Skip to main content

International Book Fair Frankfurt

Birgir á máttuni í Frankfurt 2006, har India er heiðursgestur (Mynd: Niels Petersen)

Á hvørjum ári er bókamessa í Frankfurt. Messan, sum er í oktober, er heimsins stórsta. Her hittast bókahandlarar, forløg, høvundar, teknarar og prentarar.

Sum ritsjóri á Føroya Skúlabókagrunni stóð mær í boði at luttaka í 2006. Tað var nýtt og spennandi.

Sum starvsfelagin Niels Petersen plagar at siga: "Var tað ikki fyri Frankfurt, so hevði mangan verið møðisligt at arbeitt við skúlabókum!"

Rætt hevur hann. Bókamessan í Frankfurt er ein íblástur av teim sjáldsamu. Kanska serliga hjá smáum forløgum.