24.1.08

Skúlabókagrunnurin á Google


Tíðindagrein, Dimmalætting 23. januar 2008:

Nú skulu føroyskir skúlanæmingar og onnur finna kvalifiseraðan tekst, tá tey sláa orð upp á Google.

Hetta er høvuðsendamálið, nú bøkur hjá Føroya Skúlabókagrunni verða at finna á Google Book Search.

Smáar túsund bøkur, sum skulu skannast hjá Google Book Search, verða í løtuni pakkaðar og sendar av landinum.

Hetta er liður í samstarvi, sum byrjaði í Frankfurt í 2006, tá fundur var við leiðsluna í Google Book Search. Birgir Kruse, ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni, bleiv samstarvsfólk hjá Føroya Skúlabókagrunni í samstarvi við ein norðmann, sum samskipar samstarvsavtalur fyri Google Book Search.

Treyt er, at í minsta lagi 20 prosent av hvørjari bók skulu síggjast á netinum, men tekstirnir kunnu hvørki printaast ella margfaldast. Øll leitiorð í bókini eru at finna á Google. Tað vil við øðrum orðum siga, at tá leitað verður eftir onkrum orði í einari av bókunum, verður víst á viðkomandi bók, forlag og so framvegis. Eisini ber til at keypa bøkurnar umvegis netið.

Sambært Føroya Skúlabókagrunni verða bøkurnar skannaðar á lógligan hátt. - Tað er soleiðis, at Skúlabókagrunnurin hevur havt advokatin Sigmund Poulsen við í tilgongdini at tryggja, at alt fer rætt fram. Mett verður, at talan er um sølufremjandi tiltak. Umframt hetta hevur ein ráðgevandi nevnd við Árna Dahl sum formanni góðkent ætlanina, sigur Birgir Kruse, ritstjóri.

Verkætlanin kostar Føroya Skúlabókagrunni ikki eina krónu. Bæði porto og skanning verða goldin av Google.

Katrin Erlendsdóttir, Dimmalætting 23. januar 2008