11.3.08

Søguligur filmur úr Klaksvík

Tær 14 filmsrullurnar hjá "Als" á borðinum hjá Dáva Winther

Sunnudagin var eg í Klaksvík og savnaði gamlan film til verkætlanina "Føroyskar søgur, upplivingar úr gerandisdegnum".

Har hitti eg Margrethu Hansen, dóttir Jógvan A. Olsen, sum bygdi deksbátar á Grótrætt og Lítlu beding. So hvørt deksbátarnir fóru av bakkastokki, hevur Jógvan filmað við Super 8 útgerð. Spennandi staðfestingar, ið umframt at sýna líðugt dygdarverk, eisini vísir fólkalívið í sjeytiárunum.

Soleiðis er við filmi. Samstundis sum filmur er tann listagreinin, ið tættast er knýtt at tøkni og ídnaði, so er eingin listagrein, sum ájavnt við film kann lýsa fólkalív, beint so sum tað var.

Sama sunnudag hitti eg eisini mentaleiðaran Dáva Winther í hølunum hjá Klaksvíkar býráði. Frammanundan høvdu vit skift orð um stóra søguliga filmssavið hjá dananum Pouls Als-Jensen. Undir krígnum og fram til 1949 hevur hann tikið film í Klaksvík, har mangt áhugavert er at síggja.

Fróðarmaðurin Jógvan við Keldu skrivar á heimasíðuni www.keldu.com soleiðis um Poul Als-Jensen, í táttinum um vinnulív í Klaksvík:

"Viðgerð av tilfeinginum úr havinum var ikki so fjøltáttað tá. Talan var um saltaðan- og sólturkaðan fisk. Ár frammanundan var hegnis- og framburðsmaðurin Jógvan Rasmussen (í Grótinum) farin til Íslands at hyggja eftir, hvussu teir viðgjørdu og ísaðu fiskin. Nakað sum kom at hava stóran týdning fyri útróðurin ikki bara í Klaksvík men aðrastaðni við. Av tí, at stórur tørvur var á matvørum eftir kríggið, sá Poul Als-Jensen, millum manna vanliga kallur Als, sum tá var prokuristur og stjóri í Kjølbro-fyritøkuni frá seinast í 1930unum til 1949, nakrar møguleikar at viðgera fiskavørur í hálv- og heilkonserves og at hesin viðgerðarháttur gjørdi, at haldbari av vørunum kundu verða avgerandi fyri kapping um marknaðin bæði heima í Føroyum og í útlondum. Jógvan Kjølbro, sum altíð var til dystin fús við nýhugsaðum vinnum, tók undir við, at farast skuldi undir at byggja nýggjan bygning til hesa serstøku verkætlan."

Sovítt um "Als", sum umframt at vera prokuristur hjá Kjølbro, eisini var ein framúr dokumentaristur handan filmstólið.

Og hvør veit - kanska goyma nógvir framúr filmsdokumentaristar seg kring landið.

Nærri kann lesast um filmsverkætlanina á heimsíðuni hjá Eik www.eik.fo/ og annars undir “filmi” í hesum bloggi. Til ber eisini at leita eftir verkætlanini ovast í vinstra horni.