3.11.00

Eg dugi ikki at syngja - men eg havi sál!

Sosialurin 3. november 2000:

Rokklyrikkur
Birgir Kruse

Í SKÚLA Har tónleikur altíð hevur førkað meg, tosað við mítt hjarta og mínar kenslur, hevur skúlin heldur tókt mær at verið ein staður, har tú fært ein lista við upplýsingum, frymlum, vitan og øðrum, sum tú síðani tekur til tín ella blakar burtur. Tað kanst tú ikki við tónleiki, sigur yrkjarin Petur Jensen.

- Eg trúgvi ikki, at tað ber til at siga, at Backstreet Boys hava lært meg meiri enn Dostojevskij ella Jóanes Nielsen. Hesi hugtøk eru hvør sítt. Men vit taka okkara ávirkanir við í skúla. Tað er ikki av tilvild, at Limp Bizkit stendur skrivað sum graffitti á onkrum veggi í onkrum skúlagarði. Limp Bizkit eru eins viðkomandi fyri ein tannáring, sum Clearasil ella søgubókin hjá Chr. Høj eru tað. Og tað er gott!

Í sanginum »No Surrender« sigur Bruce Springsteen »We learned more from a three-minute record, baby, than we ever learned in school«. Sum læraralesandi á síðsta ári og hartil yrkjari, hvat heldur tú um hesa útsøgn? Does it ring any bell? Er nakað samband millum skúlanæmingin og tað, sum einaferð æt grammofonplátan?

Tá eg var eini 12 ára gamal, gekk eg í sætta ella sjeynda flokki. Tá keypti eg mær eisini plátuna hjá Bruce Springsteen, »Born in the USA«. Eg minnist enn, at eg ein dag sat og át eitt Twix og lurtaði eftir Brúsa, tá lagið »No Surrender« sníkti seg inn í mítt blóð. Eg skilti onki serliga væl sangin, men strofan »we learned more from a three minute record, baby, than we ever learned in school«! Eg tveitti Twixið á gólv, tendraði eina sigarett, og skrálaði av øllum mínum hjarta innantanna »ja, for ólukkan«. Skúlin var nakað lort, og eg var ov ungur til at hava eitt lív, men eg hevði tónleikin, og hann var tað, sum gjørdi dagarnar betri. Sum so haldi eg, at tað er ein heilt einastandandi beinrakin setningur - men alíkavæl bara til eitt víst. Tónleikur er á nógvar hættir ein samlíking »identifikatión«, sum tú, tá tú ert ungur, speglar tær í, uppøsir teg við, blívur græður av, grætur í, verður hugvaktur og hvørt av sínum. Eg haldi ikki, at tónleikur og skúli kunnu setast saman á ein slíkan hátt. Men sigast skal, at har tónleikur altíð hevur førkað meg, tosað við mítt hjarta og mínar kenslur, hevur skúlin heldur tókt mær at verið ein staður, har tú fært ein lista við upplýsingum, frymlum, vitan og øðrum, sum tú síðani tekur til tín ella blakar burtur. Tað kanst tú ikki við tónleiki. Eg trúgvi ikki, at tað ber til at siga, at Backstreet Boys hava lært meg meiri enn Dostojevskij ella Jóanes Nielsen. Hesi hugtøk eru hvør sítt. Men vit taka okkara ávirkanir við í skúla. Tað er ikki av tilvild, at Limp Bizkit stendur skrivað (sum graffitti) á onkrum veggi í onkrum skúlagarði. Limp Bizkit eru eins viðkomandi fyri ein tannáring, sum Clearasil ella søgubókin hjá Chr. Høj eru tað. Og tað er gott. Onkuntíð minnist eg meg tó ynskja, at onkur lærari onkuntíð góðtók tann tónleik, sum eg lurtaði eftir, sum ein avgerandi og umráðandi part av mínum gerandisdegi, og ikki bara tilskrivaði tað mínum ungdómi - hvør skal siga - at »hann fer at vitað betri, tá hann verður eldri«.

Hvønn týdning hevur rokkbólkurin U2 og sangarin Bono havt fyri tað tú skrivar og annars fyritekur tær?

