Skip to main content

Syng, Jensen!

Sosialurin, Bilar 3. mai 2002:

Mynd:
Jensen Interceptor bilurin hjá Simon Templar (Simon Dutton) í filmunum um The Saint

Einki er sum at seta seg við rattið á einum snøggum, nýggjum bili. Lukta alt tað nýggja, leður og nýpussað stás, sum ein farri av svørtum skókremi og sunnudags-reingerð hongur uppi við.

Kenna, at eingin hevur verið her fyrr, taka um rattið og so strúka avstað. Út í náttúruna, út í bláan. Guðs skaptu fríu náttúru. Innan sólin er risin.

Fram í dal meðan tjøldrini láta, og áin vaknar móti degnum. Gjøgnum niðurrullaða rútin hoyra mýrisnípu í tí fjara, meðan breiðu dekkini spræna grús, kloyva tøgnina og eta vegin. Framá við svongd og við ferð. Sjóleysur um onkra túgvu, ið so snildisliga ger henda vegin til hin mest spennandi í landinum at koyra á. Smalur, krókutur, heyggjutur.

Bilur og frælsið

Í strúkandi summarlotinum má eg í fyrstu atløgu sanna, at bert í bilinum er frælsi. Hann er frælsi hins einstaka, bilurin. Frávalið av tí kollektiva. Frælsið hins egna, gjørt ítøkiligt og sett á fýra hjól. Hevur tú bilin, bensinið og vegin, so er hetta ímyndin av persónligum frælsi. Eitt scenario, sum tey siga. Har tú sjálvur førir pensilin. Koyr hagar tú vilt, so sum tú vilt, og tá ið tú vilt. Bilurin er hin fullkomna frælsismaskinan. Stórsta undur, síðani hjólið varð uppfunnið.

Burtur í bili

Koyr avstað frá øllum trupulleikum, lat tónleikin ganga og slepp øllum. Lat bilin ríva teg burtur. Burtur hiðan.

Spenn teg niður í leðursetrið, tak fast um rattið. Kenn, hvussu smáu knillingarnar frá italsku dekkunum, í fulkomnum samljóði við vegjaðaran, ið syngur seg sitrandi upp í rattið, kennast aftur í væl fjarðaða Maserati sniðnum, meðan Neil Young kvøður um passión. Are you passionate.Tak um tað, rattið og lat Jeremy Clarkson og allar hansara toppgearaðu bilar renna fyri eyguni. AC Cobra, TVR, Ferrari F50, Aston Martin, nei einki er sum ein Jensen. Í samfeldum lovsangi fevna vit vaknandi náttúruna, har framrúturin er løriftið, reinvaskað í widescreen surround.

Jensen gongur aftur

Støðgi við løkin, ið liggur sum Mississippi, at rinda møðina. Skoði bilin, henda velduga kropp, sum stendur og sjóðar og bjálvar seg í føroyskari grønsku, summari og náttúru.

Kenni ein óunniligan anda sveima framvið. Hann kenst nærri og trýnur úr einum miðaldarligum Kurosawa-filmi og ristir við krókutum stavum sítt navn í sandin við løkin. Er tað Simon Templar, ið vil hava heilagaða Saint bilin aftur? Nei, Jensen og Memphis eru stavirnir eg kann lesa. Men so strikar hann út, ókunnumaðurin, vendir sær burt og rópar ”Ver eftir, títt lív er kortini einki, ver eftir!”

Hvør var hann, andin, ið støðgaði eitt bil frammi í dal?

Tá loysnar himinin, blámin brestur og hann oysir niður. Saman halda vit leiðina fram undir gapandi slúsum av regni. Jensen og eg.

Teksturin er parafrasa yvir yrkingina hjá Johannes V. Jensen frá 1906 Á støðini í Memphis, sum Gunnar Hoydal umsetti í bókini Nýbrotið í norðurlendskum bókmentum (Sprotin 1994). Jensen er harafturat bretskt bilamerki, sum kendast var 1966-71 við modellum sum FF (Ferguson Formula) og Interceptor. Ein bláan bil av hesum slagi nýtti Simon Dutton í leiklutinum sum Simon Templar í sjónvarpsrøðini The Saint. Bilurin sæst omanfyri. Í 60'unum hevði Roger Moore henda leiklut og nýtti tá ein hvítan Volvo 1800. Seinni er biografilmur gjørdur við Val Kilmer, sum koyrir í einum reyðum VolvoC70 Turbo Coupe.

Sosialurin, Bilar, 3. mai 2002