Skip to main content

Føroya søga á filmi í 100 ár

"Føroyskar søgur, upplivingar úr gerandisdegnum" er heitið á søguligari filmsverkætlan, sum Eik Grunnurin og framleiðslufelagið Substanz Nordisk Film standa fyri í samstarvi við Fornfilmsfelagið og Kringvarpið. Talan er um at savan filmsupptøkur, ið lýsa seinastu 100 árini í Føroyum gjøgnum gerandisupplivingar hjá høgum og lágum.

Í hesum sambandi heitir samskiparin Uni Leitistein Hansen á allar føroyingar um, at fara í skuffur, upp á loftið og út undir væðingina at leita eftir gomlum, søguligum filmsupptøkum, ið kunnu varpa ljós á søguna hjá okkum øllum hetta drúgva og hendingaríka tíðarskeið. Alt filmstilfar, ið stavar frá undan 1900 og fram til 1990, og er á 8 mm., 16 mm. ella øðrum videoformati, hevur áhuga.

Vikuskiftið 7.-9. mars 2008 verða søguligir filmar heintaðir frá 17 ymsum fólkum kring landið. Filmarnir verða sendur til Danmarkar við starvsfólki hjá Eik, mikudagin 12. mars 2008.

Kontaktpersónar eru Uni Leitistein Hansen ulh@substanz.dk telefon +4522490919 og Birgir Kruse birk@email.fo telefon 311182, ella 581182.

Meir er at lesa um verkætlanina á heimasíðunum hjá Eik www.eik.fo og á heimasíðuni hjá Substanz Nordisk Film www.substanz.dk