29.7.03

Ólavsøkan sett 2003

Ólavsøkan sett, 28 juli 2003:

Góðu ítróttafólk og hornblásarar, góðu ólavsøkugestir, góðu landsmenn!

Ólavsøkan er tann krummtappur og snúningsásur, sum vit ofta máta okkum eftir. Fyri ólavsøku, eftir ólavsøku, á ólavsøku. Ólavsøkan er eitt markamót.

Ólavsøkan er eisini ein hugsunardagur, ella báðir tveir, rætt sum skótarnir praktisera í sambandi við Baden-Powell. Ein hugsunardagur. Og undir hesum hugsunardøgum seta fólk hvørjum øðrum stevnu. Húski, vinfólk, starvsfelagar. Ólavsøkan er ein høvuðssnúningsásur, har allir tættir og øll bond knýtast.

Hetta er stevnan, ið ber av øllum, hin stórsta mentanarstevnan í árinum – tjóðardagur okkara – hetta er fólkið, Tingið og kirkjan.

Stundandi fram mót hægsta degi í árinum, eru vit enn ikki komin niðaná. Tað vera vit í morgin. Tá kirkjan, Tingið og fólkið finna saman og kunnu loka dagin í felags sangi, her á hesum staði. Tá eru vit í ólavsøkuhøpi komin niðaná.

Eg vil á hesum mentanarliga hugsunardegi støðga á við hesi orðini: ”Enn eru vit ikki komin niðaná”.

Sum smádrongur í einum túni - nærum so langt sum slepst frá Havnini, uttan at fara í bát og undir kav - hagar komu einaferð landmátarar, helst úr Havn. Bara orðið ”landmátarar” smakkaði av nógvum hjá einum forvitnum smádrongi. Mundu teir kenna Kolumbus, hesir landmátarar? Vóru teir í ætt við Heina Havreka? Og hvussu máta teir? Hvør er fjølin og hvussu long er hon, strikufjølin hjá einum landmátara?

Hin best staðkendi, elsti bóndin í bygdini, skuldi vísa veg niðan í hagan. Og eg minnist hesa vending, hann stútt tók uppaftur ”Enn eru vit ikki komin niðaná”. Altíð var ein nýggj sýn, ein nýggj túgva, ein nýggjur heyggur. Tí soleiðis er lívið og soleiðis er árið.

Landmátarin fekk mátini og myndamaðurin, sum var við, fekk goymt løtuna og í dag er alt bert eitt minni, á pappíri. Sum ein frákliptur road movie, ein filmur, har ferðin er sjálv søgan og endin er málið.

Ferðin er lívið, meðan at støðga er tað deyðsmerkta, endin. Endin á søguni, endin á ferðini. Meðan vit ganga niðaná, ræður um at verða á ferð, at vera í gongd, at hava sett sær mál og at verða á ferð móti setta málinum.

Ferðaleiðarin hjá landmátarunum, aldrandi bóndin, sum ljóðar aftur í minninum og støðugt sigur ”Enn eru vit ikki komin niðaná” hann er komin niðaná, er farin úr tíðini, og gongur nú í øðrum ljósi.

Og á miðjum Vaglið standa vit í dag, saman við ungum í besta blóma, ítróttafólk, mitt í lívsins summari. ”I got too much life, running through my veins” syngur Robbie Williams, men tekur lukkutíð samanum ”I wanna contact the living”- meðan hann enn gongur niðaná.

Men ongastaðni er kravið um skilvísi so stórt, sum í teim villastu ævintýrunum. Ongastaðni er kravið um ábyrgd so stórt, sum í tí fullkomna frælsinum. Lívið kann taka lívið av okkum, tá vit hava ”Too much life, running through my veins”. Tað visti ferðaleiðarin, staðkendi bóndin, tá hann á ellisárum gekk í fjøllunum. Tí ábyrgdin er á tínum herðum, sum skaldið Martin Joensen sigur í orðum og tónum við greiðari heilsan til ungdómin: “Ábyrgdin á tínum herðum, gáva frá okkum til tín, byrða, ið tung er at bera, ber hana betur enn vit”.

Og støðugt ganga vit niðaná.

Próvtøku og læruprógv hava fleiri tykkara lagt afturum bak, hetta summarið. Og hetta farna skúlaárið svaraðu 1000 næmingar eini kanning um val av útbúgving og lívsstarvi.

Fyri fyrstu ferð er staðfest, at mentanin eigur stórsta lutin í hesum vali. Flestu ungu, sum í ár hava endað antin fólkaskúla ella miðnámsskúla, síggja mentanina sum fremsta og ynskiligasta starvs- og útbúgvingarøkið. Og nýta mestu frítið innan sama øki.

Undir søguliga drúgva verkfallinum, fyrr í ár, innan vit vóru komin um hálvárligu brekkuna, nevndi formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelagi hugtakið trýpartasamráðingar. Meðan vit ganga niðaná, vil eg taka hesa vending til mín og í mentanarligum høpi gera hana til eina fleirpartasamráðing.

