27.9.07

Fjølmiðlar í undirvísingarhøpi

Ummæli, Dimmalætting 26. september 2007:

Føroya Skúlabókagrunnurin hevur givið út bókina ”Fjølmiðlar”, sum Birgir Kruse hevur skrivað og lagt til rættis.

Í formælinum upplýsir hann, at bókin er bygd á bókina ”Samfelagsfrøði 1. Tú og samfelagið”, sum Petur Ove Petersen skrivaði, og Skúlabókagrunnurin gav út fyri 11 árum síðani, og hevur hann í við bókini tikið støðið úr kapitlinum um fjølmiðlar.

Bókin er ætlað sum tilfar hjá elstu næmingunum í fólkaskúlanum og hjá teimum, sum ganga á miðnámsskúlum.

At fjølmiðlar hava stóran týdning í einum samfelag, ikki bara heima í dunnuhylinum, men allan knøttin runt, gevur bókin tí lesandi eina fatan av. Eisini hvussu neyðugt tað er at verja talu- og skrivifrælsi, sum als ikki er ein sjálvfylgja nógva staðni.

Undirdíkt í tilfari

Men einki stendur í bókini ”Fjølmiðlar” um, at hetta við talu- og skrivifrælsinum ikki merkir tað sama sum, at bløð og loftmiðlar er bundin í hvørjum einstøkum føri at taka alt innsent tilfar við í sínum blaðútgávum ella sendingum, sum tey verða undirdíkt við.

Øll hava loyvi at hava sínar hugsanir og meiningar, siga tað hart ella eisini geva tað út sjálvi uttan sensur. Tað er tað, sum talu- og skrivifrælsi merkir.

Bókin, ið er sera fjølbroytt, er bygd upp á tann hátt, at næmingar í sambandi við ymsu evnini, sum hava við fjølmiðlar at gera, svara teim fyrispurningum, sum sera viðkomandi og spennandi kjakevnini, ið lýst vera, snúgva seg um.

Lætt lesilig

”Fjølmiðlar” er sett upp á ein modernaðan hátt við nógvum myndum, tekningum og sitatum, og kann fyri eitt kønt grafiskt eyga síggja í so forvirrislig út. T.d. tá tú lesur ein tekst og rennur teg á eina mynd, so veitst tú ikki beinanvegin, um teksturin heldur fram undir myndini, ella um tú skalt halda fram í øllum tekstinum í báúm teigunum omanfyri hana, áðrenn tú fert víðari. Tað skal man líka venja seg við.

Bókin ”Fjølmiðlar” kallar bløð, (dagbløð, vikubløð,tíðarrit o.s.fr.), bøkur, útvarp, sjónvarp - og so fløgur og filmar fyri fjølmiðlar. Kjakast kann verða, um tað er beint at kalla alt millum himmal og jørð fyri fjølmiðlar, ella um inflatión er komin í orðið.

Og so eru tað smáting sum dagfestingar, sum koma fyri ymsa staðni í tekstinum, har upplýst verður nær tað ymsa hevur verið at sæð í bløðum, hoyrt í útvarpi ella sæð í sjónvarpi.

Keldutilfar

Nógv og drúgt kanningararbeiði liggur aftanfyri eina tílíka bók, fyri at hjálpa næmingunum at finna fram upprunakeldutilfar, so teir sjálvir kunnu arbeiða víðari við tí.

Beate L. Samuelsen, Dimmalætting 26. september 2007