6.1.06

Í bolt og jarn



Viðtal, Dimmalætting januar 2006:

Stendur tað til tingmannin Bill Justinussen, verður Ole Wich dømdur í bolt og jarn sum landasvíkjari. »Tað er okkara ábyrgd at tala at, tá fólkaræðið er undir trýsti,« sigur ákærdi listamaðurin, sum vil vera við, at besti listaskálin er upp undir skallanum, heldur enn yvir sofuni

Samrøða
Birgir Kruse, tekst
Ole Wich, myndir www.wichgrafik.dk

– Ole Wich hevur drigið spott og skomm yvir Landið og Merkið, sigur løgtingsmaðurin Bill Justinussen. Listamaðurin Ole Wich ber seg undan ákæruni og sigur, at eins og onnur listafólk brúkar hann fløgg og súmbol í listini og undirstrikar, at hetta er ein sjálvsagdur partur av talufrælsinum.
– Tjóðskaparlig súmbol eru krevjandi at arbeiða við, tí tey kunnu gerast breggjandi og sjávinistisk. Eg arbeiði við samleika, og hann er trupul at staðfesta í einum avmarkaðum súmboli. Hetta er avbjóðingin, sigur Ole Wich og leggur afturat, at samleikin er so mikið samansettur, at tað er at gera seg inn á sjálvt hugtakið, um vit undir einum seta okkum fyri at lýsa samleikan hjá eini heilari tjóð.


– Tað er til dømis ógjørligt at siga, hvat ein føroyingur er, tí ásetingin fer altíð at útihýsa onkran, sum burdi verið við. Royn sjálvur, sigur Ole og gevur eina uppskrift: Ger eina allýsing av føroyinginum og fest hana á blað. Hugsa um øll tey, tú kennir og samanber. Helst fella fleiri uttanfyri, hóast tey avgjørt eru føroyingar.



Átrúnaðarlig próvførsla á tingi


Tað vóru hesi viðurskifti, fyrrverandi innlendismálaráðharrin ikki skilti, tá hann legði eftir Rapa-hjúnunum í Vestmanna, heldur Ole.


– Tað fall hugsandi fólki fyri bróstið, at hesi hjún, sum høvdu gjørt alt fyri at virka her í landinum, ikki høvdu somu rættindi sum onnur, sigur hann og dregur fram eitt brot úr egna yrkingasavnium Ophav (1996): »Nationalitetsbegrebet er en ubeståelig intelligensprøve, som du og jeg bakser med.«


– At onkur her í landinum so heldur, at tørvur er á einum politiskum amboði til at allýsa føroyskan samleika, bøtir ikki um virðið á amboðunum, sigur Ole, sum heldur, at stundin er komin at víðka um amboðskassan í føroyskum politikki og samstundis at vraka nøkur amboð, til dømis átrúnaðarliga próvførslu.



Listamaður á eggini


Umframt djúpa og drúgva umhugsan, hevur Ole Wich bygt homoFObia-myndirnar á sannkenningar úr føroyska gerandisdegnum.


– Myndirnar eru ein listarlig staðfesting, skorin so tætt inn at beini, at evnið gerst sjónligt og opinbert, sigur listamaðurin, sum vil eiga lut í orðum Asger Jorns, sum segði, at »hvis man ikke går til yderlighederne er der ingen grund til at gå.«


– Endamálið við homoFObia er at fáa skilagóðar føroyingar, sum tiga, at skilja, at lata vit alt upp í hendurnar á bíbliusjonglørum og dilettantum, so verður úrslitið skaðiligt fyri landið, sigur ein álvarsamur listamaður.

– Tað er okkara ábyrgd at tala at, tá fólkaræðið er undir trýsti og landsins umdømi gerst ivasamt í altjóða samfelagnum.


Um listarliga framferðarháttin, sigur Ole Wich, at tá hann ger eina mynd, sum er løtt at skilja, og sum í innihaldi er politisk, tá er torført at skúgva evnið til viks, uttan at taka støðu.


– Myndin springur upp aftur, sum trøll úr eskju, sigur Ole, sum heldur, at besti listaskálin er uppi undir skallanum á hvørjum einstøkum, heldur enn yvir sofuni í stovuni.


