25.4.00

Spælistøð í Havn

Úr mentanarálitinum hjá Tórshavnar kommunu
"Havnin, livandi, kveikjandi, skapandi"
(apríl 2000):

Spælistøð


Góð konserthøli eru í býnum, men hesi høli er ikki altíð tøk og verða nýtt til mong onnur endamál. Saknur er á hølum, sum burturav kunnu brúkast til venjingar og samanspæl, og saknur er á veruligum spælistøðum. Eitt spælistað er hús ella høli við dagligari leiðslu og skiftandi skrá, har fólk kunnu koma meira óbindandi enn til almennar konsertir og hoyra góðan tónleik. Eitt spælistað krevur hugnaligt umhvørvi fyri áhoyraran og skal liggja væl fyri miðskeiðis í býnum. Tað er arbeiðspláss hjá tónleikarum ella bólkum, sum eina tíð kanska kundu spælt hvør sítt kvøld í viku. Spælistaðið kundi skipað fyri samstarvi við matstovur og kaffistovur í býnum, hópur av góðum tónlistafólkum eru tøk og bíða bara eftir at verða boðsend at spæla. Spælistaðið er eitt vakstrarhús fyri tónleik og aðrastaðni ein partur av vanliga býarlívinum.

Ynski og ætlanir
Teir longu bíðilistarnir geva eina mynd av tí stóra og breiða
áhuganum fyri tónleiki. Børn eiga at byrja at spæla 5-6 ára
gomul, men noyðast ofta, sum nú er, at bíða til tey verða 10
ella 11. Tí eigur at verða gjørt eitt miðvíst arbeiði at útbyggja
tilboðini í musikkskúlanum, ikki minst í klaverundirvísingini,
har bíðilistin er longstur.


Lærararnir eiga at fáa umstøður at kunna menna seg
listaliga. Hetta kundi verið gjørt við at tímatalið í starvssetanini
verður býtt sundur, so at ein partur er undirvísing,
meðan annar partur er samanspæl, tónasmíð, venjingar o.a.
Musikkskúlin saknar høli hjá skúlanum at ráða yvir til
samanspæl og vísir á økið á Frúutrøð millum skúlan og
læknaviðtaluhølini. Til rútmiska tónleikin eiga fleiri venjingarhøli
at verða, gjørd soleiðis at óljóð ikki nervar grannar.
Kommunan eigur at útvega sær ljóðútbúnað, sum er lættur
at seta upp og flyta, tá ið ein bólkur ella eitt kór skal framføra
tónleik fyri øðrum ymsa staðni í kommununi.


Eitt ella fleiri spælistøð eiga at vera miðskeiðis í býnum,
har lætt er at koma á gátt bæði hjá vanligum havnarfólki og
hjá gestum, sum koma til býin.Umframt eitt virkið og livandi
tónleikalív hevði tað kunnað givið økt virksemi í miðbýnum
og verið gott tilboð til ferðafólk.

Samanspæl og samstarv millum skúlarnar í kommununi
eigur at mennast til dømis við árligum felags skúlastevnum,
og kommunan kundi hjálpt við at fyrireikað og fyriskipað
tónleikastevnur og konsertir, so at teir virknu tónleikararnir
kundu savnað seg meira um tónleikin og sloppið undan
tíðarkrevjandi umsiting. Yvirhøvur eigur samstarvið at
mennast, eisini millum listagreinirnar, so at tónleikur, orð,
rørsla og myndir kunnu bindast saman í størri heildir.


Havnar Hornorkestur hevur vánaligar húsaumstøður.
Umframt at hjálpa við hølum og umsiting kundi býráðið
kveikt nýroyndir, og hon eigur at umbiðja nýggj verk at
framføra í sambandi við stevnur, hátíðarhald og onnur serstøk
høvi.

Brot úr mentanarálitinum hjá Tórshavnar kommunu “Havnin, livandi, kveikjandi, skapandi” (apríl 2000), sum kann lesast her í fullum líki:
http://www.torshavn.fo/Sites/1/Files/Frítíð%20og%20mentan/Mentanarálit.pdf