Fyrstu ferð, eg hoyrdi U2, fekk eg hug at spýggja. Eg orkaði ikki gronina á sangaranum, og enn minni dámdi mær tónleikin. Sangurin var »New Year's Day« og árið var 1983. U2 var í mínari verð ein øgilig skræpa. Eg var upp á Duran Duran og sovorið tá. Men so sat eg ein dagin og skrivaði, og mest sum av tilvild hoyrdi eg okkurt í útvarpinum, sum dróg meg og »talaði soleiðis til mín«. Eg legði pennin eina løtu og setti meg at lurta. So segði maðurin, er hann nevndur er hann kendur; »vit hava hoyrt frálíka lagið »Sunday Bloody Sunday» við írska bólkinum U2«. Shit. Eg varð fangaður í mínum egnu fordómum, so í staðin fyri at royna at avnokta tað, setti eg mær fyri, at eg skuldi lurta eitt sindur betri eftir teimum, og speisemið var eisini eftir mær, tí mítt yndislag í 1983 endaði við at kallast »New Year's Day«.

So U2 gjørdist inspiratiónskeldan burturav?

Ja, lat meg til dømis siga frá um eina av mínum allarstørstu løtum nakrantíð. Eitt upplivilsi í 1993. Eg var í Keypmannahavn, á Gentofte Stadion, og vitnaði saman við mínum bestu vinum (og eini 35000 øðrum) heimsins størsta miðlasirkuss, ið kallaðist »ZOO TV«. Í eini 10 ár var hesin bólkur vorðin ein av teimum mest týðandi tónleikabólkunum í mínum lívi. Fáir ungir menn hava verið so »idiotiskir«, sum Meinhard vinmaður og eg, tá vit í 1991 ognaðu okkum »Achtung Baby«. At tveir 18-19 ára gamlir dreingir brúktu so nógva tíð upp á liva seg inn í tónleikin, tekstirnar og verðina hjá einum bólki tykist mær í dag eitt sindur ørligt -..men tann fløgan hevur havt so avgerandi broytingar við sær, at eg tann dag í dag enn eri takksamur fyri henda framíhjárætt. Eg tori næstan at siga, at U2 og Bono - ikki minst - hava givið fleiri av mínum kenslum ein samleika, sum eg kanska aldri hevði fingið, ella sett orð á, um ikki eg slapp at ferðast saman við teimum. Onkursvegna kenni eg eitt slag av symbiosu við U2. Bæði menniskjasliga, andaliga og kanska eisini tónleikaliga; »can´t sing but I got soul«, syngur Bono á seinastu fløguni »All That You Can't Leave Behind«. Men »Achtung Baby« tann útgávan hevði størri týdning fyri 90'ini, enn Sgt. Pepper nakrantíð hevði fyri 60'ini.

Órógvar tónleikurin ikki tá tú skalt skriva?

Nei, tá eg skrivi, havi eg næstan altíð tónleik frá. Nógv av tí, sum eg skrivi, er eisini avleitt av hugsanum og kenslum, sum eg fái sett í perspektiv í mun til okkurt, sum onkur annar hevur sagt. Ofta er tað ein yrking, eg havi lisið, sum eg so onkursvegna reageri upp á, og burtur úr hesum kemur ein yrking frá mær. Gjarna, tá eg skrivaði brøv til vinir, skrivaði eg míni ting, og rammaði tey síðani inn við einum ella øðrum sitati, allarhelst úr einum sangi, sum sat djúpliga inni í mær júst tá.

Umframt at U2 gjørdist tín inspiratiónskelda, kunnu vit so siga, at sangarin Bono er eitt.. .ehm. ..alter-ego?