Í hesum ljósi er greitt, at mentanarhugtakið má støvasta av og lyftast fram í ljósið og gerast annað enn hugnamentan, har grundsjónarmiðið er ”alt av náði”. Náði teirra pengasterku. At listafólkið og mentanararbeiðarin skal verða fátækt sum kirkjurottan og í besta føri liva av teim tilvildarligu molum, sum – alt av náði – fall av ríkmannaborði ein sjáldsaman góðveðursdag.

Skal mentanin fylgja við, meðan vit sum tjóð enn ganga niðaná, so skal hon síggjast í fremstu skildrum, mentanin.

Í dag standa vit á Vaglinum og skulu um eitt bil omana á Keiuna, út á Molan, at síggja tað, sum fremst av øllum myndar ólavsøkuna og føroyska summarið, í øllum veðri – kappróðurin. Og sum samstundis knýtir okkum aftur til eina felags norrøna mentan, ið flotaði fremsta listahandverk okkara – bátin.

Hetta kjølfestið, mentanin, kann skilmarkast á so mangan hátt. Sagt verður, at mentan er alt tað, sum menniskjan hevur lagt hond á. Alt tað, sum er manipulerað og kultiverað, sum er viðgjørt. Tað er mentan. Alt hitt, tað sum er órørt av menniskjanum, tað er náttúra og ikki mentan. Tað merkir so aftur, at eitt mannaskapt verk sum Las Vegas í oyðimørkini er mentan, meðan føroysku fjøllini, ið sigla fram úr mjørka og lívga skøld og gongufólk, tey eru ikki mentan. So ikki er tað altíð, at vit kunnu brúka skriviborðsásetingar um mentan til so mangt skilagott.

Mentanin og definitiónin av henni kann og verður í mongum førum einans nýtt til at stinga hvør øðrum skør og er tískil í veruleikanum lítið konstruktiv í dagliga arbeiðnum í tí anda, sum Grundtvig gróðursetti á okkara leiðum.

Tað er sum virkisskrá, strategi, at vit í dag mugu lyfta mentanina fram í einum føroyskum veruleika undir opnum himni. Vit mugu sleppa ímyndini av mentan sum bleyt virði og hugnamentan og seta mentanina í fremstu røð ájavnt við øll onnur virkisøki og høvuðstættir í samfelagi okkara.

Gongan niðaná er tolin og skoðar í bíðistøðu til allar grannar, har øll lyfta í felag og ikki hava fingið ólukkuskaldið í mønuna, skaldið, sum brendið okkum á ennið og segði ”Saman at halda, var ei okkum givið”.

Uppgáva føroyingsins í vitanarsamfelagnum hvønn Guðsskapta dag, hvussu tung skaddan so hongur yvir okkara mentaðu fjøllum og hvar vit enn eru á leiðini niðaná, má verða, at gera hesi feigdarorðini til einkis. At skapa eina mantra, ið frá morgunstundini sigur, at samanhald gevur styrki, at mentanin er fleritráða og listin hevur rætt í framtíðar spádómum og forsjónum. At listin er lygnin, ið lærir okkum sannleikan og ikki neyðin, ið lærir naknu kvinnuna at spinna. Eingin lygn er størri enn hon. Og enn ganga vit niðaná; bóndin er farin um sýnina og ungdómurin, ið skal bera byrðarnar niðaná, vísur vegin og valið.

Mentanin er ein møguleiki. Mikil, múgvandi og mennandi – um fleirpartasamráðingar gerast ein veruleiki í definitiónini av eini egnari mentan og hvussu hon skal útinnast og umsitast.

Skapandi fólkið er bert ein partur. Uttan vinnulív gerst tað ein fátækslig gonga niðaná. Uttan skilagóða almenna fyristing, prinsipp og stuðulsmøguleikar, fáa vit upp í stivlarnar longu innan fyrstu steinpirruna og mentanin gerst ein marra hjá marginaliseraðum masokistum, burturi í óbygdum.

Og miðlarnir, í okkara fráboðaðu gongu niðaná, eru eisini partar í hesi hugsaðu fleirpartasamráðingum. Miðlarnir hava í kunningar- og vitanarsamfelagnum eina uppgávu av teim heilt sjáldsomu. Í okkara dagliga strevi og tosið er ein hending ikki ein hending, fyrr enn hon er staðfest í miðlunum. Tástani gerst hon almenn og viðkomandi fyri alt landið. Og hvat gera vit tá, tá søgan ongantíð kemur? Tá tað fulkomna holrúmið, reint vaccum, er tað einasta vit uppliva í dagsins fjølmiðlaðu gongu niðaná?

Hvat er til ráða at taka, tá eingin ungur og núlivandi rithøvundur hoyrist, ella sæst í loftsins halgu miðlum? Listafólk, ið sum fá, kunnu gera ein snøggan tvørskurð av okkara samfelagi?

Ella hvat siga vit við okkara hundraðtals ungu tónleikarar, sum kring landið hava ”too much life, running through their veins”, men ikki hava so frægt sum ein spælistað og tí mugu spæla uppá innantanna-gittara í ongamannalandi?

