Skip to main content

Bilar í lendi og læru

Dimmalætting 31. mars 2006:

Seks heimagjørdir lendisbilar hava í hesum døgum koyrt í Havnargøtum og heilt út á Glyvursnes. Tað eru næmingar á Tekniska Skúla í Havn, sum undir kønari leiðslu koyra, smíða og sveisa. – Teir hava verið toppmotiveraðir, sigur ein vælnøgdur skúlastjóri um næmingarnar.

Motorlæra

Í grótbrotinum á Glyvursnesi er innrás av larmandi tøkni. Millum sprongdu klettarnar ganga ungir næmingar av Tekniska Skúla í Havn klæddir sum rúmdarmenn, skrúva, snara og seta saman. Undir hjálmi gera teir tekin sínámillum, til ein peikar ótolin á klokkuna, fer burtur frá og tekur flaggið. Hetta er tað tekin, øll hava bíðað eftir. Teir renna til bilarnar, ið eru sum tiknur úr einum Mad Max-filmi. Leypa tveir og tveir í hvønn av teim seks heimagjørdu bilunum, sum Akstovan hevur góðkent við fyribils spjøldrum.

Flaggberin

Motorarnir rumla ótolnir meðan teir tólv lærlingarnir hyggja trøllabundnir upp á flaggið, ið enn lavar stillan í lotinum. Og so hendir tað. Við vandnum handalagi, sum var tað estetiskur fimleikur, teknar flaggberin eitt tekin framm fyri seg og slær avgjørdur út í luftina. Fyrsti bilurin strýkur av stað og síðani ein og ein, meðan klokkurnar telja. Meðan angin av olju og snurrandi motorum førir okkum til Hockenheim og Monza, kennist brádliga ein heimligari deymur, ið førir okkum at heimlandsstrondum. Í pylsuvognstúnið hjá Boggu á keiøkinum í Havn, har pylsur og búffar steikja so lystiliga. Skúlastjórin Egon Øregaard er tað, sum borðreiðir av grillini í grótbrotinum á Glyvursnesi. Hann prikar undir síðuna á mær og peikar yvir á teir tríggjar Beinir, Guttorm og Jeffri, eldhugaðir lærarar, sum tita runt á vøllinum, geva boð, taka tíð og filma. Her skal alt staðfestast. – Fyri ídni, hegni og nýskapan hava teir allir uppiborið eitt herðaklapp, sigur Egon og greiðir frá, at tað er Beinir P. Hansen, sum hevur givið teimum nýggjan íblástur frá starvi á tekniskum skúla í Lyngby í Danmark. – Beinir hevur staðið á odda fyri hesi verkætlanini, sum avgjørt hevur víst okkum á nýggjar námsfrøðiligar møguleikar.

Motivasjón og ábyrgd

Tekniski Skúlin í Havn er júst farin um tey sjeyti og Egon Øregaard er hin sjeyndi í røðini. – Við at nýta henda serliga undirvísingarháttin at taka næmingarnar aktivt við uppá ráð, tá er málið hjá okkum nátt, í hvussu er, tá vit tosa um motivasjón í undirvísingini. Og tað hevur nógv at týða í framhaldandi læruni, sigur Egon og nevnir eitt annað høvuðsendamál í undirvísingini, sum er, at næmingarnir sjálvir skulu taka ábyrgd og loysa trupulleikar, sum ein slík verkætlan altíð førir við sær. Næmingarnir hava verið so motiveraðir, at tá vaskifólkini skulu sløkkja og læsa um kvøldarnar, tá eru teir enn í gongd á bilverkstaðnum.

Krøv til verkevnið

Eins og aðrir lærlingar, skulu bilsmiðjulærlingar á skúlabonk átta ferðir í til samans 55 vikur. Seinasta er sjálvsagt sveinaroyndin, men drúgvasta skeiðið er hitt fyrsta, sum varir 20 vikur. Umframt bilsmiðir, so kunnu lastbilasmiðir, entreprenørsmiðir, plátusmiðir, prutl- og motorsúkklusmiðir eisini vera við. – Men hesir mugu á ein annan tekniskan skúla til hini skeiðini, sum koma.

