Skip to main content

Fólkið á eggini

Tíðindagrein, Dimmalætting 28. august 2002:

Hinumegin á heimskortinum: Norðurlond eru ikki tað, tey hava verið. Áhugin fyri teimum smáu økjunum, sum t.d. Føroyum, er minkandi. Tað fyrr so fólksliga samstarvið verður nú gjørt av politikarum og embætismonnum, heldur formaðurin í Norrøna Felagnum í Føroyum, Birgir Kruse. - Útnorður verður marginaliserað, men politikararnir tiga og hava ongar visiónir.

Ein ímynd av tí fólksliga og tí almenna, sum her rennur saman. Tí norðurlendskt samstarv er ikki bara í politiskum korridorum og á afturlatnum fundum fyri stjórar og serkøn. Norðurlendskt samstarv er eyðkent við teirri fólksligu breiddini. Eini breidd, sum hevur støði í gomlum virðum, sum norrønu feløgini tóku upp eftir fyrra veraldarbardaga«.

Brotið omanfyri er tikið úr 50 ára ritinum hjá Norrøna Felagnum í Føroyum, sum kundi hátíðarhalda hálva øld í fjør. Spurningurin er tó, um tað norðurlendska samstarvið framvegis er so fólksligt, sum vit kanska halda.

Formaðurin í Norrøna Felagnum Í Føroyum, Birgir Kruse, sum eigur inngangandi orðini, metir ikki, at tað norðurlendska samstarvið er á sama støði, sum tað var í til dømis í seksti- og sjeytiárunum.

Nógv er hent ta seinastu tíðina, og millum annað eru Danmark, Svøríki og Finnland vorðnir limir í Europeiska Samveldinum. Hetta ávirkar ikki sørt áhugan fyri tí norðurlendska, men Birgir Kruse metir ikki, at tað ber til at samanbera norðurlendska samstarvið við ES. ES er nevniliga ikki eitt fólksligt ítak, sum hann tekur til. Tað er harafturímóti eitt konstruerað búskaparligt samstarv, meðan tað norðurlendska tekur støðið í fólkinum, heldur Birgir Kruse. Tað norðurlendska byggir nevniliga á tað nógva, sum her hjá okkum er so eins, hóast tað í smálutum er so ymiskt. Tað er hetta, sum man so flott kallar tað norðurlendska modellið, sigur Birgir Kruse.

Misskilt globalisering

Tað er tó ein broyting farin fram í hugburðinum tey seinastu 20 árini. Samstarvið er vorðið bureaukratiserað og sentraliserað. Hjá norrønu feløgunum sæst hetta m.a. í, at tey størru norrønu feløgini verða styrkt, meðan tey minnu verða marginaliserað, heldur Birgir Kruse. Eitt dømi er Nordjobb-skipanin, sum nú bert verður umsitin sentralt í Stokkhólmi.

Birgir Kruse sigur hetta rák vera komið av tí, hann nevnir »misskilta globalisering«. Tað núverandi norðurlendska samstarvið fokuserar nevniliga í so stóran mun á bureaukrati, at hetta førir við sær, at kravið um t.d. eginpening og manning í teimum ymisku norrønu feløgunum verður so stórt, at tað er ikki at liva við.

Norrøna Felagnum í Føroyum eru játtaðar hálvtannaðhundraðtúsund krónur árliga á fíggjarlógini, umframt limagjald frá teimum umleið 300 limunum. Fyrr taldust teir um 500. Hesin peningur verður brúktur til millum annað ein skrivara, sum fær 1/5 løn, útvarpslýsingar og húsaleigu.

Miðsavnaða kravið um stóran eginpening hevur m.a. við sær, at tey smáu norrønu feløgini sum tað í Føroyum ikki fáa verið við í øllum norðurlendskum samstarvi og verkætlanum.

Lutfalsliga man tann størsti áhugin fyri norðurlendskum viðurskiftum tó vera í Føroyum, tí føroyingar vita so nógv um norðurlendsku søguna og duga væl danskt og norðurlendskt mál.