– Hetta sjónarmið ger meg tíverri eisini til ein fátækan mann, leggur hann afturat og gerst døkkari í huga.


– Um sjónarmiðið eisini ger meg friðleysan, so er lagnufelagsskapurin við teim 1500 føroysku samkyndu altíð ein troyst. Og verið eg vístur av landinum, eftir at hava vart ein føroyskan minniluta móti politiskari fávitsku, so er tað mær ein treytaleysur heiður.



Løgtingsmaður meldar


6. januar heitti løgtingsmaðurin Bill Justinussen í almennum brævi á fútan um at reisa ákæru móti Ole Wich, tí hesin á heimasíðu síni hevði drigið spott og skomm yvir Merkið og Føroyar. Løgtingslimurin, sum kennir seg vanvirdan, spottaðan og háðaðan, metir gerðina sum landasvik.
Ole Wich, sum ikki lurtar eftir vanligu miðlunum, men heldur seg til internetið, fekk boðini á kjakportalinum kjak.fo


– Har eru gløgg fólk, sum fylgja væl við og eru skjót at stovna nýggj evni við støði í tí, sum fyriferst, leys av teim mekanismum, sum føroysku miðlarnir eru bundnir av, sigur Ole og leggur afturat, at har er altíð onkur forvitin við feskum sjónarmiðum. kjak.fo er eftir hansara tykki tað torgið, sum best vísir, hvat rørir seg í fólkinum beint nú og tað er í sovorðnum kjaki, at einar framtíðar Føroyar tekna seg, sigur Ole. Hann lýsir kjakfólkið sum frísinnað og óheft, har bara tínar meiningar eru galdandi og hvørki uppruni, ætt, mál, aldur ella kyn.


– Og so eri eg fegin um høvið at kunna fínstilla skjútsið hjá mær í einum so atfinngarsomum umhvørvi, áðrenn eg leggi meg út við almenningin. Hetta er ein nýggjur arbeiðsháttur og internetið er ein góður møguleiki, vilja vit arbeiða við mentan og samleika í einum fjarlagdum oyggjasamfelagi við fáum fólkum, sum búgva í fleiri londum.


– Eftir hetta mótálopið, bíði eg bara eftir at verða dømdur í bolt og jarn, sambært áheitanini hjá løgtingsliminum til fútan um landasvik, sigur Ole Wich við einum skálkabrosi.



Politiska listaverkið


Spurdur um aktuella listaverkið, heimasíðuna og hvussu hann arbeiður sum listamaður, sigur Ole Wich, at tá hann skapar eitt listarligt verk og letur tað frá tær, so eru allar viðmerkingar galdandi.


– Er verkið greitt og týðiligt, eru atfinningarnar eins greiðar og avdúka skjótt kjarnuna í málinum og so verður áskoðarin noyddur at taka støðu, sigur Ole og leggur afturat, at í førinum hjá løgtingsmanninum Bill Justinessen er greitt, at hann ikki tekur faktuellu argumentini fyri fult og tí vendir skjútsinum móti boðberanum, ið er nett sami boðskapur, sum liggur í heitinum á bókini Skjót journalistin.


– Til tess at sannføra fólk, at hann bæði dugir at skjóta og tað eisini til máls, meddar hann aftur til og ger mær tann beina at fáa hugtakið homoFObia lýst í Útvarpinum, so tøkk fái Bill, sigur listamaðurin á eggini, ið kennir til lýsingavirksemi sum fáur.



1500 samkynd í útlegd


Ósemja er um, hvussu stórur natúrligi parturin av teim samkyndu er. Talið broytist eisini, alt eftir hvørjum umhvørvi, vit eru í.


– Eg havi valt eina varliga meting og brúki 3% sum vegleiðandi, sigur Ole Wich, sum metir hetta giss at vera í lægra lagi.


– Men hvørja ferð vit broyta prosentsatsin við einum stigi, broytist talið við 500, sum í føroyskum høpi er ein heil bygd, sigur Ole.


– Eg veit tó eingi samkynd, ið liva sum eitt húski í Føroyum, tó at tølini benda á, at so skuldi verið. Eg minnist, at Rólant Samuelsen, sáli, einaferð segði mær frá teimum monnum, sum í náttarmyrkrinum bankaðu á hansara dyr, ørkymlaðir og ráðaleysir, tí teir høvdu ongan at tosa við um teirra samkyn. Menn, sum dagliga livdu eitt »vanligt« lív við konu og børnum, men sum aldri høvdu kent seg væl.


– Tað er rørandi og upprørandi at hugsa sær alla ta lívsgleði, sum trongskygni spillir, sigur Ole og leggur afturat, at tað krevst ein sterk persónligheit sum Rólant at standa ímóti føroyskari homofobi, men tá hann skuldi doyggja, varð hann eisini noyddur at fara av landinum. Hann var eitt deiligt og stuttligt menniskja og eg eri vissur í, at tað eri ikki bara eg, sum sakni hann, sigur Ole sjónliga rørdur.



Samkynd eru okkara seismografar


Órættvísi fær Ole Wich at ilskast. – Í hesum føri ber til at siga, at eg taki á meg leiklutin sum miskunsami samáriubúgvin og geri tað, sum eg eftir bestu sannføring megni, øðrvísi enn øll tey, sum antin eru líkaglað, ella hava fest eyguni einsíðugt við okkurt skriftstað, meðan tey defilera fram við teirra samkynda næsta, sum sligin og særdur liggur við vegin, sigur Ole og slær upp í myndabíbliuni hjá Gustav Doré og síðani í føroysku bíbliuni og saman lesa vit Lukas 10:25-37.


Eftir loknan lestur, sigur danski Ole at »nu er jeg jo selv fladlandsperker bosat på Færøerne og er jævnligt blevet udsat for nationalchauvanistisk chikane – der er jo fri jagt på danskere hele året rundt,« sigur hann, sum vil vera við, at hann lættliga kann seta seg í støðuna hjá samkyndum.


– At verða álopin við orðum og gerðum, setir spor. Tað vita øll, sum hava roynt tað, sigur Ole og vísir á, at homoFObia er ein stuðul til tey samkyndu, men eisini ein hjálp til hugsandi fólk, so tey skilja, at tað ikki bert snýr seg um kynslív, men eisini um hvussu føroyska samfelagið kann rúma fjølbroytni og møta framtíðini.


– Tað eru nógvir mátar at liva í Føroyum og øll eiga at fáa rúm. Dygdin í eini fólkaræðisligari skipan verður máld eftir, hvussu minnilutarnir verða viðfarnir. Og her vil eg siga, at tey samkyndu eru okkara seismografar.



Slatur


Sjálvur hevur Ole Wich fingið mangt og hvat skotið í skógvarnar, ta tíð hann hevur búð her. Bert fá hava gáað um tær dygdir, sum liggja í listaverkum hansara og ikki minst yrkingasavninum Ophav. Spurdur um hesi viðurskifti, sigur Ole, at í Føroyum er tað so løgið, at slatur, ótollyndi og snævurskygni tykjast vera klettfastir konstantar.


– Eg hoyri ofta fólk tosa um hetta og má undrandi spyrja, um tey ikki halda, at hetta kann broytast, sigur Ole, ið rætt sum ein prædikumaður slær fast, at niðurstøðan má verða, at hvørja ferð tú ber óndsinnaðan slatur víðari til tín næsta og fremur ótollyndi, tá brýtur tú niður álitið til tíni medmenniskju og virðingina fyri tínum samfelagi. Soleiðis mælti hann, Ole.


– Ert tú komin úr skápinum, meðni? spyrji eg hann. Nei, tað trúgvi eg ikki, men tað er eingin ivi um, at eftir hetta homoFObia-kjakið fara fleiri at halda meg vera samkyndan. Men til tað er at siga, at eg eri lukkuliga giftur eini kvinnu og havi tvey børn. Konu mína meti eg sum ein felaga, akkurát sum í orðinum hjúnafelagi, og ongantíð eri eg í iva um at hon er mín besti vinur. Eg unni øllum menniskjum tað stóru uppliving, í mong ár at liva saman við einum tílíkum felaga, men hjá teim samkyndu er hetta ikki so lætt.



