5.1.02

Minniluti ella ikki?



Lesarabræv, Dimmalætting 4. januar 2002:

Nakað herfyri var eg staddur í Keypmannahavn. Eg hevði fingið tað miklu eydnu, at fáa eitt lestrarár á Danska Læraraháskúlanum. Tað var skúlaárið 1999/2000.

Tíðum var eg í Føroyahúsinum og hevði eitt frálíkt samstarv við Martin Fjalstein, leiðara har í húsinum. Ein dagin ringir Martin og spyr, um eg eri stinnur í enskum. Hví, spyrji eg. Jú, her kemur ein evropanevnd, sum vil hitta føroyingar, sum eru í Danmark. Tey hava nakrar spurningar, og arbeiðsmálið er enskt, sigur hann.

Eftir at hava hoyrt um nevndina, og hvussu Martin er komin í samband við hana, taki eg av. Haldi tað vera spennandi at møta sovorðnari nevnd og verða hoyrdur, nú eg í lestrarørindum eri í Keypmannahavn eitt ár. Fundurin verður hildin á ovaru hædd í Føroyahúsunum á Vesterbrogade. MFS og onnur eru við á fundinum.

Nevndin er fryntlig og dugir væl at leggja fram setningin, tey arbeiða við. Hann er at síggja til, at øll limalond í evropeiska felagsskapinum virða minnilutar. Hetta kann verða gjørt við stuðuli á ymsan fyriskipaðan hátt. Føroyahúsið og Grønlendingahúsið verða nevnd. Og alt tað virksemi, sum føroyingar og grønlendingar í Danmark savnast um og arbeiða við. Og sum bert í evarska lítlan mun fáa stuðul frá teirra heimastýrum.

Vit byrja tó við týskarum. Sum er, eru tað bert týskarar, sum eru skrásettir sum minniluti í ES-limalandinum Danmark. Tað fáa teir nógv burturúr. Millum annað á málsliga og bókmentunarliga økinum. Og tað broytir einki í ríkisrættarligu viðurskiftum teirra.

Skilligt er, at nevndin heldur seg hava orsøk at halda, at hetta er ikki beint. At týskarar eru einasti minniluti í Danmark.

Og so herja tey á beinanvegin. »Kennir tú teg sum part av einum minniluta, nú tú ert í Keypmannahavn?« spyr formaðurin. Hann er italiumaður og tykist væl kunnigur við viðurskiftini hjá føroyingum og grønlendingum, sum búgva í Danmark. Ikki ríkisrættarliga, tí hvørki Føroyar ella Grønland eru limir í evropeiska felagsskapinum. Tað hevur ongan áhuga og er ikki kjakevni. Men Danmark er limur og hevur tí ávísar skyldur mótvegis tykkum. Um so er, at tit eru ein minniluti í hesum ES-limalandi, sigur hann.

Hann spyr meg greiniligari, um eg tosi danskt og eri millum danskarar og taki teirra mentan til mín, tá eg eri í Danmark. Nei sigi eg, eitt sindur illa heitin. Í veruleikanum tosi eg bara føroyskt, tí eg eri eina mest millum føroyingar, tá eg eri í Keypmannahavn. »Men hvar møtast tit so?« Vit tosa so um føroyingafeløg, Føroyahúsið, Kristnastovu og ymskt virksemi, sum føroyingar í øldir hava savnast um í Danmark.

»Jamen, so er greitt, at tit eru ein minniluti við egnari mentan og egnum virðum, sum tit vilja varðveita í útlegd«, sigur aldrandi italski formaðurin í evropeisku eftirlitsnevndini.

»Men«, heldur hann fram, »hevur danska stjórnin aldri upplýst tykkum um tykkara møguleikar, meðan tit sum minniluti eru í lestrar- ella øðrum ørindum í einum ES-landi sum Danmark?« Nei, sigi eg, tað havi eg aldri hoyrt um. »So hava vit eitt problem«, sigur hann. »Yvirfyri donsku stjórnini. Tí um so er, at tit eru ein minniluti - hvat eg ikki ivist í, at tit eru, tá tit búgva í Danmark - so eigur danska stjórnin at upplýsa tykkum um eina røð av fyriskipaðum møguleikum í hesum landi, tit eru í. Og okkara uppgáva er at síggja til, at hesir møguleikar verða bæði kunngjørdir og útintir.«

Soleiðis stendur hesin fundur í minninum, nú tvey ár fara at verða liðin síðini hann varð hildin á loftinum í Føroyahúsinum. Ikki eitt orð var grett um ríkisrættarligu støðuna. Bert viðurskiftini hjá føroyingum í Danmark vórðu umrødd. Men evropeiska eftirlitsnevndin hevði aðrar fundir við føroyingar í Danmark eisini. Hvat har fór fram, veit eg av góðum grundum ikki.

Lesarabræv, Dimmalætting 4. januar 2002: