Skip to main content

Nýtt álit skal hjálpa politikarunum


Tíðindagrein, Sosialurin 26. apríl 2000:

- Virki mentanarlív kostar. Men játtaði peningurin er kortini ikki ein útreiðsla, men heldur ein innløga í samfelagið, segði Gunnar Hoydal millum annað, tá mentanarálit varð handað býráðsformanninum í Havn í gjár.

»Havnin - livandi, kveikjandi skapandi«. Hetta er heitið á nýggjum áliti um mentanarpolitik í høvuðsstaðnum. Álitið er gjørt av mentanarbólki mannaðum við átta fólkum, sum Tórshavnar býráð í januar í fjør setti. Bólkurin hevur havt 35 fundir síðani hann varð settur, og í gjár kundi formaðurin í bólkinum, Birgir Kruse, handa býráðsformanninum álitið.

Mentanarálitið telur 63 síður og viðgerð 10 høvuðsevni innan mentanina í høvuðsstaðnum. Hesi høvuðsevni eru býráðið og mentanarmál, skúlarnir, ítrótturin, børn og ung, tónleikur, myndlist, sjónleikur, bókmentir og skaldskapur, søvn og stovnar og síðani onnur mentanarmál, sum til dømis bygging, livandi myndir og telda og tøkni.

Áðrenn sjálva viðgerðina av ymsu evnunum, verður greitt frá meginsjónarmiðunum fyri mentanarpolitikki í Havnini og eftir viðgerðina er ein kapittul við uppskotum og tilmælum.

Mentan trupul at staðfesta

Birgir Kruse, lærari, hevur verið formaður í nevndini, ið hevur skrivað mentanarálitið. Tað var hann, ið handaði Leivi Hansen álitið á samkomu hjá Tórshavnar býráð í gjár.

Birgir Kruse segði røðu síni, áðrenn álitið varð handað, at mentan er ógvuliga trupul at seta hol á og kann ikki staðfestast. Hann vísti á, at mentan er nakað, ið ásetir samleikan hjá okkum øllum alla tíðina, og er tískil nakað, ið broytist alla tíðina. Tí gjørdi hann greitt, at mentanarálitið er eitt avmarkað álit, gjørt yvir eitt avmarkað tíðarskeið av einari avmarkaðari nevnd.

Kortini segði Birgir Kruse seg vóna, at mentanarálitið fer at verða eitt hent amboð hjá býráðspolitikarunum, tá teir framyvir skulu taka avgerðir innan mentanarøkið, og við hesum ynskti hann býráðsformanninum góðan róður.

Formaðurin í bólkinum nýtti eisini høvi at takka býráðnum og mentanardeildini hjá býráðnum fyri, at býráðið setti bólkin til at viðgera mentan í høvuðsstaðnum.

Havnin er mentanarháborg

- Tað er ikki reyp, tá eg sigi, at Havnin altíð hevur verið mentanarháborgin í Føroyum, segði Leivur Hansen, tá hann fekk mentanarálitið handað. Hann vísti í hesum sambandi á, at býráðið altíð hevur lagt seg nógv eftir at stuðla mentanini, serliga í ár.

Býráðsformaðurin segði, at í ár stuðlar býráðið mentan við 15 milliónum krónum, og vísti hann á, at mentanin aldri hevur verið ríkari, enn hon er júst í hesum døgum.
Leivur Hansen fegnaðist um avrikið hjá arbeiðsbólkinum, og segði hann seg vera vísan í, at álitið fer at gera tað lættari hjá politikkarunum at taka avgerðir innan mentanarpolitik.

Eitt brot í mentanarálitinum mælir til, at ein fulfíggjað søga um Havnina verður givin út í bók. Hesum tilmæli sigur Leivur Hansen seg taka fult undir við, og vísti hann á, at býráðið hevur sett pening í grunn til hesa verkætlan, og hetta ætlar býráðið sær at gera hvørt ár framyvir.

Býráðsformaðurin segði, at býráðið fleiri ferðir hevur roynt at fingið fólk at skriva søgu um Havnina, men enn hevur eingin hættað sær undir hesa uppgávu. Tó er eitt verk komið út um Tórshavnar Havn og eitt um Vatnsøguna í Havn. Hesi verk, heldur býráðsformaðurin, kunnu vera góður stuðul hjá tí ella teimum, ið ætla sær undir arbeiðið at skriva søguna um Havnina.

Trúarlívið ikki við

Gunnar Hoydal hevur verið skrivari i bólkinum, ið hevur gjørt mentanarálitið. Hann segði í røðu síni í gjár, at bólkurin hevur lagt seg eftir at tikið ymsu greinarnar av mentanini í høvuðsstaðnum við í álitið og síðani gjørt niðurstøður á einstaku økjunum.

Men Gunnar Hoydal gjørdi samstundis greitt, at mentan fevnir um so nógv, at tað ikki hevur borið til at tosa við øll innan mentanarøkið. Og ein avleiðing av hesum er, at bólkurin hevur latið vera við at viðgera trúarlívið. Hann vísti á, at trúarlívið í sær sjálvum er ein so stórur partur av mentanini, at hetta nærum krevur eitt álit í sær sjálvum.

Skrivarin í bólkinum nam eisini við samanhangin millum sosialpolitikk og mentanarpolitikk. Í hesum sambandi fegnaðist hann um, at býráðið nú hevur eina trivnaðarnevnd, ið viðger mentan og sosialpolitikk undir einum. Gunnar Hoydal segði seg nevniliga vera sannførdan um, mentan og sosialpolitikkur hanga ófrávíkiliga saman.

John Johannessen, tíðindagrein, Sosialurin 26. apríl 2000