Kirkja og trúgv


Ole Wich er limur í fólkakirkjuni, honum dámar væl kirkjur og halgubók kennir hann, sum fólk flest. – Tá eg vitji kirkjuna á Fjóni, har eg varð doyptur, konfirmeraður og giftur, stendur hon enn sum eg minnist hana fyri 50 árum síðani, tó tað er sum einki at rokna, tí múrarnir hava staðið síðani 1200-talið, sigur Ole og leitar aftur í listina, tí í listaligum høpi lýsir hann kirkjurúmið sum eina røð av drúgvum installatiónum.


– Rúm, har tíðin nærum stendur still, so vit fáa eina ímynd av samanhangi og framhaldi, tí kirkjur eggja til umhugsni, sum er stórt í sjálvum sær, sigur Ole og leggur afturat at kirkjurnar eisini kunnu brúkast til at rúma eini refleksión yvir meiningina við lívinum, sum mong menniskju hava brúk fyri.


– Prísurin á menniskjansligu tilvitskuni, sum skilur okkum frá dýrunum, er jú ásannanin av, at vit einaferð skulu doyggja, sigur Ole og undirstrikar tilvitskuna, sum er altrá eftir at finna meining.


– Hetta er lívfrøðiligi eginleikin, sum hevur elvt til at homo sapiens hevur yvirlivað í ártúsundir. Tørvurin á trúgv kemur fram í hesum limbo millum sjálvtilvitskuna hjá hinum einstaka og vónloysinum, sum stendst av at vera ein týdningarleysur brikkur í alheiminum. Trúgvin á lívsins meining gevur ró og sálarliga vælveru. Tað er heldur ikki óhugsandi at lívið hevur eina meining, sum vit ikki kenna, eftirsum tilvitskan er ógvuliga avmarkað í hennara fatan av heiminum, sigur Ole.



Jesusmyndin


Javnan verður bíblian brúkt í talu her á landi, eisini innan tinggátt. – Eftir mínari hugsan er tað fulkomuliga heiladeytt, at brúka bíbliutekstir, stav fyri stav, sigur Ole Wich. Tekstirnir eru tillagaðir, broyttir og umsettir í 2000 ár, alt eftir tí politiska tørvi, sum tíðin hevur sett, vil Ole verða við og undrast á sundurbýtið í ørindi, sum varð gjørt í 1600-talinum, einans fyri at elva til tað óhepna, at skriftstøðini kundu brúkast sum vápn.


Um Gamla Testamenti er ikki nógv gott at siga, heldur Ole. – Nógvir partar eru skrivaðir fyri at halda fast um maktina hjá nøkrum gomlum monnum, sum sita í teirra oyðimarkarteltum og kenna deyðan og ungdómin anda seg í nakkan, so teir noyðast at gera strammar reglur fyri at halda skil á bæði geitum og kvinnum. Ein beduinmanualur. Einki annað.


Øðrvísi er við Nýggja Testamenti, sum kann brúkast í Føroyum, nú vit skriva 2006. – Nýtestamentliga Jesusmyndin og tey grundsjónarmið, sum hon ber í sær, er áhugaverd, tí hesi sjónarmið hoyra til í einum fólkaræðisligum samfelagi, metir Ole og útgreinar, at nýtestamentlig umsorgan, virðingin fyri hinum einstaka og næstakærleikin, eru ómissandi hugtøk, sum leggja seg afturat mannarættindum.


– So Jesusmyndin er ein inspiratiónskelda, ið ikki kemst uttanum. Og gamaní vil eg til eina og hvørja tíð berjast fyri rættindum hjá einum fólki at hava eina trúgv, men um henda trúgv elvir til at onnur fólk verða plágað og eyðmýkt og ikki kunnu virka í einum fólkaræðisligum samfelagi, tá taki eg mær tað nær, ógvuliga nær, sigur listamaðurin Ole Wich, fúsur at møta Bill og fúta.



Blindi bletturin


– Næsta politiska listaverkið verður »Blindi bletturin«. Hetta verður ein dátugrunnur, sum lýsir føroyskan tjóðskap, sum alla tíð hevur verið knýttur at útlendingum og teirra avrikum her í landinum, sigur Ole Wich, ið ikki tekur sær tykni av, at uppgávan er umfatandi og tíðarkrevjandi. – Kanska fái eg góðar stundir í tryggum umhvørvi og teldan, hon er altíð við mær.

Birgir Kruse Dimmalætting januar 2006