Skip to main content

Fitna og Geert Wilders


Niðurlendski høgrapolitikarin við tí sjáldsama hárinum, Geert Wilders (f.1963), hevur nú roynt seg við filmiskum amboðum. Tað ger hann við stuttfilminum Fitna, sum lýsir og staðfestir muslimskan ágang í okkara tíð.

Filmurin er lagdur á netið, so allur heimurin kann síggja boðskapin. Í so máta er Wilders effektivur sum eingin annar. Hóast betra borgarskapið og dannaði hampafólk annars muta í móti, so er og verður tað Wilders, ið setur skránna og fær seinasta orðið.

Júst hetta er bæði veikleikin og styrkin í demokratinum. At kunna rúma øllum meiningum, staðfestingum og listarligum útsøgnum.

Filmurin, ið varir 16 minuttir og onkustaðni er kliptur niður til 10 minuttir, varð lagdur á netstaðin Liveleak 27/3-2008. Øsingin varð so mikil, at tey strikaðu filmin. Men tá var hann longu farin um allan heim og goymdur í ymsum útgávum á YouTube, sum Google eigur. Skrivar tú teg inn her og váttar at tú ert 18, so ber til at síggja henda sjáldsama niðurlendska dokumentarfilmin um islam og Koranina.

Filmurin Fitna tekur støði í nøkrum ørindum úr Koranini. Ørindini heita á hin rættrúgvandi, at breiða út trúnna og drepa fyri hond tað, sum mutar ímóti. Í so máta er hetta lítið annarleiðis enn Gamla Testament. Men hjá okkum siga vit, at hesin bíbilski partur hoyrir til gomlu paktina. Í dag lesa kristin heldur Nýggja Testamenti. Henda samanbering kemur ikki fram í filminum.

Í einføldum, men effektivt ágangdi brotum verða vit mint á, hvussu djevulskt hóttandi islamska trúgvin er. Tá vesturlendsku líkini eru sum flest, verður Åses Død hjá Grieg smurd omanyvir. Tølandi, sum á einum vekingarmøti hjá einum speed predikanti. Heldur ikki henda samanbering verður gjørd.

Í heila taki er filmur Wilders ein einoygdur og eindimensionalur vitnisburður frá eini bangnari sál, ið er um at missa trúnna á alt og sjálvan seg. Tó, ikki ber til at siga, at boðskapurin er grunnur. Tann ræðsla og angist, sum Wilders leggur fyri dagin í hesum filmi, er djúp. Hetta er bládýpi. Men onkursvegna kenni eg á mær, at bládýpið verður sáað við beráddum huga. Wilders vil ikki skilja muslimar. Hann vil skilja seg frá teimum. Undir einum eru tey orsøkin til allan heimsins djevulskap í okkara tíð. Tað er boðskapur Wilders. Í somáta er hetta eitt ekkó, vit fyrr hava hoyrt av evropeiska meginlandinum.

Tað áhugaverda við filminum Fitna liggur uttanfyri sjálvan filmin. Tað er útbreiðslan og umrøðan, sum politikarin Wilders, við altjóða journalistiskari hjálp, hevur eydnast at skapt - úr ongum. Tí her er einki nýtt. Filmsbrotini hava vit øll sæð áður. Tey eru sett saman úr sjónvarpstíðindum seinastu árini. Gamaní eru hetta staðfestingar av álvarsligum hendingum. Men tað er ikki islam í sjálvum sær, sum er atvoldin. Enn minni Koranin í sjálvum sær. Tað eru ekstremistar, tey víðgongdu sjónarmiðini, sum dag og dagliga elva til at vit skulu kannast í høvd og reyv, bara vit fara umborð á Atlantsflog.

Eins bílig og mannalív eru hjá hesum djevulsettu ekstremistum, eins bílig eru frásøgukynstrini hjá fólkavalda propagagandistinum Wilders. Vit liva í bíligum tíðum. Og hesin biografur er púra ókeypis og røkkur inn í hvørja stovu.

Guð forbarmi seg!