Ella myndlistafólkini, sum ikki hava kliva at halla høvur og tíansheldur pensil á? Hvat siga vit við tey, meðan vit enn ganga niðaná?

Ólavsøkan, tjóðarhátíðin og stórsta mentanarstevnan, átti at verið eitt høvi, ein mentunarligur hugsunardagur, ella báðir tveir, har hesir træðrir vórðu knýttir saman í fleirparta samráðingum.

Men enn eru vit ikki komin niðaná, vit, sum kunnu breggja okkum av heimsins elsta parlamenti.

Vit hava tjóðardag í sama mánaði sum heimsins sterkasta tjóð. Ein tjóð, sum hóast styrki, telist millum heimsins yngstu. Lat okkum á hesum hugsunardegi dvøljast við hesa samanbering eitt bil.

Meðan ólavsøkan helst er best skipaða hátíðarhald av sínum slagi, við greiðum súmbolikki, ið vísir á livandi sambandið millum Ting, kirkju og fólk, so er tað at tjóðaskapa sær í USA av einum heilt øðrum slagi. Í vestasta ríki í nýggja heiminum, Kalifornia, er tjóðskaparligt hátíðarhald avmarkað til einstaka húskið og so fýrverk. ”Her skal eingin skapa sær vinning við politiskum lótum og talum” siga tey, tá forvitnir føroyingar hin 4. í hesum spyrja um skránna fyri tjóðskaparhaldinum. Á staðnum, har sum mest alternativu lívshættir í nýggjari tíð hava verið royndir. Her er álitið á politikk, fyrisiting og mynduleika so lítið, at bert hin seinasta eindin í nútíðarsamfelagnum – familjan – tjóðskapar sær. Á avmarkaðum teppi á græsgrønu fløtuni, meðan diskotónleikurin úr egnum ghettoblastara syngur ”We are family”. Familjan, góðveðrið og fýrverkið. Seinasta álitis-eindin í nútíðarsamfelagnum. Tað skal vera mín vón, at okkara hugsan um at halda tjóðardag ikki fer av leið, men framhaldandi samantvinnar og setur í karm okkara ímynd av okkum sum tjóð, byggjandi á Ting, kirkju og fólksligu samkomuna í hesum døgum.

- Men hvar er føroyski mentanararbeiðarin og listafólkið í hesum landi, mált eftir altjóða samfelags-alinini í samfelagsbúskapinum?

Í nýggja heiminum hevur vinnulívið áhuga í staðbundni listini og mentanini. Og ikki minst at tilognað sær søguligu heimslistina, vestur um hav, hiðani úr Evropa. Og á miðari leið til nýggja heimin, í fyrstu grannatjóð fyri vestan, har finna vit stórsta privata myndlistasavn á vinnuligari grund, á prangandi bróstunum á einum hotelli. Eisini okkara egna Mikines. Vinnan nýtir listina sum væl virkandi aktiv, yvir einum góðum bita. Allir træðrir hava drigiði í eina ætt og eru komnir niðan á listarligar hæddir, sum eingin fyrr visti um at siga.

Í Nýggja heiminum hevur vinnan sýnt listini so stóran áhuga, at hon gerst ein av fremstu íløgum og listasøvn gerast tempul at vitja. Listin er vorðin sjálvsagdur partur av vinnulívinum, har tað almenna eisini er við – fyrst og fremst við at gera tað áhugavert og spennandi hjá øllum pørtum. Ein ”inerti” er í gongd, sum enntá fær meiningsskapandi miðlarnar at vera við og vísa aktivan áhuga fyri mentan og list.

Men vandi er í hvørjari vælferð. Meðan heimsins sterkasta tjóð úr Nýggja heiminum sendir ungdómin í kríggj á tí vígvølli, sum vit í skúlanum lærdu, at heimsins mentunarliga vøgga stóð, og har bumba alt í sor við fremstu tøkni, so senda vit úr heimsins minstu tjóð okkara friðsæla ungdóm út í Verðina við ongum minni enn tónleiki, myndlist og ítrótt.

Og enn ganga vit niðaná.

”Come and hold my hand, I wanna contact the living” syngur Robbie Williams. Í ferðini niðaná er ikki at verða bangin fyri ensku tunguni, tíansheldur nakrari aðrari, ið ikki er okkara egna. Heldur ikki á tjóðarhátíðini, ólavsøkuni, ársins stórstu mentunarstevnu, mitt í heimsins meldri. Millum fjalla standa vit stinn í brekkuni, og kunnu frá hondum, ið sleptu, uppaftur geva hesi orð til ungdómin, ið eigur vegin og viljan at ganga seinasta strekkið – niðaná:

“Ábyrgdin á tínum herðum, gáva frá okkum til tín, byrða, ið tung er at bera, ber hana betur enn vit”.

Góða ólavsøku, øll somul.

Ólavsøkan sett, Birgir Kruse, 28. juli 2003