Men hesar útbúgvingarnar hava so nógv til felags, at vit hava valt at leggja fyrsta skeiðið í ein felags inngang, sigur Beinir P. Hansen, lærari og verkætlanarleiðari á bildeildini. Eftirsum tað ikki bara eru bilsmiðir á fyrsta skeiðinum er tað ein sjálvfylgja at leggja alt til rættis soleiðis, at allir lærlingar fáa sum mest burtur úr, sigur Beinir.

– Tí hava vit valt at fara undir eitt verkevni, annaðhvørt í felag, ella hvør sær, har einstaki lærlingurin altíð kennir, at verkevnið er viðkomandi, fakliga og persónliga, so skúlagongdin gerst so meiningsfull sum gjørligt. Í minsta lagi tvey krøv skulu verða lokin í verkætlanum hjá Tekniska Skúla. Fyrra kravið er kunngerðin, ið nágreiniliga lýsir hvat lærlingarnir skulu duga, tá skeiðið er av, og seinna kravið er, at lærlingarnir onkursvegna kenna á sær, at teir hava tilognað sær tað, sum kunngerðin staðfestir.

– Men líka sum í øllum øðrum skúlum, so er upp til hvønn einstakan næming, hvussu nógv hann sjálvur ger burturúr. Og her er tað, at júst verkevnið er so spennandi at fara undir, sigur Beinir, sum á tekniskum skúla í Lyngby hevur arbeitt við balstýrnum næmingum av øðrum etniskum uppruna, sum tey siga.

Siglandi bilar

Fyri tveimum árum síðani fóru Beinir og starvsfelagarnir á Tekniska Skúla undir at skipa verkevni, sum bæði kundu nøkta tørvin í kunngerðini og verða viðkomandi og motiverandi hjá næmingum. Fyrsta verkevnið var at seta saman tvær bilgronir, soleiðis at tann endaligi bilurin kundi koyra fram báðar vegir og harafturat snara á øllum fýra hjólunum.

Annað verkevnið var at gera ein vatntættan bil, sum kundi sigla úr bátahylinum á Argjum og inn í Vágsbotn. Royndirnar vístu, at ein stórur partur fór til at sveisa.

– Tí gingu vit saman við fyrstaskeiðslærlingar á Metaldeildini, sum útbúgva maskinsmiðir, rør- og blikk smiðir, stálskipasmiðir, tá vit ráð løgdu triðja verkevnið, sigur Beinir og vísir til tveir go-cart bilar, sum lærlingarnir sjálvir teknaðu og settu saman.

– Øll hesi trý verkevnini hava havt eittans endamál, og tað er at læra lærlingarnar tað, sum kunngerðin fyri teirra útbúgving ásetur, og onki minni. Og tað vil eg pástanda at verkevnini hava, og tí hava vit valt at halda fram við verkevnum av hesum slag, sigur Beinir nøgdur og væl stuðlaður av stjóranum.

Lendisbilar á Glyvursnesi

Fjórða verkevnið á Tekniska skúla er aftur samstarv millum bil- og metaldeildina, har lærlingar fyrst eru á egnari deild og síðani ganga saman í tíggju vikur. Yvirskipaða verkevnið er at gera seks offroadarar, ið skulu koyra um kapp ta seinastu vikuna. Seks persónbilar, m.a. ein Nissan Bluebird, vórðu fingnir til vega, tiknir sundur og goymdir í eini bingju. Skrokkin skuldu lærlingarnir gera av nýggjum úr svørtum stáli. Síðani kemur upphang til motor, stýrigreiðir og at enda skulu allir lutir festast á lidnu bilarnar, sum góðkendir av Akstovuni koma undur tað slagið, sum í orðabókini verða nevndir lendisbilar.

Turbo og diesel

Skeiðið við lendisbilunum byrjaði við ástøðiligari undirvísing, har lærlingarnir fingu lýst endamálið, og síðani var undirvísing, ið knýtti seg til verkevnið. – Tað bleiv millum annað staðfest, at bilarnir skuldu klára knortlut lendi, og at tað fer at verða koyrt undir øllum umstøðum, sjálvt um tað verður regn, ella kavi tann dagin, koyrt verður, sigur Beinir P. Hansen og ger vart við, at trygdin altíð verður havd í huga.