Eg havi onkuntíð fangað meg sjálvan í at hugsa, at mítt lív ofta hevur útviklað seg rættiliga paralelt við tónleikin hjá U2 og tekstirnar hjá Bono. Eg eri uppvaksin rættiliga »kristið«, men havi altíð havt spurningar, sum »ein ikki spyr hart«, og havi havt drúgvar bardagar við ivan, also tá eg ivist, og havi eisini flippa garvilt út í verðini. Onkuntíð hevur hetta ført við sær miklar sálarligar niðurtúrar, meðan aðrar tíðir hevur hetta verið mær einasta troystin í lívinum. »How far are you gonna go, before you lose your way back home«. Tá eg hoyrdi hesa strofu av »Achtung Baby« fløguni kendi eg meg heima. Eg dugi ikki at siga tað øðrvísi. Eg kendi meg heima. Eg kendi meg júst sum maðurin, ið blakaði seg inn í náttina, uttan at vera vísur í, um dagurin nakrantíð fór at taka ímóti mær aftur, ella um eg hevði nakað heim at venda aftur til. Tað er umráðandi, tá tú kennir teg rótleysan, at hava okkurt, sum kann minna teg á, at tú ikki ert einsamallur. Og í hesum føri fann eg tað í U2. Eg veit at hetta ljóðar sum ein væl frelstur vitnisburður, men fyri meg var tað reinur veruleiki. »I know I'm not a hopeless case«, sum Bono syngur í »Beautiful Day« á nýggju U2-fløguni.

Um vit sleppa tónleikinum og U2 og venda okkum til tann skaldskapin, sum er í bókum, kunnu
vit so vænta okkum nýggjar tekstir frá tær í næstum?


Ja, nú fari eg at leggja fløguna við U2 til viks eina løtu. Eg havi higartil skrivað tríggjar bøkur, sum kanska fara at spøkja eitt sindur afturat. Tvær teirra hava verið so »seriøsar«, at tann triðja endaði at vera ein lítil roynd at bara tvætla eitt sindur við yrkingini. Um eg fylli 28, so verður tað 18. januar næsta ár, og tá kemur fjóra savnið hjá mær út. Tað eitur fyribils »Persona Non Grata« og er kanska tað tyngsta og mest seriøsa, eg nakrantíð havi skrivað higartil. Sprotin skal geva tað út. Hinar bøkurnar, tær eru eisini yrkingasøvn, eru tríggjar: »afturvendandi endurspeglingar av komandi dreymum« (1994), »ongin sól er til« (1997) og »guru« (1999). Í 1997 vann eg virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir og tað var fyri savnið »eingin sól er til«, sum forlagið Fannir gav út. Sama forlag gav fyrsta yrkingasavnið út, meðan Sprotin gav út savnið »guru«. Í fjør var eg eisini boðin at senda ein tekst til eina danska antologi, sum kallaðist »Kortprosa '99«, har eg fekk tekstin »Løs hud - fragmenter fra Judas' dagbog« við. Hon kom út frá forlagnum Lindhardt & Ringhof, 1999.

Tá tú um eitt gott hálvt ár ert avlærdur (!) lærari frá Føroya Læraraskúla, hvat fert tú so at leggja høvuðsdentin á? Nakað ávist? Ella fert tú kanska slettis ikki at undirvísa?

Um mær verður lív og umstøður lagaðar, ætli eg næsta ár at arbeiða við fimm ymiskum verkum, tríggjar týðingar, eitt tekstasavn og eitt yrkingarsavn. Tað fer so allarhelst at merkja, at eg ikki fari í starv sum lærari beint eftir lokna útbúgving (men hetta eigur ikki at halda skúlastjórum frá at ringja eftir mær um neyðugt verður). Men fari eg út at vera lærari, er tað mítt ynski, at arbeiða við bókmentum og tónleiki, so at Limp Bizkit og Marilyn Manson kanska koma á pensumlistar um ikki alt ov langa tíð. Men inntil tá ætli eg mær bert at vera menniskja eina løtu. Og kanska finna mær eitt ella annað slag av heimi í verðini. Um eitt slíkt er til.

Næsta ár verður Listahátíð; hvat hevði tú hugsað tær at upplivað?

Til stevnuna í august kundi eg hugsað mær at sæð Bob Dylan, Van Morrison, U2 - ella Frank Sinatra og Elvis - ella hvat við Marilyn Manson og Limp Bizkit. Tað hevði einki gjørt, um Salman Rushdie og Adolf Hitler eisini hildu onkran fyrilestur. Teir kundi eg hugsað mær at hoyrt.

Takk fyri prátið og góða eydnu framyvir!

