12.4.08

Country fær innivist í Mentanartíðindunum


Hallur Joensen syngur Hank Williams beinleiðs í sjónvarpsstovuni 11. apríl 2008. Eftir sendingina heilsa verturin Heri Jacobsen og countrysangarin úr Klaksvík uppá hvønn annan (Myndir: Birgir Kruse)

Í Mentatíðindunum MT í Sjónvarpinum 11. apríl spurdi Heri Jacobsen meg um tað familiera í countrytónleiki og hví Hallur Joensen man hava ognað pápanum nýggju fløguna.

Vit heitinum countryserfrøðingur (!) svaraði eg, at júst hetta persónliga, autentiska er vørumerkið í country. Sum Hallur segði í brotinum, ið sent varð fyrr um kvøldið, er tað pápin, taxasjafførur í Klaksvík, ið hevur lært hann og beiggjan Noel at syngja Hank Williams. Tí er tað eitt statement og ein máti at bera arvin víðari, í respekt fyri keldu og sjangru, júst at ognað pápanum útgávuna.

Fyrsti kapitul í countrysangbókini “Sing your heart out, country boy” (Dorothy Hortsman, Country Music Foundation 1975, 1996 ff) nevnist eisini Songs of Home, sangir um heimið. Hank Williams, yngri skrivaði í 1966 “Standing in the shadow of a very tall man” um pápan, Hank Williams, eldra, sum eisini skrivaði og sang um pápan í “The Log Train”, og um mammuna og ikki at gloyma konuna, og so aftur um sonin, hann rópti Bocephus.

Countrylyrikkur er at siga søgur sum ”Chicken on the Ground” (Billy Joe Shaver), “Sing me back home” og “Mama tried” (Merle Haggard), “Take me home country roads” (John Denver) og ”He walked on Water” (Randy Travis) úr heimliga túninum, sum var, og um familjuna, sum eins í førinum hjá Halli, kann vera farin úr tíðini. Vit kunnu siga at tá gerst lyrikkurin minningarorð, ið verða gjørd til alment galdandi minnisskaldskap hjá tí, ið yrkir, ella ber fram tekstin.

Verturin í sendingini MT spurdi eisini um credibility, trúvirði og hvørjar dygdir finnast í countrytónleiki sum listagrein?

Eg dittaði mær at siga, at dygdin er at siga eina gerandissøgu í einum sangi, sum er 3-4 minuttir til longdar. Altso ein stutt stuttsøga, oftast við eini óvæntaðari krúllu á halanum. Hank Williams legði grundarsteinin við 126 sangum, innan hann doyði, 29 ára gamal. Hann verður kallaður the Hillbilly Shakespeare. Taka vit Tom T. Hall, so verður hann kallaður the Hillbilly Hemingway, altso ein meiri samanbitin forteljari við nógvum tilsipingum millum reglurnar, kann henda beiskur og revsandi, til dømis við sanginum um foreldrafundin í "Harper Valley PTA".

Mest produktivi countryyrkjari nakrantíð var Harlan Howard við “Heartaches by the Number” og “Pick me up on your way down”, sum nú aftur er frammi. Í dag eru tað søgusigarar, storytellers, í undirfundigu sjangruni, ofta við bíbilskt-mytologskum evnum og tilsipingum, men eisini við faðir-soni-viðurskiftum, sum Guy Clark í sanginum um knívin “The Randall Knife”, sum pápin gevur soninum og David Olney, sum eins og Clark reciterar søguna um ein vilstan sølumann í eini tíðarleysari oyðimørk, sum kemur í fylgi við einum fremmandan, ið veruliga kann siga søgur, “preaching up a storm” – saman avtala teir at fara til "Jersualem, tomorrow". And the rest is history…og velst um tulkingarførleikan og innlivingarevnini hjá tí lurtandi. Og so skalt tú nokk hava gingið í sunnudagsskúla, at fáa alt við.

Og so eru tað sangirnir um drykkjuskap, cry in your beer songs. Og her hava vit eina perlu hjá Martini Joensen á enskum “Promises to break”. Ein sangur, sum gongur í ring og bítur seg sjálvan í halan, tí nú eru allar umberingar uppi og “No promises left to break”. Hesin sangurin kundi gjørt seg galdandi, altjóð. So countryskaldskapur er ein avbjóðing, vilt tú leita inn í hann…

Endaliga vil eg siga um fløguna hjá Halli Joensen, at tað eg havi hoyrt, ber boð um stílsikrastu countryfløguna í landinum higartil. Men at syngja coverløg einans er ikki nóg mikið. Eg vil hava ein lokalan koloritt, eitt føroyskt frámerki.

Tíbetur eru tveir føroyskir sangir við. “Fraulein”, týðingin hjá Áslakki av Kamarinum frá 1961, og Martin Joensen’sa spildurnýggja týðing av Charley Pride klassikaranum ”Kiss an angel good morning”. Beinrakið, sangbart og stevfast – tilsamans stílsikkurt, men samstundis líkatil og nærmast nonsjalant. Og tað klæðir Halli at vera ópretensiøsur, ótilgjørdur, og púra líka til. Úrslitið fær ein ektaðan farra og harvið eina persónliga, innari glóð.

Fløgan kemur út 21. apríl. Eg gleði meg!