14.2.08

Fornfilmsfelagið farið undir at skráseta gamlar spælifilmar

Tíðindagrein, Dimmalætting 13. februar 2008:

Um ikki langa tíð fáa vit kanska høvi at síggja gamlar filmar uttan ljóð á uttandurasýningum við livandi nýsprotnum rocktónleiki til.

Í eina tíð hava Birgir Kruse, ritstjóri, Ole Wich, grafikari, og Kartni Ravnsfjall, bókavørður, arbeitt við at seta á stovn eitt felag við gomlum spælifilmum, eitt fornfilmsfelag, sum stutt og greitt hevur fingið heitið ”Fornfilmsfelagið”.

Allir tríggir vóru teir virknir í Filmsfelagnum ta tíð, felagið var virkið, 1984 til 1992. Filmsfelagið hevði javnan kvalitetsfilmsýningar við fyri limum fyrst í Norðurlandahúsinum og seinni í Sjónleikarhúsinum í Havn. Og undan Filmsfelagnum var tað eitt felag, sum æt Filmslistafelagið, ið plagdi at sýna filmir fyri limum. Hetta felag virkaði frá 1962 til 1975.

Skipað var so fyri, at ein skrá fyri eitt ár í senn var løgd og send limunum í Filmsfelagnum, sum fyri ein bíligan penga kundi koma at síggja teir saman við gestum, sum lótu eitt sindur meiri fyri atgongumerkið enn limirnir.

Mugu ikki í gloymskuna

Birgir Kruse, Ole Wich og Kartni Ravnsfjall hava framvegis sera stóran áhuga fyri filmum, ikki bara vanligum filmum, sum vit síggja í Bio-høllum og sjónvarpi, men gomlum filmum, so sum heitið á felagnum Fornfilmsfelagið bendir á.

Endamálið við felagnum er at styðja og økja um áhugan fyri livandi myndum, ið mettar verða at hava listarligt savnsvirði, stendur m.a í eini viðtøku, sum fyrireikararnir hava gjørt fyri virkseminum.

Millum ár og dag eru fleiri filmar tiknir upp í Føroyum og hava fyrireikararnir seta sær fyri at fáa fatur á hesum filmum og skráseta teir, so teir ikki fara í gloymskuna. Nógvir av filmunum eru heilt gamlir, tiknir eru upp fyri okkurt um hálvt hundrað árum síðani. Og so eru nakrir uppaftur eldri, meiri enn hundrað ár og uttan ljóð.

Uttandurasýningar við rocktónleiki

Umframt at skráseta filmarnar, ætla Birgir Kruse, Ole Wich og Kartni Ravnsfjall í Fornfilmsfelagnum av og á at velja út onkran gamlan film uttan ljóð og sýna hann á eini uttandurafilmssýning saman við einum rockbólki, ið frammanundan hevur fingið til uppgávu at komponera tónleik til filmin.

Skipast kann fyri hesum filmssýningum ymsa staðni t.d. á Skálatrøð ella onkra aðra staðni. Ein stuttligur filmur kundi verða tann, sum Landsverk, sum fyrr æt Landsverkfrøðingurin, tók upp í 1977. Hann eitur ”Koyrivegir í Føroyum”. Upptøkutól var sett á ein bil, og so var koyrt alla staðni, har koyrandi var um hetta mundi.

Elsti filmurin er ivaleyst ”Kongavitjan í Føroyum”, sum Ole Olsen tók upp í 1907, og so ein annar, ið er trý ár yngri, ”Færøerne: Øgruppe i Atlanterhavet”, sum Nordisk Film tók upp.

Filmur um Stefan Danielsen

Ein filmur, sum sigst ongantíð hava verið vístur alment, er um listamannin úr Nólsoy, Stefan Danielsen. Knud Leif Thomsen tók hendan filmin upp í 1965. Ein føroyskur kovboyfilmur er eisini til. Anders Mosbjerg Christensen gjørdi hendan filmin eina ferð í 1950unum. Hann er tikin upp á dekkinum umborð á eini slupp í Vági.

Spaniumaðurin Miguel Hidalgo, sum eitt skifti búði í Føroyum við konu og tveimum børnum, gjørdi nakrar dramafilmar, sum bert vóru sýndir einstakar ferðir. Millum hesar kunnu nevnast ”Heystblómur”, ”Páll Fangi” og ”Rannvá”. Og so eru tað allir teir, sum tiknir eru upp í nýggjari tíð.

At tátturin við Fornfilmsfelagnum tekur seg upp beint nú, hevur sum so einki við ta filmsverkætlan, sum Substanz Nordisk Film saman við Eik Banka er farin undir. Í hesum seinna førinum snýr tað seg um at gera film við søguligum filmsklippum úr gerandislívinum hjá føroyingum seinastu 100 árini.

Endurnýtt búmerki

Í viðtøkunum hjá Fornfilmsfelagnum verður nevnt, at virkisøkið hjá felagnum fevnir um heimildarfilm, spælifilm og listarligan film, har Føroyar og føroysk viðurskifti eru støðið ella evnið. Felagið virkar fyri at tílikir filmar verða skrásettir og gjørdir atkomiligir fyri almenninginum eins og felagið virkar fyri listarligum átøkum, har slíkir filmar verða endurnýttir. Gamla Filmslistafelagið hevði eitt búmerki, sum Petur Zachariasen teknaði. Har sóust bókstavirnir F og L. Sama búmerkið nýtti Filmsfelagið, tá tað kom. Nú hevur Ole Wich endurnýtt gamla búmerkið til FornFilmsFelagið við at seta bókstavnirnar F og F í tað.

Beate L. Samuelsen, Dimmalætting 13. februar 2008