Skip to main content

Gene Pitney úr tíðini


»If I only had time«, sang amerikanski Gene Pitney einaferðina. Mikudagin doyði hann, 65 ára gamal á konsertferð í Cardiff. Í 1989 hoyrdist hansara ekkó á Oyggjarvegnum


Minnisgrein, Dimmalætting 6. apríl 2006:


Amerikanski sangarin Gene Pitney, sum yrkti »Hello, Mary Lou« og »He’s a Rebel« og í 1963 sjálvur sang »24 hours from Tulsa«, doyði meðan hann var á konsertferð í Cardiff í Wales.


Jene Levy, ið umboðar Pitney sigur, at 65 ára gamli sangarin við teirri snjallu røddini, varð funnin deyður mikumorgunun á hotellkamarinum í Cardiff, har hann kvøldið fyri hevði hildið konsert, ið BBC metti sum hansara alrabestu í áratíggju.


Gene Pitney, sum hevur sungið nógvar kendar plátur og eisini skrivað sangir til onnur, var javnan á konsertferð. Bara í Bretlandi stóðu 23 konsertstøð á plakatini, nú hann doyði.James Kelly, ið stóð fyri konsertum Pitneys í Bretlandi, var saman við sangaranum týskvøldið.


– Eg havi aldri sæð hann so væl fyri á palli áður, andbráður og sprækin. Við Reuter sigur Kelly, at Pitney varð funnin fult ílætin, sum um hann hevði sett seg á seingjarstokkin at hvíla eitt bil eftir væleydnaðu framførsluna, har hann fleiri ferðir varð klappaður upp aftur á pallin.


Á heimasíðu Pitneys verður sagt, at hann av fyrstan tíð ikki hevði áhuga í at gerast sangari, men var ein innisælur drongur, ið savnaði frímerki og fekst við elektronikk. Men tónleikur festi í hugan og hann fann saman við Ginny Arnell og tey spældi inn plátur hjá Decca undir navninum Jamie & June. Rættuliga kendur bleiv hann tá onnur fóru at syngja hansara sangir, eitt nú amerikumenninir Rick Nelson, Roy Orbison og Bobby Vee og bretin Marty Wilde.


Eftir hetta sang Gene Pitney egnar sangir og tók upp samstarv við ljóðmannin Phil Spector, ið skapti hin tiltikna Wall of Sound. Samstarvið passaði sum fótur í hosu til eyðkendu tenorrødd Pitneys. Samanrenningin legði lunnar undir ein stórbæran orkesturstíl, sum við fyrimynd úr opera, kundi verið kallaður popp-aria, og gjørdist vørumerki hjá Gene Pitney, ið Paul Gambaccini skýrir the king of poparia, m.a. við filmsangunum »Town Without Pity« og »The Man who Shot Liberty Valance« og »24 hours from Tulsa«, sum við sjeytummaseymi setti Pitney á heimskortið.


Pitney hjálpti Rolling Stones at koma fram í USA og afturfyri skrivaðu Mick Jagger og Keith Richards »That Girl Belongs to Yesterday«, sum Gene Pitney sang og bleiv kendur við báðu megin Atlantshav.


Tað var í Bretlandi, at Pitney vann mesta frama. Árini 1961-1974 vóru 40 av hansara sangum á toppinum, meðan amerikanska talið í tíðarskeiðnum 1961-1968 var 16 sangir. Filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir »Atlanic Rapsody« endaði í 1989 við eini døkkari útgávu av kendasta Pitneysanginum nakrantíð »Something’s Gotten Hold of my Heart«, spældur úr einum bili á Oyggjarvegnum við útsýni yvir Havnina. Árið eftir varð Gene Pitney fyri seinastu ferð á toppinum í Bretlandi við sama sangi, hesuferð í duett við Marc Almond.


Birgir Kruse, Dimmalætting 6. apríl 2006