17.11.01

50 ár við Norrøna Felagnum


Tíðindaskriv, Norrøna Felagið í Føroyum, 16. november 2001

Sunnudagin eru fimmti ár liðin síðani Norrøna Felagið í Føroyum varð stovnað í Sjónleikarhúsinum Í Havn. Í hesum sambandi verður givið út eitt rit, sum í stuttum lýsir stovnan og søgu felagsins.

Heiti á ritinum, sum telur 25 blaðsíður, er »50 ára rit um Norrøna Felagið í Føroyum«. Í ritinum heilsa politikarar, stovnsleiðarar og onnur, ið hava knýti til norrønt samstarv, felagnum.

Felagið sjálvt tekur soleiðis samanum í fimmti ára ritinum: »Samanumtikið vil Norrøna Felagið í Føroyum á fimmti ára degnum seta fram ynski um, at almenna norðurlendska samstarvið í komandi tíðum í størri mun setir kikaran á hin einstaka borgaran og endurskoðar hugsanina um nærumráðini. Skal norrøna nyttan takast í fólksligum álvara, krevst harafturat minni retorikkur á heimsins mongu pallum og meiri virksemi, tí einstaka norðbúgvanum at gagni.«

Fimmti ára hald felagsins verður leygardagin. Klokkan 18 verður limatiltak á Landsbókasavninum, har brævaskiftið, ið lýsir stovnanina í 1951, verður sýnt fram. Um kvøldið verður samkoma fyri limum og innbodnum í Müllers Pakkhúsi, har m.a. landstýrismaðurin í Norðurlandamálum Høgni Hoydal fer at flyta fram røðu.

Fyrrverandi danski ráðharrin Knud Enggaard verður eisini við. Hann er formaður í danska norrøna felagnum og eisini formaður í norrøna meginfelagnum Foreningene Nordens Forbund.

Níggju formenn hava verið í føroyska Norrøna Felagnum hesi fimmti árini. Teir eru í hesi røð: Heðin Brú frá 1951, Marius Johannessen frá 1964, Eskild Christiansen frá 1971, Kjartan Hoydal frá 1976, Bárður Jákupsson frá 1982, Heðin M. Klein frá 1985, Demmus Hentze frá 1990, Hallstein Sigurðsson frá 1995 og Birgir Kruse frá í ár.
Norrøna Felagið virkar fyri fólksligum samstarvi Í Norðanlondum og øll kunnu gerast limir.

Í løtuni eru útvið 300 limir í felagnum.

Tíðindaskriv, Norrøna Felagið í Føroyum, 16. november 2001