Norðurlond vorðin eitt bábelstorn

Eitt annað dømi um »ta hvørvandi fólksligheitina« eru teir stóru fundirnir í norðurlendskum samstarvi. Áður vóru tað ikki bert politikarar og embætisfólk, sum hittust, men eisini áhugafólk úr ymsum høpi og ikki minst tíðindafólk. Nú eru hesir fundir avloystir av sonevndum temafundum, har »fólkið« ikki fær somu rúmd. Hvørki undir samráðingunum ella á sjálvari dagsskránni. Í hesari professionaliseraðu gongdini, sum nú er komin so langt frá fólkinum, sum til ber, er tað heilt natúrligt, at enskt oftani verður málið, ið verður brúkt at samskifta við, sigur Birgir Kruse. Og nevniliga málið er í dag ein av teimum stóru trupulleikunum, ið eingin hevur nakað boð uppá, hvussu vit loysa. Íslendingar og finnar vilja bara tosa enskt, tá teir hitta aðrar norðurlendingar. Grundgevingin er, at teir vilja hittast á jøvnum føti, tí tá annar parturin kann brúka sítt móðurmál, verður málið eitt maktamboð.

Birgir Kruse skilir væl teirra argumentatión, men hann sigur seg ikki góðtaka hana.Hann heldur, at vit eiga at halda okkum til skandinaviskt, tá vit samskifta í norðurlondum um norðurlendskt viðurskifti, tí hann heldur tað vera sera ósannlíkt, at finnlendingar og íslendingar, sum møta á fundi, eru so illa fyri málsliga, at teir ikki duga onnur norðurlendsk mál. Tí so vánalig eru skúlaverkini í norðurlondum ikki, sigur Birgir Kruse. Okkurt annað er sum ger tað, heldur hann, og her er talan helst um markering av tjóðskapi, tí bæði Thor Heyerdahl og Björk dugdi og dugir nógv betur enskt enn tað enska tey eru kend fyri tosa, men tey hava staðfest sín identitet við sínum norðurlendska enska máli. Helst er tað her hundurin liggur grivin, sigur Birgir Kruse. Øll vilja staðfesta sín identitet. Og júst her eru vit ov veik.

Ov nógvir skrivstovukrakkar

Sum nevnt er norðurlendskt samstarv á nógvum økjum, men tað fólksliga fer bert fram í norrønu feløgunum. Tað sum Birgir hevði sæð styrkt bæði feløgini og tað fólksliga virksemið hevði verið ein norðurlendsk kunningarstova í Føroyum, sum stóð fyri útbreiðslu av norðurlendskum tilfari, ið kundi verið alt frá ættartalvum um íslendsk ross til adressur hjá álendskum háskúlum.

Í teimum smáu økjunum er eingin norðurlendsk kunningarstova hóast tað eru tólv av teimum í norðurlondum. Hinvegin kann ein siga, at vit vita nógv um norðurlendsk viðurskifti o ikki hava brúh fyri tílíkari tænastu, men tá verða vit aftur marginaliserað, hugsa vit soleiðis, vísir Birgir Kruse á.

Eitt dømi um skipanir, har onnur enn embætisfólk og politikarar sluppu at hitta hvønn annan, er vinarbýarsamstørvini, ið tóku seg upp eftir fyrra veraldarbardaga. Her arbeiddu býir saman á fleiri stigum, m.a. innan ítrótt, list og kommunalpolitikk. Summir gera tað enn, men Havnin er farin úr hesum samstarvi.- Tað upprunaliga norðurlendska samstarvið er í vanda fyri at verða útholað, tí tað eru ov nógvir skrivstovukrakkar, sigur Birgir Kruse.

Serliga ES er ein útholandi trupulleiki. Fólk flest - og serliga embætisfólk - tykjast at hava misskilt globaliseringina. Tey norðurlendsku skrivstovufólkini kapprenna við skrivstovuveldið í Bruxelles, serliga tá umræður Baltikum, sum er fjølbygt øki, ið dregur pening afturat sær. Aftur her verða vit marginaliserað og sett hinumegin á heimskortinum.

