25.4.08

Buzz Aldrin lendir við Gjógv


Johan Harstad lesur á G!festivalinum í Gøtu 2006 (foto: Ole Wich). Motorsúkkla hjá ferðafólki við Gjógv, har søgan hjá Harstad um Buzz Aldrin fyri ein stóran part fer fram (foto: Birgir Kruse)

”Mín bók er ein tarvur, filmurin ein supputerningur”, skal Ernest Hemingway hava sagt, tá John Sturges í 1958 gjørdi film úr søguni um Gamla mannin og havið (1951).

Bótasúpan ella ikki, í Noregi hava tey, ið gera film, kastað seg yvir skaldsøgur. Tíggju av norsku spælifilmunum byggja á skaldsøgur, og fleiri eru á veg. Fyrst og fremst í biohallunum, men eisini í norskum sjónvarpi.

NRK hevur ætlanir um í 2010 at vísa fýra partar, sum byggja á skaldsøguna hjá Johan Harstad (f.1979) Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i al mylderet? (2005). Søgan fer fram í Stavanger, haðani Harstad er ættaður, og so við Gjógv og aðrastaðni í Føroyum.

Í 2006 læs Harstad á G!festivalinum. Sama árið læs hann á niðurlendska festivalinum Crossing Border, sum lýsti høvundan soleiðis:

Buzz Aldrin, where have you gone to? is the title of young Norwegian writer, Johan Harstad’s debut novel. Buzz Aldrin was the second man on the moon, literally following in the footsteps of his Apollo 11 colleague, Neil Armstrong. Following their mission to the moon, and compared to Armstrong in particular, Aldrin lived a relatively anonymous life. That’s exactly what allows him to become a hero for Mattias, the leading character in Harstad’s book. Mattias hopes to live an anonymous life too, but a trip to the moonscape-like Færøer Islands foils his plans. This favourably reviewed debut novel has also been well noted for Johan Harstad’s frequent references to the Scandinavian Music Scene.

Og hvør veit, kanska fáa vit sum frá líður okkurt egið sjónvarpsdrama, so vit sleppa burtur úr ævigi tilveruni sum statistar, waiting in the wings on the dark side of the moon.