Skip to main content

Rambo vil frelsa trúboðarar!

Sylvester Stallone sum Rambo við svørtum pannubandi í nýggja filminum Rambo IV

Rambo hevur í fjórðu akt funnið sær veg til Teilands, har hann er uppilagstur vietnammaður. Har verður hann sendur at fría trúboðarar, ið eru tiknir fangar í Burma, landinum har øll rætttrúgvandi – ikki bara trúboðarar – liva sum í miðøld.

Í donsk-føroysku orðabókini verður hugtakið finnlandisering umrøtt. Tað merkir at gera eitt land politiskt bundið at Sovjetsamveldinum, sum Finnland var. Tað var kalda kríggið, ið gav finnlandiseringini bestu gróðrarlíkindi.

Heimsins besta alfrøði, hin enska Wikipedia, vil vera við at nógv dømi eru um lond, ið lata seg finnlandisera. Til dømis Danmark mótvegis Týsklandi árini 1871 til 1940.

Í bókini Political Censorship in Finnish Libraries vil Kai Ekholm vera við at ikki færri enn 1700 bøkur vórðu beindar burtur av bókasavnshillum í Finnlandi, tá finnlandiseringin var í hæddini.

Finski leikstjórin Renny Harlin, sum nú er stórur í Hollywood, gjørdi í 1986 filmin Born American. Í hesum filmi letur hann tveir ungar amerikanskar studentar, sum eru í Finnlandi, fara um markið til Sovjett. Tær gera hetta í spølni, men marknavørðarnir eru ikki at spæla við og senda studentarnar lúkst í eina miðaldarliga fangalegu.

Finska filmseftirlitið bannaði filminum, tí hann setta eitt grannaland í ringt ljós. Tíðliga í sekstiárunum varð sama bann sett klassikaranum hjá John Frankenheimer The Manchurin Candidate (1962).

Síðani er so mangt hent. Kalda kríggið er av og friður er í Norðurírlandi, har øll hava gloymt hví tey bardust. Men samstundis mistu øll tey, sum í ein mansaldur bygdu sær fíggindamyndir, fótafesti. Undirhaldsvirðið í píning, bumbing og njósningarvirksemi var burtur.

Meðan Guantanamo spøkir í havsbrúnni, ætlar Rambo at gera nakað við hetta álvarsmál. Á fjórða sinni er hann tí aftur farin í hernað móti fíggindanum. Fíggindanum, ið hevur so mong andlit, mótvegis okkum í frælsa heiminum.

Við eini greiðari fjarstøðu er áhugavert at síggja hvussu bílig mannalív og virðisleysir kroppar verða sprongdir í luftina og høgdir í smálutir í hesum filmi, Rambo IV.

Burmesisku bølmennini spæla russiska roulett við livandi fangum, ið teir send út í rísmarkirnar at vaða. Til tað sigur bumm og bleiktrandi løriftið gerst blóðreytt og dryppar burtur í lilla. Spennandi litspæl, lítið tekkiligt innihald og hugmyndafrøðiligt av allari leið

Men Rambo er so ikki raktur av finnlandisering. Tvørturímóti fer hann um øll mørk og lýsir eitt grannaland sum helviti á jørð. Tað er bert Rambo, útilagin amerikanskur vietnamhermaður, ið kann frelsa tey glataðu, sum fallin eru í burmesiska tíðarlumman.

Kann verða, at dagsins Burma er ikki sama hóttan, sum Sovjett var fyri Finnlandi í kalda krígnum. Og kann eisini vera, at Burma hevur lítla samkenslu okkara millum, í frælsa og mentaða heiminum.

Men tað undrar meg, at Rambo hevur lagt reyða pannubandið frá sær. Hetta er vørumerkið hjá Rambo. Í nýggja filminum er pannubandið svart. Harragud, Rambo, í fjør lótu vit okkum øll í reytt. Bara fyri Burma og frælsisstríðnum har.

Tínir dagarnir eru taldir, Rambo. Og tú skuldi fari at lisið um finnlandisering. Saman við danska prestinum Jacob Holdt kundi tú so fari at rudda upp í egnum bakgarði. Tað hevði givið tær atkvøður til forsetavalið. Og okkum ein betri heim við hugabetri undirhaldi. Ímeðan mangur svangur er, so prædikar tú fyri deyvum oyrum. Reload, Rambo!

Birgir Kruse