Skip to main content

Millum Jennings og Jethro

Mítt fløgusavn er skipað eftir bókstavaraðnum. Undir bókstavinum J finna vit Jensen. Har stendur fløgan September í bjørkum sum kanska eru bláar, tí upphavsmaðurin eitir Jensen, Carl Jóhan Jensen.

Eftir bókstavaraðnum er Jensen settur millum fyrst Jennings og síðani Jethro. Fullu nøvnini eru Waylon Jennings og Jethro Tull. Mitt millum hesar fløgur, ið kasta langan skugga, stendur Carli. Í mínum savni er tað ikki ein vána staður. Tvørímóti.

Waylon er ein av teim útilagnu á heiðini, meðan Jethro Tull er ein av mentanarligu løðarsteinunum, sum ungir havnamenn sprungu á, tann tíð tað var. Og tá Carli kemur á vitjan, vil hann hoyra Jethro Tull.

Skaldskapur er frálíkur á fløgu. Klassikarin er A Century of Recorded Poetry in their Own Voices, har yrkjarar sjálvir lesa á fýra fløgum. Ein varði og hvør í sínum lagi tíðartinnur eisini. Carli, einsamallur, er ikki verri. Í kvøld heiðra vit honum við teimum fimmti. Tillukku!