28.3.08

Listastevna Føroya endurstovnað?

Carl Jóhan Jensen (tv) í samrøðu við Ian Anderson úr Jethro Tull á Norðradalsskarði. Mitt fyri, við rygginum til, er Birgir Kruse og í baksýni trummusláarin.

Undir heitinum "Innsig og útsig" hugleiðir rithøvundurin Carl Jóhan Jensen í Punktum.fo í Dimmalætting 19. mars 2008 um føroyskar bókmentir og hvussu føroysk mentan sæst aftur í altjóða høpi. At enda nevnir Carl Jóhan Listastevnu Føroya:

Ein stjóri í Norðurlandahúsinum, sum framtak var í, tók fyri nøkrum árum síðani stig til eina altjóða listastevnu í Føroyum. Listastevnan var hildin í fimm ár á rað, seinastu ferð í 2005, og fekk góða undirtøku. Hvørt ár vóru í miðal eini átta túsund fólk til tey ymsu tiltøkini.

Listastevnan fekst tó ikki í lag fyri einki, hon kravdi eina íløgu, sum togaði upp í móti hálvari fjórðu millión, brutto. Sum vituligt var vildi stýrið fyri Norðurlandahúsið ikki svara fíggjarliga fyri listastevnuna í allar ævir, aðrir partar máttu fáast uppí, eitt nú landið. Men føroyskir myndugleikar kendu ikki sín vitjunartíma og lótu listastevnuna fara fyri bakka.

Listastevnan fekk tó sannað (og tað so dyggiliga), at við mentanarlívinun er tað ikki øðrvísi enn við sundum og firðum. Har sum innsig er, har verður eisini útsig. Helst mundi listastevnan tey fimm árini, hon varð hildin, breiða meiri vitan út í heim um føroyska mentan, enn øll tjúgunda øld tilsamans. Eisini tá ið tað galt bókmentir

Fyri einum góðum mánað síðani hendi, kanska eitt sindur óvæntað, eitt skifti í landsins politisku leiðslu. Í skjalinum, sum er grundarlagið fyri hesum skifti, hava teir tríggir stjórnarflokkarnir knæsett eitt nýtt hugtak, tað er hugtakið útflutningsframi. Kanska átti landstýrið at víðkað hetta hugtak við tí endamáli at gera eitt munagott átak til frama fyri føroyskan list-útflutning í valskeiðinum. Í sama viðfangi kundi so Listastevna Føroya verið endurreist, men hesa ferð á føroyskum botni fíggjarliga.

Spyrst so livst.

Carl Jóhan Jensen, brot úr "Innsig og útsig": Punktum.fo í Dimmalætting 19. mars 2008