24.3.08

Reporters sans frontières



Tað var eitt umboð fyri felagsskapin Journalistar Uttan Landamørk (Reporters sans frontières), sum mótmælti, tá fest varð í olympiska kyndilin í Grikkalandi í dag.

Kyndilin er nú á ferð kring knøttin og verður í Beijing 8. august. Heimspressan fylgur við og gott høvi er at gera vart við mannarættindaspurningar og viðurskifti annars, ið skerja persónliga frælsi í olympiska vertslandinum.

Felagsskapurin Journalistar Uttan Landamørk kallar Kina heimsins stórsta journalistiska fangahús.

Felagsskapurin Journalistar Uttan Landamørk heitir tí á heimsins fólk um stuðul. Hesin stuðul kann veitast við at skriva undir áheitan, ið verður send Liu Qi, forsetanum í Olympisku Nevndini í Beijing, sum eisini er skrivari í býráðnum.

Her er slóð til áheitanina: http://www.rsf.org/article.php3?id_article=2293