Birgir Kruse og Petur Jensen um
U2 »All that you can't leave behind«
(Island 2000):

»Beautiful Day«; neyðugi hit-sangurin við pounce í og mín sann kennast teir longu religiøsir her í fyrstu skering? Ja, fløgan byrjar við hesum upp-peppaða sangi, ið minnir meg aftur á allarfyrstu fløgurnar, og løg sum »I Will Follow«, sum tú spældi í Útvarpinum í 1980. Hesin nýggi sangur hevur longu ligið nummar 1 á popptindunum, og tað er eisini skilligt. Lagið er gott, og teksturin er meiri jarðbundin og einfaldur enn tekstirnar annars hava verið leingi.

»Stuck In A Moment You Can't Get Out Of« ein deiligur sangur; um trupul viðurskifti millum tvey, ella er tað um okkara viðurskifti við bólkin, altso lurtarin og U2? Ja, hetta er kanska eitt tað vakrasta lagið eg havi hoyrt ófatiliga leingi. Ein intens ballada um at missa, men samstundis at vita, at hetta er ein løta, sum fer at fara. Og ikki minst eitt niðurlag, sum bønar um at verða trallað afturvið.

»Elevation« teir modernaðu techno-U2 frá »Discotheque« og »Lemon« - og kanska ein feril av Primal Scream og Nirvana eisini? Ja, tað er sum heitið sigur tað, ein upplyftur sangur. Kanska tað nærmasta vit koma tí intensa og hálv-larmandi rokksangunum, sum annars hava verið nokkso frammaliga á fløgunum hjá U2.

»Walk On« er ein klárt religiøsur sangur! Slagarin av nýggju fløguni? Helst tað, hetta er eitt av løgunum, sum eg veit, fara at gerast millum heimsins bestu í míni verð um ein mánaða ella tveir. Ein sangur við greiðum religiøsum undirtónum, og jaliga niðurlagnum »walk on« ella halt á.

»Kite«- eru hetta fjar minni frá ein endurspegling av Sgt. Pepper, sum kom, sá og sigraði? Hin vakrasti sangurin á hesari fløgu haldi eg; í sterkari kapping við Stuck in a moment...í løtuni í hvussu er. Hvat heldur tú Petur? Hetta er eitt lag, sum Bono skrivaði aftaná at hava roynt at pápast við dóttrunum. Men drekin helt sær bert nøkur fá sekund. Men burtur úr hesum kom avgjørt vakrasta lagið á fløguni. Samdur.

»In A Little While« - jamen er hetta ikki »Under the Bridge« við Red Hot Chili Pepper? Men tó - ein klárur soulsangur á la Wilson Pickett og Committments. Ja, hetta er ein sera einfaldur og strippaður sangur, sum kanska fær meg at hugsa um sein 90ara tónleikin, har bólkar sum Red Hot Chili Peppers og Pearl Jam ímynda tann nakna on intensa sangin, sum er beint har.

»Wild Honey« hetta er elegant og akustiskt; feitur elbassur og ein klárur farri av Rolling Stones uppá tað besta...og prógvar fyri tað fyrsta, at U2 duga at rokka við kassaguitarum, og at teir eisini hava lurtað dúgliga til Van Morrison, Bob Dylan og ikki minst Rolling Stones, sum tú sigur, seint í 70unum.

»Peace On Earth« er ein jólaslagari, avgjørt. Eingin ivi. Nummar eitt á jólum. Allar handilshurðar eru opnar fyri hesum, friður á jørð - tað eru jól. At brúka banalitetir og sentimentalitet krevur dirvi og dugnaskap, skal tað hepnast. Akkurát sum hjá Lars von Trier í Dancer in the Dark. Eg haldi báðir partar - Trier og U2 - hepnast heilt væl við hesum sentimentala leiki, hvør í sínum lagi...Ja, hetta er kanska sterkasti teksturin, Bono hevur skrivað síðani »One«. Sum ein nevi í gronina sigur hann, hvussu troyttur hann er av at hoyra, at tað er friður á jørð, samstundis sum alsamt fleiri verða dripin og jarðað afturvið útvatnaðum religiøsum klisje'um. Avgjørt ein stakfløga, sum fer at fylla MTV um jóltíð.

