7.3.08

Hvat er eitt flagg?

Fløgg og Merkið I:

Føroyska flaggið rópa vit ”Merkið”. Eingin er í iva um, hvussu tað sær út og hvat tað ímyndar. Fleiri eru eisini, ið kenna søguna um "Merkið" og lesa hana við áhuga. Ein teirra er Ole Wich við netstaðnum www.olewich.com

Hann hevur arbeitt við uppskoti um nýtt flagg. Tó so, Ole hevur ongar ætlanir um at skifta ”Merkið” út, ella á nakran hátt at venda sær burtur frá viðurkenda flaggi føroyinga.

- Eg havi jú bara gjørt hetta flaggið, til at vísa á, at eitt flagg eigur at lúka nøkur avís formell grafisk krøv og kann hava eitt annarleiðis, ella størri symbolvirði, sæð í mun til eyðkennini á staðnum, tá óviðkomandi virðisásetingar ikki síggjast. Eg haldi eisini at Føroyar vórðu eitt betri brand í altjóða høpi við einum flaggi, ið gekk ein annan veg enn tey skandinavisku krossfløggini. Hetta er alt samalt bara royndir og tankaspuni, her og nú, sigur Ole Wich.

Á http://www.kjak.fo/ sigur Ole Wich um flaggið omanfyri: - Hvis jeg skulle have designet det færøske flag, ville jeg som grønlænderne havde forladt korsflaget. Så ville jeg have taget udgangspunkt i sted og placering. Så ville det nok have set nogenlunde sådan ud som ovenstående billede.

Det havde givet Føroyar et specielt brandmærke, som umiddelbart kunne forstås, fordi det er en nedkogning af udseeende af Føroyar set fra oven. Det ville også adskile sig fra de nordiske korsflag, som mange forveksler med hinanden. Læg mærke til at det røde og blå er adskilt af hvid, så de ikke falder sammen på afstand.

Det blå repræsenterer naturligvis det omsluttende hav og pointerer begrebet "øer". Det hvide repræsenterer brænding. Det røde repræsenterer landet eller de folk der bor her, og som er den aktive kraft, der forandrer og opbygger. Det er symbolværdier, der er nogen lunde som Merkið, de kommer bare meget bedre frem her, sigur Ole Wich á kjaksíðuni http://www.kjak.fo/

Fram til Flaggdagin fari eg at savna stubbar um fløgg og Merkið.

Birgir Kruse, Fløgg og Merkið I