27.3.06

Buck Owens deyður


Kantrí: Leygardagin andaðist kantrísangarin Buck Owens, 76 ára gamal. Kantrístjørnan, ið eisini rak útvarps- og sjónvarpsstøðir, hevði 16 milliónir plátur í umfari og grundaði kantrí sum sjónvarpsevni. Fleiri enn tjúgu sangir gjørdust nummar eitt og í 1996 varð hann innlimaður í the Country Music Hall of Fame.

Minnisgrein, Dimmalætting 27. mars 2006
Mynd: Buck Owens á palli í Crystal Palace í Bakersfield í juli 2003. "Such dark and lonely people" segði hann um føroyingar, sum við hetta høvi ynsktu ein sang. Buck hevði millumlent í Íslandi einaferðina. Hann helt, at veðrið og fjarstøðan til grannan ávirkaði sinnalagið hjá norðbúgvum.


Umframt at syngja, spældi Buck Owens á ein elektriskan Fender Telecaster gittara, sum gjørdist ímyndin av the Bakersfield Sound, ið er eitt hvast aftursvar til sukursøta kantrítónleikin úr Nashville og í dag telur Dwight Yoakam sum fremsta forsprákara. »Samlibandstónleik, sum robottar gera, dámar mær ikki«, segði Owens og gjørdist ein hetja hjá føroyskum kantrífjepparum.

Jim Shaw, sum er talsmaður Owens og spælir urgu í The Buckaroos, upplýsir at sangarin doyði heima í Bakersfield, Kalifornia, har hann síðani 1996 hevur rikið undirhaldshúsið Crystal Palace. Tíðindastovan Reuters sigur deyðsorsøkina vera hjartabrek.

Hóast Buck Owens í 1993 varð skorin fyri krabba í hálsinum og fýra ár seinni innlagdur á sjúkarahús við lungnabruna, var han ein ótroyttiligur undirhaldari. Kvøldið fyri hevði hann sum vant spælt og skemta á pallinum í Crystal Place. Miðlakønur sum fáur, sendi hann konsertirnar beinleiðis á alnótini.

Alvis Edgar »Buck« Owens varð føddur í Sherman, Texas 12. august 1929 og vaks upp í Mesa, Arizona har hann í 1946 medvirkaði í The Buck & Britt show. Árini 1948-53 varð hann giftur sangarinnuni Bonnie Campbell, sum seinni giftist Merle Haggard. Buck og Bonnie fingu í 1948 sonin Buddy Alan, sum 20 ára gamal eisini fór at syngja kantrí. Í 1951 flutti Buck Owens til ídnaðarbýin Bakersfield í oyðuni 160 km norðan fyri Los Angeles og stovnaði bólkin The Schoolhouse Playboys, har hann sjálvur spældi á saksofon og trompet. Úrtøkuna fekk hann sum session tónleikari fyri Wandu Jackson, Sonny James og Faron Young. Miðskeiðis í fimmtiárunum spældi Owens gittar í bólkinum hjá Tommy Collins, sum doyði fyri seks árum síðani. Collins var hin fyrsti at skapa the Bakersfield Sound.

Á fyrstu plátu Owens, sum felagið Pep gav út í 1956, verður hann kallaður Corky Jones. Fyrsta kenda plátan »Under Your Spell Again« kom í 1959 og árini 1962-68 var Buck Owens á toppinum við eini perlurøð av plátum, sum allar gjørdust nummar eitt, til dømis »Act naturally«, sum The Beatles seinni spældu.

Í 1989 sang Buck Owens sama sangin í duett við Ringo Starr. Árið fyri hevði hann sungið duett við Dwight Yoakam í »The Streets of Bakersfield«, sum bleiv nummar eitt og blásti nýtt lív í aldrandi hetjuna.

Saman við Roy Clark varð Buck Owens vertur í sjónvarpssendingunum Hee Haw frá 1969-1986. Helst eru tað hesar sendingar, sum hava lagt støði undir kantrítónleik í amerikanskum sjónvarpi, sum í dag er ein risaídnaður.

Sagt hevur verið, at kantrí er tónleikurin hjá hvítu arbeiðarastættini í Amerika. Við hesum í huga er áhugavert at staðfesta, at í bygdum við langfaramonnum, standa mangar plátur við Buck Owens, keyptar í Nýfundlandi og varðveittar í fjøruti ár sum ein sjáldsamur varði í føroyskari siglingarsøgu.

Birgir Kruse, Dimmalætting 27. mars 2006
PS! Myndina tók eg sjálvur í Bakersfield, California í juli 2003