25.1.08

Tagnarmeldurin


Úr: “Hvør av øðrum liva má” bls. 23 í “Fjølmiðlar” (Føroya Skúlabókagrunnur 2008):

Týska Elisabeth Noelle-Neumann (f.1916) setti í sjeytiárunum fram ástøði um tagnarmeldurin í miðlunum. Ástøði lýsti hon í bókini “Die Schweigespirale” í 1980.

Hvørt vikuskifti hevur Sosialurin ein teig, ið kallast ”Klumman”.
Ein klumma er ein fastur teigur, har kend fólk skriva um ávís evni. Dimmalætting hevur teigin ”Hinvegin”. Hin 18. juni er yvirskriftin í hesum teigi: ”Eg arbeiði eisini”. Blaðfólkið ilskast inn á føroyingin, ið ikki er so tíðindafróður. Klumman byrjar soleiðis:

Vit føroyingar eru eitt løgið fólkaslag. Vit vilja fegin hava umtalu, tá hon er góð, men er hon minni góð, skal eingin siga nakað. Tá gerast vit ofta varin, afturlatin og onkuntíð beinleiðis tvør (…) Tað er jú eisini tað, eg og mínir starvsfelagar á øðum miðlum gera. Okkara uppgáva er bara at gera tíðindir til føroyingar, úti og heima, og málið er at hava so fjølboytt tíðindi sum møguligt. Tí ringja vit onkuntíð til fólk úti um landið fyri at hoyra eitthvørt sum hevur áhuga. Og tá er troyttandi at hoyra fólk í hinum endanum koma við løgnum undanførslum, um hví tey ikki kunnu tosa við okkum. Vit hoyra mangan fólk ilskast inn á, at ein søga verður skeivt framsett í miðlunum. Tað kemur uttan iva fyri, men tá er grundin aloftast, at tey, sum hava skrivað søguna, ikki hava fingið allar upplýsingarnar. Tá mugu tey finna sær aðrar keldur, tí er søgan áhugaverd, kemur hon fram, líkamikið um høvuðspersónarnir vilja tosa við okkum ella ikki. Tað besta er altíð, um keldan sjálv vil úttala seg, men tað, at ein kelda tegir, merkir ikki, at søgan ikki kemur fram. Tað hevur bara við sær, at hon sær eitt sindur øðrvísi út enn hon hevði gjørt, um allar upplýsingar vóru tøkar.

Eftir hesa journalistisku staðfesting tekur blaðfólkið samanum og heitir á lesaran við hesum orðum:

So, folkens, gerið tykkum sjálvum – og okkum – eina tænastu, verið meira opin, tá vit ringja til tykkara. Tað gagnar hvørkitykkum ella okkum, um so er, at tit ikki vilja klúgva í tvey. Tvørturímóti ger tað bara ilt verri.

(brot úr Hinvegin, Dimmalætting 18. juni 2007)

Danska vikublaðið Se og Hør plagar at siga, at bjóðar tú okkum til brúdleypið, so skalt tú eisini vænta, at vit koma til hjúnaskilnaðin. Blaðið vil gera vart við, at journalistikkur er ikki bara fittar søgur, men eisini beiskar søgur, sum høvuðspersónurin helst vildi hildið loyniligar. Samstundis er hetta ein ávaring til tey, sum tipsa miðlarnar við sólskinssøgum. Tey, ið tipsa, skulu eisini tola, at blaðið kemur eftir teimum, tá tey minst vænta tað. Júst hetta er maktin, ið miðlarnir hava og eiga at hava. Ein avleiðing av hesi maktstøðu er, at allir miðlar seta brúkaraní eina tvístøðu. Kann henda, at støðan elvir til at flestu velja at tiga, ella siga sum minst, verða tey spurd. Hava vit ringar royndir, vilja vit ikki tosa við miðlarnar yvirhøvur. Hava vit góðar royndir, siga vit alt, uttan at himprast.
Týski professarin Elisabeth Noelle-Neumann (f.1916) sigur, at miðlar eru so miðsøkjandi, at tey, ið hava øðrvísi meiningar, kenna seg fremmand og velja at tiga. Á henda hátt elva miðlar til eina ringrás av tøgn, ein tagnarmeldur, har tøgnin breiðir seg og elvir til, at kjakið doyr. Samstundis siga miðlarnir, at teir umboða Palleba og Marsannu, tað vil siga vanliga fólkið. Miðlarnir vilja vera við, at teir eru okkara umboð og fólkaræðisliga trygd mótvegis øllum yvirvaldi. Hetta kann eisini verða beint øvut, heldur týski professarin.

Bls. 23 í: “Fjølmiðlar”: Hvør av øðrum liva má, Birgir Kruse (Føroya Skúlabókagrunnur 2008)