– Út yvir nøkur trygdarkrøv, sum skulu yvirhaldast, so stendur tað fullkomiliga frítt upp til bólkarnar, hvussu bilarnir síggja út, sigur Beinir, ið saman við hinum lærarunum býtti lærlingarnar í bólkar, ein til hvønn bilin. Fyrsta uppgávan er at gera upphang til motorarnar, sum stava úr seks ymiskum framhjólstrektum bilum, fýra VW Golf Diesel, har ein hevur turboløðara og hinir báðir eru úr einum Ford Fiesta Diesel við turboløðara og hin seinasti úr einum Nissan Bluebird, sum er einasti bensinmotorurin.

Ístaðin fyri at hava motorin framman, hava lærlingarnir monterað hann aftan og harvið givið bilinum bakhjólstrekk. Síðan bleiv gronin gjørd. Hon varð gjørd til tað knortluta lendi, sum avgjørt varð, at bilarnir skuldu koyra í. Gronin og motorfestið aftan vórðu sett saman og at enda tak lagt á, altsamalt úr stálrørum. Lidnu bilarnir skuldu standa roynd á bremsirullufelti og skuldu sporast, so eginleikanir at koyra verða nærum teir somu sum í einum vanligum persónbili. Akstovan sýndi bilarnar og gav teimum royndarplátur, sum við avmarkingum, vóru grundarlagið undir kappkoyring á Glyvursnesi.

Nøgdur stjóri

Egon Øregaard, stjóri, sigur, at námsfrøðiliga er hetta slagið av undirvísing ein stór avbjóðing fyri bæði lærarar og lærlingar.

– Verkevnið leggur upp til at lærlingarnir taka meira ábyrgd og samstundis fáa størri ávirkan á, hvussu undirvísingin skal ganga fyri seg og hvussu verkevnið skal forma seg. Lærarin skal harafturímóti duga at traðka eitt stig aftur og geva pláss fyri øðrum meiningum og øðrum háttum at gera tingini uppá, uttan at blanda seg ov nógv uppí, serliga tá tingini ikki verða gjørd akkurát soleiðis, sum ein hevði vilja, at tað skuldi verið gjørt, sigur stjórin og undristrikar, at tað er í skúlanum at lærlingarnir kunnu – og kanska skulu – gera feilir og ikki á bilinum hjá einum kunda. Tað læra teir nógv av, sigur Egon.

Ein annar fyrimunur við at arbeiðja við verkevnum er at hava næmingalagaða undirvísing, so til ber at undirvísa lærlingum á ymiskum støði.

– Við at integrera náttúrulæru í tey verkligu fakini, hevur man eisini givið tí fakinum meining og innihald og eitt ítøkiligt endamál, sigur Egon, ið undirstrikar, at tað eru tveir partar, ið skulu samarbeiða fyri at verkevnið skal eydnast.

– Lærararnir seta nøkur mál, stilla nøkur krøv og greina endamálið væl, virka sum eygleiðar og vegleiðarar, hjálpa við frálærutilfari, data, amboðum og tólum. Lærlingarnir mugu gera sær eina ætlan um hvussu bilarnir skulu síggja út, hvussu málini og trygdarkrøvini kunnu náast, læra amboð og tól at kenna, læra at finna tekniskar upplýsningar um bilar og so framvegis.

Á skúlanum skulu fleiri skriftligar uppgávur gerast og tær kunnu við hepni gerast í sambandi við at arbeitt verður upp á bilarnar, tí tær knýta seg at honum, sigur Egon og nevnir, at tá lærlingurin arbeiðir upp á bremsur, er tað eyðsæð, at hann eisini ger tað skriftligu uppgávuna samstundis, og tá hann er liðugur við hana, handar hana til læraran. Soleiðis vil hann, tá bilurin er liðugur, hava handað allar uppgávurnar til læraran.

– Samanumtikið fegnist eg sum skúlastjóri um, at lærarar taka stig til, og tora at ganga nýskapandi námsfrøðiligar leiðir. Henda seinasta verkætlanin prógvar, at tað ber til, og at tað eisini gevur okkara ungu hug og førleika til at ganga nýggjar leiðir.

Birgir Kruse, Dimmalætting 31. mars 2006