14.9.07

Vinnuvitan, Vikublaðið og Fjølmiðlar


Tíðindi www.fsg.fo 14. september 2007:


Mynd: Kjakið varð lívligt, tá tey 35 starvsfólkini á Vinnuvitan, Vikublaðnum og Bil.fo savnaðust á Hotel Eiði at kjakast um føroyskar fjølmiðlar. Fyrilestrahaldari var Birgir Kruse, sum hevur skrivað bókina Fjølmiðlar.


Ein privatur vinnukundi varð hin fyrsti at keypa eitt flokssett av skúlabókini Fjølmiðlar, sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur út at brúka í lærugreinini samfelagsfrøði. Tað hendi í farnu viku, tá 35 fólk frá fyritøkunu Vinnuvitan hildu fakligt skeið og vildu kunna seg við føroyskar fjølmiðlar.


Høvundar ella ritstjórar halda vanliga fyrilestur um aktuellar bøkur og tilfar, sum forlagið gevur út. Høvundurin at bøkini var tí boðsendur at halda fyrilestur.


Fjølmiðlar er skúlabók, ið viðger dagsins miðlar og við dømum lýsir tann týdning, miðlarnir hava í okkara gerandisdegi. Ikki síðani hagfrøðiliga Árbókin kom út, hava privatir kundar keypt bøkur hjá Føroya Skúlabókagrunni. Vanligt er, at kommunurnar, ið eisini eiga skúlabygningarnar, fíggja lærubókatilfarið á hvørjum skúla. Tí er sjáldsamt, men kærkomið, at bøkur hjá Føroya Skúlabókagrunni eisini verða brúktar uttan fyri hesa ringrás.


- Vinnuvitan og Vikublaðið eru týðandi partar av føroysku miðlunum, og hjá okkum er nýggja bókin hjá Føroya Skúlabókagrunni Fjølmiðlar eitt viðkomandi og hent amboð. Á greiðan hátt varpar bókin ljós á føroysk miðlaviðurskifti og tann gerandisdag, sum vit eru partur av, sigur Magni Olsen, stjóri á Vinnuvitan.