21.3.08

Hello, Gerry!


Gerry Adams uttanfyri høvuðsskrivstovuna hjá Sinn Féin. Um hornið er Bobby Sands málaður á veggin. (Myndir: Birgir Kruse)

Belfast er í dag ein lagaligur býur. Møtir tú Gearóid Mac Ádhaimh, eisini kendur sum Gerry Adams, so heilsar hann kurteisliga. Eingin skundur, eingin órógv. Friður er fallin yvir Belfast. Eisini Vesturbelfast. Gerry Adams, sum er higani, hevur verið forseti Sinn Féins síðani 1983.

Eftir at hava svøltað seg í 66 dagar, doyði hin 27 ára gamli Bobby Sands í Maze (Long Kesh, H-Block) fongslinum 1981. Hann skrivaði bøkur og yrkti sangir. Kendasta er bókin One Day In My Life, sum veturin 1979 varð skrivað á "toilet paper with a biro refill...hidden inside Sands' own body", sum skrivað stendur á bls. 18 í 2001 útgávuni. Fyrsta útgáva kom í 1983. Fororðini skrivaði Gerry Adams, sum sjálvur sat í fangahúsi og leingi var bannaður at tala í BBC.