4.4.08

44 filmar frá Niclasi Rasmussen

Niclas Rasmussen við tveimum filmunum, sum pápin, Rósing, hevur tikið. Niclas hevur latið 44 filmar til verkætlanina “Føroyskar søgur – upplivingar úr gerandisdegnum” (Mynd: Birgir Kruse)

- Eg eigi enn tað gamla Zeiss Ikon upptøkutólið, sum pápi brúkti, sigur Niclas Rasmussen, ið minnist at havnamenn eisini nýttu klassiska Beaulieau upptøkutól, sum kundi skifta millum ymsu sløgini av filmi.

Framman fyri sær hevur Niclas ikki færri enn 44 filmar, ið lýsa tíðarskeiðið 1957-1990. Pápin, Rósing Rasmussen, ið var stjóri í Landshandlinum, hevur tikið elstu filmarnar.

- Pápi var úr Sørvági, mamma úr Svínoy, tey fingu fimm børn og saman búðu vit í Havn og á Argjum. Við teim bátum, sum tá vóru, ferðaðust vit til hesar bygdir. Hetta er karmurin um elstu upptøkurnar hjá pápa, 11 smalfilmar frá 1957 til miðskeiðs í 1960’unum.

Tá Niclas fór at ganga í Hoydølum tók hann sjálvur film, bæði 8 mm og Super 8. - Tá eg fekk børn í 1980’unum fór eg so aftur at taka film. Tá var tøknin broytt til video og S-VHS-C slagið.

Umframt pápan, minnist Niclas serliga tveir aðrar havnarmenn, ið eisini tóku film. Teir vóru William Holm Jacobsen og Niels L. Arge.

- Haldi tað var nýggja tøknin, ið hugtók pápa og aðrar ungar menn í Føroyum eftir kríggið, sigur Niclas Rasmussen, sum sjálvur hevur tikið 33 av teim tilsamans 44 filmunum, hann hevur latið verætlanini “Føroyskar søgur – upplivingar úr gerandisdegnum”, sum Eik stuðlar og danska filmsfyritøkan Substanz greiður úr hondum.

Nærri kann lesast um filmsverkætlanina á heimsíðuni hjá Eik http://www.eik.fo/ og annars undir “filmi” í hesum bloggi. Til ber eisini at leita eftir verkætlanini ovast í vinstra horni.