11.3.08

Søguligur filmur úr Havn

Rannvá Olsen við filminum, sum langabbabeiggin Ingvald Olsen tók í 1926. Ingvald (1905-1981) er hin yngsti av brøðrunum.

Elsti føroyski filmur, sum higartil er funnin, er tikin í 1926. Myndamaðurin er Ingvald Olsen úr Havn. Ingvald varð føddur í 1905 og doyði í 1981. Filmurin, hann tók í Havn og á Tvøroyri, er í 35 mm stødd og varir 12 minuttir.

Filmurin hevur verið vístur í biografinum hjá Dia á Bø, har sum Føroya Banki er í miðbýnum í Havn.

Upptøkurnar eru av kongavitjan í Havn 1926, tá Kristian X. vitjar saman við drotningini Alexandrinu. Vit síggja hópin av fólki, sluppum og deksbátum á vánni og havnalagið á Eystaru- og Vestaruvág. Eisini síggja vit eina sjáldsama sirkus-karusell, ið melur so lystiliga á Vaglinum ella har í nánd. Eftir hetta er fótbóltsdystur har HB og TB spæla, og vit síggja eitt brot við fólki, ið eru savnaði á bryggjuni á Tvøroyri. Síðani er norsk ítróttarvitjan og tveir menn taka brókatøk eina góða løtu.

Kristian X. og Alexandrina drotning vitjaðu fyrstu ferð í Føroyum í 1921. Kristian X. kongur fevndi um tveir heimsbardagar. Hann var upphavsmaður til víðagitna og elskaða ævintýrið um gulu jødastjørnuna og eitt ár innan hann doyði, sendi hann løgtingið til hús eftir fólkaatkvøðuna í 1946.

Hesin sjáldsami filmur hjá Ingvaldi Olsen hevur altíð verið í barnaheiminum hjá Rannvá og mammuni Petry Olsen í Tórsgøtu í Havn. Nú verður søguligi filmurin spældur yvir á DVD, so lagaligari verður at síggja hann. Og óivað verður hann partur av verkætlanini "Føroyskar søgur, upplivingar úr gerandisdegnum". Tað eru vit bara fegnar um, siga tær báðar Petry og Rannvá, sum halda at øll eiga at fáa høvi at síggja hesar forvitnisligu upptøkur.

Ingvald Olsen búði í Danmark, har hann arbeiddi sum shippingmaður. Hann var giftur við danskari konu, Rosa, og eigur eina dóttir, Una.

Ingvald var yngstur av seks brøðrum. Hinir vóru Olaf, f. 1893, Carl, f. 1895, Frants, f. 1897, Bona, f. 1899 og Jacob (Zahle), f. 1902. Teir báðir elstu vórðu føddir í Havn, hinir í Oyndarfirði, har tey búðu til umleið 1907, tá húskið flutti aftur til Havnar. Pápin, Jákup, ið eisini var løgtingslimur, fór tá at arbeiða á fútaskrivstovuni og varð vanliga kallaður Jákup í Fútastovu. Hann doyði í 1934 og mamman, Inga, í 1930.

Tá ið Ingvald var deyður í 1981, kom urnan heim. Urnan varð sett í kistu, og hann er grivin við Velbastaðvegin við síðuna av Birtu Helenu og beiggjanum Jákupi Olsen (Zahle).

Nærri kann lesast um filmsverkætlanina á heimsíðuni hjá Eik www.eik.fo/ og annars undir “filmi” í hesum bloggi. Til ber eisini at leita eftir verkætlanini ovast í vinstra horni.