»When I Look At The World« - er hetta ein stórbýar-sálmur? eru vit í London? ella? Hetta er kanska eitt bræv til ein prædikumann, sum allarhelst býr í einum stórbýi. Tað er so syrgiliga lætt at stilla seg upp á eitt podium og prædika um, hvussu verðin sær út, um bert eitt sett av eygum sær hana, og brillurnar kanska ikki eru so væl pussaðar.

»New York«, ja her er so eingin ivi. Í heimsins stórsta súrepli mitt ímillum kjarnur, ormar, Lou Reed og Sinatra. Praktfullur biti. Hesin sangur staðfestir hvussu spjaddar røturnar hjá einum fólki kunnu vera. Samstundis ber New York eisini boð um, at maðurin, sum hevur sæð rastloysi, stórbýir og alt møguligt ørkymlandi eisini fær sett seg niður og strekt beinini.

At enda er lagið »Grace« sum er eitt vakurt lag, við einum einfaldum teksti, sum spælir sær við tvítýdningin í orðinum »grace«, sum merkir náði, men eisini er eitt nógv brúkt gentunavn. »Grace finds beauty in ugly things«, og hetta stendur kanska eftir, aftaná at hava hoyrt fløguna nakrar ferðir. At hóast verðin er stór og ørkymlandi, fylt við so nógvum lorti, so ber til at finna náði í smálutum, so sum at vera pápi, maður og sangari í heimsins besta bólki. Jú tú, alt av náði. Tað havi eg altíð sagt.

Men tó »The ground beneath her feet« hesin sangur manglar á mínari fløgu. Bara teksturin er prentaður á húsanum. Og eingin minni enn Salman Rushdie eigur hann. Tekstin altso. Men sangin havi eg ikki funnið. Veitst tú nakað? Ja fyrst skuldi hann ikki vera við og so aftur og fram. Men endin varð at hann bert finst á ljóðsporinum til Wim Wenders-filmin »Million Dollar Hotel« og kom slettis ikki við á hesa nýggju U2-fløguna, hóast hann stendur í tekstheftinum.

FAKTA:
KRISTNIR SANGIR HJÁ U2 Í sambandi við túsundárahaldið hjá kirkjuni helt Petur Jensen fyrilestur fyri 10. floks næmingum í Eysturskúlanum um tónleikin hjá U2. Høvuðsdenturin varð lagdur á kristiligar og bíbilskar endurspeglingar í tekstum teirra.

Umframt at siga, at allir sangir hjá U2 hava ein íbornan kristnan boðskap, vórðu hesir sangir lisnir saman við næmingunum, við høvuðsdenti á tað kristiliga og bíbilska:

1. Gloria
2. I still haven't found what I'm looking for
3. Until the End of the World
4. The First Time
5. Wake up Dead Man
6.Peace on Earth

DAGBÓKIN HJÁ PETURI JENSEN Mánadagur 30.10.00: Eg havi sjáldan verið so spentur, sum eg havi verið allan dag. Eg havi glett meg sum eg veit ikki hvat til at nýggja U2 fløgan, »All That You Can't Leave Behind« skuldi koma í handlarnar. Eg eri ikki 11 ár longur. Nú eri eg 27, so eg havi kanska eitt sindur búnari forhold til U2, men tá eg gekk oman í handilin, kendi eg meg ikki nógv eldri enn 11. Henda nýggja fløgan er ógvuliga nakin og jalig, positiv. Hetta kann vísa seg at vera ein stórur biti at gloypa, men tað man kanska fara at ganga. Og nú havi eg so sitið og hoyrt fløguna einar 3 - 4 ferðir. Og lat tað bara verða sagt; eg elski hana longu. Og tað visti eg væl, at eg fór. Hesaferð er maðurin, sum tær seinastu tríggjar fløgurnar hevur reikað rastleysur um í heiminum og myrkrinum á veg heim aftur. Bono er fyltur 40, hevur vitjað pávan, Kofi Annan, Nelson Mandela og er komin væl á leið at frelsa heiminum, men er eisini komin til sættis við at vera pápi (enn eitt, sum eg eigi eftir á), nærkast miðaldarkreppu og hvat veit eg...men hann torir at siga, at hann ikki er uttan vón.

Sosialurin 3. november 2000