Skip to main content

Føroyingur í Cannes

Mynd úr bretska filminum “Throwing Paint Tins off the Roof”, sum Ingun í Skrivarastovu hevur klipt og co-produserað.

Dreymurin hjá einum og hvørjum filmselskara er at sleppa til Cannes hesa ársins tíð. Tí nú er filmsstevna har í býnum. Í ár gongur dreymurin út hjá Ingun í Skrivarastovu. Hon fer á filmsstevnu í Cannes sum partur av liðnum handan filmin Throwing Paint Tins off the Roof, ið verður sýndur á ShortFilmCorner.

Hetta er ein poetiskur heimildarfilmur um ein býling, um byggilistina og samfelagsligu broytingarnar, lýstar við tveimum líkum háhúsum har eysturi í London. Gjøgnum fyrrverandi íbúgvar varpar filmurin ljós á nútíð og fortíð.

Filmurin varir 20 minuttir og er tikin í DV 8 formati. Leikstjóri er danska Vibeke Bryld, sum býr og arbeiðir í London. Michael Shepherd hevur filmað og Ingun í Skrivarastovu hevur klipt og co-produserað. Framleiðslufelag er bretska Stampede, sum nýligani gjørt filmin Inside Hamas.

Filmurin Throwing Paint Tins off the Roof verður eisini sýndur á CPH:DOX 7.-16. november 2008.