Fólkið missir áhugan

Spurningurin er so, hvat eru tey mest fólksligu fyribrigdini í norðulrendskum samstarvi, og hvat kann bera seg? Til tað sigur Birgir Kruse, at svarið m.a. er fløgur við góðum norðurlendskum tónleiki á móðurmálunum og filmir. Hetta eru fremstu fólksligu miðlar í norðurlondum, og summir hava vunnið sær hollan frama um allan heim. Men eitt nú Havnar Bio vil treyðugt vísa danskar filmir, tí undirtøkan er ov lítil. Hann heldur, at tað átti at verið sjálvsagt, at biografar og plátuhandlar fingu stóran stuðul til útbreiðslu av hesum fólksligu miðlum, men í hesum føri hava fólk aftur fingið globaliseringina galið í hálsin. Í altjóða rákinum má einki vera heimligt, tykist. Men sum Birgir Kruse sigur: Uttan teir stóru puntarnar í globusinum verður eingin heild ovast í heimshorninum.

So leingi góður norðurlendskur tónleikur, filmir og bløð eru, er møguleiki at hava felags samskifti og mentan í norðurlondum. Hetta er kittið í norðurlendskum samstarvi, heldur Birgir Kruse.

Hetta er kortini ikki lætt. T.d. á filmsøkinum var eitt av teimum fyrstu aðalmálunum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum at stuðla útjaðaranum við filmsframleiðslu og -útbreiðslu. Eitt nú var norðurlendsk filmsstevna í Føroyum í 1989, og var hetta ein so munadygg saltvatnsinnspræning, at tann fyrsti føroyski spælifilmurin varð gjørdur. Men nú vil stóribeiggin í norðurlondum, Svøríki, heldur brúka tað búskaparliga tilfeingið til professionalismu og ætlanir um at skapa ein filmsfestival eins og í Cannes og Berlin. Hetta inniber, at útjaðarin í norðurlondum ikki sleppur upp í part, tí áhugi ikki er fyri honum og teimum góðu ringávirkanum, ið kunnu henda í økjum sum Føroyum og Grønlandi.

Vandin við hesari marginalisering er, at fólkið missir áhugan fyri tí norðurlendska, og hann er rættiliga reellur, heldur Birgir Kruse.

Hann sigur at gongdin í hesi marginalisering óivað heldur fram, tí politikararnir í Útnorði ikki vísa á nakað stórvegis, sum er viðkomandi og fremjandi fyri tann fólksliga andan og áhugan á okkara leiðum.

Politikararnir í Útnorði tiga

Tað, sum í almennum norðurlendskum samstarvi verður nevnt «nærøkini« eru Baltikum, tann parturin av Russlandi, sum er Sankta Pætursborg og so Kolanesið. Hetta sjónarhorn vísir, hvør hevur maktina í norðurlendskum samstarvi. Gaman í eru hetta nýggj demokrati, sum vit eiga at stuðla, heldur Birgir Kruse, men hetta eru ikki okkara næstu grannalond. Hvørki so ella so. Men tó hevur eingin í Útnorði miðvísar ætlanir um at gera til dømis Hetland, Orknoyar, skotska meginlandið, Írland, Nunavut og Newfoundland til okkara grannalond og doypa tey "nordens nærområder". Ein kann spyrja seg sjálvan hví? Fólksliga samstarvið hevur í øldir verið virkið á hesum leiðum. Serliga við fiskimonnum, sigur Birgir Kruse.

Men sum nevnt ger eingin politikari í hesum smáu økjunum nakað við hetta, og eingin av hesum hevur hugskot um nakað stórt í Útnorði. Tað er sjáldan, at tað kemur nakað ítøkiligt felags norðurlendskt uppskot, sum hevur áhuga fyri Føroyar. Her eru ongar visiónir, heldur Birgir Kruse. Ístaðin fara felags norðurlendsku pengarnir, sum vit føroyingar ongar rinda av, t.d. til Baltikum ella til ymsan globaliseringspolitikk. Sum dømi um verkætlanir, ið vit sum onganting kundu átikið okkum, nevnir Birgir Kruse hav- og veðurgransking og hví ikki eitt Kingoinstitutt.

Norðurlandaráðið verður 50 ár í ár, og tað er sjálvandi sentraliserað í Keypmannahavn, nú gongdin og rákið er, at alt verður miðsavnað í teimum stóru londunum. Men so leingi politikarar úr Útnorði ikki koma við visiónum, er tað sólarklárt, at áhugin fellur, tí tað sæst ov lítið aftur millum fólkið, sigur formaðurin í Norrøna Felagnum Í Føroyum, Birgir Kruse.

Theodor E.D. Olsen, tíðindagrein, Dimmalætting 28. august 2002