17.5.08

Ruddingardagur í Tórsbyrgi








Ovast sæst Meta C. Palle formaður í Eigarafelagnum millum reyðar tulipanir. Í baksýni hitamiðstøðin, har ætlanin er at gera felagshús. Bogi í Homrum arbeiðir við at gera gøtu kring Tórsbyrgi og lærararnir Guðrið Rubeksen og Jens Petur Gaard kjakast um plantur og lívfrøði, meðan Heðin M. Klein slær grasplenuna og Einar Ellingsgaard hvessir sær amboðini í Hitamiðstøðini. Turið Joensen hevur lúkað, meðan hundurin Balou gongur undan. Nýggjur í Tórsbyrgi er Alfons Sigurðsson, sum býr saman við Herfríð Jacobsen í nummar eitt. Niðast sæst Anna Dahl, sum eftir ein starvnan dag hevur lagt seg í summarsólina. (Myndir: Birgir Kruse)

Ruddingardagur er um alt landið, eisini í Tórsbyrgi. Kustar, spakar og trillibørur eru frammi, plenur verða kliptar og lastbilurin hjá kommununi hevur verið eftir hópin at trøum og runnum, ið eru skorin niður.

Formaðurin skipar fyri ruddingini og borðreitt er í hitamiðstøðini, har fólk kunnu rinda møðina og fáa eitt prát.

Klokkan 16 er eykaaðalfundur á sama staði, har støða skal takast til umvælingar av hitaskipanini, sum er meiri enn 30 ára gomul. Samstundis er eisini ætlanin at fara undir felagshús.