2.4.08

Hond Fatimu


Fyri tjúgu árum síðani gav Føroya Skúlabókagrunnur í samstarvi við UNICEF út bókina Hond Fatimu, sum Harry Davidsen týddi. Nú so nógvur ágangur er á muslimar og Koranina er vert at gáa um hesa bók.

Tá bókin kom út, varð hon lýst soleiðis:

Fatima býr í Marokko. Trúgvin í Marokko nevnist islam. Profeturin Muhammed stovnaði islam í 7. øld. Mong børn í Marokko byrja í einum koranskúla, tá ið tey eru 4-5 ára gomul. Bókin er um dagliga lívið í tí lítlu bygdini, har Fatima býr. Aftast í bókini eru tvær síður við upplýsingum um landið Marokko og um arbeiðið hjá UNICEF har. Bókin kann eisini nýtast til evnislesnað.

(frá: www.fsg.fo)

Tað var høvuðseingilin Gabriel, ið gav Muhammed boð frá Gudi. Men Muhammed dugdi ikki at skriva, so hann segði dóttrini Fatimu alt, ið sær varð boðað, og hon skrivaði tað. Soleiðis varð heilaga bókin hjá islam til, hon eitur Koranin. Fatima hevði fimm fingrar á hondini. Teir ímynda tí tey fimm boðin í islam:

1) Tú skalt trúgva á Gud (Allah), og at Muhammed er profetur hansara
2) Tú skalt biðja fimm ferðir um dagin
3) Tú skalt geva fátækum gávur
4) Tú skalt svølta ein mánað um árið
5) Tú skalt fara til heilaga býin Mekka, um tað er gjørligt

Hesi viðurskifti kenna vit jú lættliga aftur úr Gamla Testamenti. Í so máta man Móses vera fremsti persónur at sameina kristin og muslimar. Móses kunnu vit eisini lesa um í litríku bókini Móses í myndlistini, sum kom í fjør.

Tað var UNICEF, ið tók stig til bókina um Hond Fatimu, sum Harry Davidsen týddi og Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1989. Bókin um Fatimu kostar bara 56,00 krónur. Men Margit Jacobsen á Bókamiðsøluni sigur, at bara tríggjar eru eftir. So kanska er vert at prenta bókina uppaftur.