 5 samanhangandi tímar í teldustovuni og 3 tímar í miðlastovuni um vikuna.

Nýggja fólkaskúlalógin krevur frálæru í miðlum.

- At undirvísa í miðlum krevur, at viðkomandi lærari fylgir væl við í tí, ið hendir á miðlaøkinum, er tíðindanarkomanur og væl fyrireikaður. Næmingarnir eru ógvuliga áhugaðir og væl motiveraðir. Teir hava áhuga í øllum, sum liggur á markinum til at vera undirhald. Í frálæruni brúka vit internetið sum avíslesing, har vit leita eftir upplýsingum á fýra leitistøðum. Vit hava fýra støð, sum vit kenna okkum trygg við, norska Aftenposten, CNN, Washington Post og New York Times. Næmingarnir fáa so uppgávur, har tey til dømis skulu lýsa, hvør er Pinochet, hvør var Georg Wallis, sum doyði her fyri og so framvegis. Upplýsingarnar finna næmingarnir á internetinum, teir skriva svarið í dagbókina og kelduna, haðani upplýsingarnir stava, sigur Birgir Kruse, lærari hjá 10. x og 10. y á miðlabreytini.

- Miðlabreytin er í høvuðsheitum undirvísing í samskifti, har vit skifta millum teori og praksis.
Grundstamman í undirvísingini er dagbókin, næmingarnir skriva í. Tað besta hevði sjálvandi verið, at næmingarnir høvdu eina farteldu í part, men tað letur seg ikki gera. Við at skriva í dagbók fáa næmingarnir eisini venjing í at skriva við hond, sigur Birgir Kruse.Øðrvísi og áhugavert

Leivi Persson, sum gongur í 10. x, dámar væl miðlabreytina. Hann heldur tað er stuttligt at hava slíka frálæru, tað er annaðleiðis og tað er altíð gott við einum steðgi frá tí vanliga.

- Undirvísingin er áhugaverd og lærarin er væl inni í evninum, vit viðgera. Tað er áhugavert at finna meiningina í tekstinum og at læra at lesa millum reglurnar. At ummæla filmir er eisini stuttligt, yvirhøvur at greina, men vit eru ikki altíð samd við læraranum ella innanhýsis í flokkinum, hvat alt merkir. Tað er gott at hava fleiri samanhangandi undirvísingartímar, tí so fáa vit meir burturúr og tá kunnu vit fara onkustaðni út um skúlastovuna, sigur Leivur Persson.
Um hann kundi hugsað sær at brúkt frálæruna í miðlabreytini til at farið víðari við, kanska tikið eina útbúgving í miðlum, sigur Leivur.

- Møguliga, við frálæruni á miðlabreytini eru vit í øllum førum væl betri inni í, hvat hendir innan fjølmiðlar. Kanska fari eg at læra til journalist, sigur Leivur.Leivur heldur, at tað átti at verið undirvíst í miðlum áðrenn 10. flokk.

- Vit hava eitt sindur um fjølmiðlar í lærugreinini Søga og samtíð, men eg kundi hugsað mær meiri enn tað. Tað er lætt at lata seg ávirka av fjølmiðlum, um man ikki veit nóg mikið um tað, men við at fáa undirvísing í miðlum læra vit, at vit skulu ikki trúgva øllum blint.

Næmingarnir í 10. flokki á Eysturskúlanum halda sum heild, at fjølmiðlarnir gera ov lítið burtur úr teim ungu. Sjónvarpið hevur so at siga einki til ungdómin og ungdómssendingarnar í útvarpinum eru ov fjasutar.

- Tær undirmeta tey ungu og har er ov nógv býtt og fjas við. Bløðini eru sum so góð, men har er ov nógv av politikki í, men tað er helst einki at gera við tað, sigur Leivur Persson.

Turið Kjølbro, Sosialurin 10. november 1998