10.4.08

Kvalifiseraður heimlongsul...

Vilstur millum skelti, ið peika ymsar vegir, leitar Merle Haggard aftur á móðurslóðina í klassisku countryplátuni "Sing me Back Home" (1968)

Klaksvíkingar halda 70 ára føðingardag hjá Charley Pride, Tvørámenn syngja country á Skála, besta sending í Útvarpinum spælir country og um dagarnar verður enn ein fløga løgd afturat rúgvuni, sum allareiða myndar marglitta føroyska countryvarðan - nýggja fløgan við Halli Joensen. Eftir øllum at døma hin besta nakrantíð.

Hvussu ber tað til at countrytónleikur er so væl umtóktur hjá okkum? Eru tað sjómenninir av Flemish Cap, ið hava givið okkum tokka og ansni fyri hesum tónleiki? Ella er tað heldur miseydnaða bygdamenningin og vónleysi heimlongsulin hjá bygdafólki í Havn, ið drívur verkið?

Til tess at koma nærri einum svari, fór eg í juni 2006 á countrytúr við Norrønu. Her er brot úr grein "Kjølstrektur longsul", sum stóð í Dimmalætting:

Vit sessat við morgunmatarborðið og velja rættan kovboymat, bønir, meðan Nólsoyggin otar seg upp í summarsliga pollamjørkan. Úr hátalarunum syngur Lynn Andersen um rósugarðin, ið eisini hevur tornir, og Willie Nelson tekur yvir við søguni um tíðina, sum undrunarsamt flýtur framvið, rennur burtur og verður til einki. Í hesum longsulsins gloppi, millum tíð og vinir, koma countrysangirnir. Ein fyri og annar eftir.

Prátið gongur í bólkum kring borðini og saman við suðuroyingum semjast vit út á dagin um, at neyvan hevur nakað slag av tónleiki sum country megnað at festa lívið á plátu. Ein snøgt skorin stuttsøga, søgd eftir trimum minuttum. Nú er kjølurin strektur á teirri skútu, sum skal føra okkum innar í sangin og lyndið hjá countryfólkinum.

Petur Rouch, kendur úr Útvarpinum, er eisini við á countryferðini umborð á Norrønu. “Gamaní var sjómaðurin ein orsøk til at countrytónleikur gjørdist so væl umtóktur hjá bygdafrellum í Føroyum, men eisini onnur viðurskfiti, sum røkka út um sjómannin gera seg galdandi. Sjómaður ella landkrabbi, mannfólk ella konufólk, so er kjarnin í einum ektaðum countrysangi heimlongsul.”

Øll greinin kann lesast undir ”Kjølstrektur longsul” á hesum bloggi.