19.3.08

Arthur C. Clarke úr tíðini




Aldri áður eru framstig manna-ættarinnar lýst so hugtakandi, sum á hesum báðum myndum. Tær eru úr innganginum í filminum "2001: A Space Odyssey" (1968).

Ein steinaldarmaður kastar fyrsta vápnið, sum er ein brotin lærleggur, upp í luftina og niður aftur kemur ein high tech rúmdarstøð við tónum hjá Strauss. Í millum byrjan og enda á hesum sekvensi liggur mentanarsøga okkara. Fantastiskt!

90 ára gamal, er upphavsmaðurin til hesa søguna "2001: A Space Odyssey", Arthur C. Clarke, farin úr tíðini. Søgan, sum er frá 1968, varð beinavegin gjørd til film. Leikstjóri varð Stanley Kubrick, sum við hetta høvið gjørdi eina av mest avbjóðandi visualiseringum í allari filmssøguni. Kubrick doyði í 1999.

Sí grein "Tá framtíð gerst samtíð" undir árinum 2001 í yvirlitinum til høgru.