Skip to main content

Indiana Jones á fjórða sinni



Ovast er mynd úr filminum “Indiana Jones and the Kingdom of the Crystal Skull”, sum Havnar Bio sýnir í kvøld. Síðani síggjast teir tríggir Spielberg, Lucas og Ford í Cannes, meðan mannamúgvan, niðast, roynir at fáa eina privata mynda av stjørnunum (Pressumyndir)

Fýra minutter eftir midnátt í kvøld frumsýnir Havnar Bio fjórða filmin um Indiana Jones “Indiana Jones and the Kingdom of the Crystal Skull”. Tað er 65 ára gamli Harrison Ford, ið leikar, meðan Steven Spielberg, 61, leikstjórnar og George Lucas, 64, framleiðir.

Sermerkt fyri Spielberg eru børnini, hann brúkar í filmunum. Skilligt er, at Spielberg letur børnini standa fyri eini serligari frásagnarligari framdrift. Hetta er sjónligt í Indiana Jones filmunum, har eitt barn, ella ein unglingi, er við og setir ferð á søguna. Eitt slag av barna-power.

Havi altíð hildið, at teir báðir stóru amerikansku leikstjórarnir eru Steven Spielberg og Martin Scorsese.

Meðan hin fyrri brúkar hvítu miðalstættarvirðini, oftast við einum kjarnhúski sum palli, er hin seinni døkkari og leitar oftast niður í undirverðina.

Báðir byggja teir ofta á kristin súmbol. Spielberg ger hetta púra greitt í filminum E.T. (1982), ið eg meti sum eina science-fiction tulking av jólaboðskapinum og Nýggja testamenti yvirhøvur. Tað er serliga í hesum filmi, at barnið er frammalaga í søguni. Høvuðspersónurin er Elliot, sum er navn, ið byrjar og endar við stavunum E og T. Samstundis er kjarnhúskið hótt, tí pápin er rýmdur. Spurningurin er so, um hin uttanjarðiski E.T. er ímynd Elliots av Alfa og Omega, The Extra terrestrial, ella guddómligu maktunum, hann ákallar at loysa heimligu kreppuna. Eg haldi tað.

Hinvegin er 65 ára gamli Scorsese katólskur og brúkar javnt og samt tey katólsku súmbolini, tá hann sigur søgur. Tveir spennandi leikstjórar, sum í biografmyrkrinum mynda tilveruna frá tí ljósasta til tað døkkasta. Eg kann bara siga sum Michael Reveal plagdi at siga í Útvarpinum: “Enjoy!”