5.5.08

Summarið nærkast



Høgni ger klárt til summarið í Tórsbyrgi meðan hundurin Juffi hyggur æt. Í baksýni Nólsoyggin og beint niðanfyri er Ríkissalurin hjá Jehova Vitnum. Vitin er úr Famará. Hann varð slóktur í 1984 (Foto: Birgir Kruse)

Lýkka er í luftini og summarmjørkin legst um Nólsoynna og krýpur inn eftir fjørðinum. Dunandi russar liggja fyri teym og onkur bátsmanning hoyrist rópa. Tá er summar í hondum.

Í Tórsbyrgi er Høgni í Stórustovu farin at lúka og Anna Dahl hevur funnið rabarbur, reyðar og sevjumiklar, í bakkanum oman móti Ríkissalinum hjá Jehova, dygst við høsnagarðin hjá Álvi. Summar er í nánd og fólk savnast til kaffi kring borðini.

Mikudagin 30. apríl var ársaðalfundur í Eigarafelagnum. Tey sum nú manna nevndina eru: Meta Palle, Elin Súsanna Jacobsen, Anna Maria Simonsen, Sigrún Mohr og Elspa Olsen, sum er nývald.
Eigarafelagið í Tórsbyrgi, sum telur 36 hús, er elsta eigarafelag í landinum. Tey fyrstu búfólkini fluttu inn í Tórsbyrgi í 1976 og stórt 30 ár hald var á sumri 2006. Samstundis varð býlingurin kosin Besta Átak og fekk virðisløn frá Ferðaráði Føroya.

Nakrar greinar um Tórsbyrgi eru undir leitorðinum “býlingur” til høgru.