Skip to main content

6,7 mió kopi um árið!

Kopimaskinurnar ganga heitar á føroysku skúlunum. Teljarin vísir 6,7 mió um árið.

6,7 mió fotokopi verða tikin á føroysku skúlunum hvørt ár. Tað staðfestir Skúlablaðið í nýggjari útgávu undan aðalfundi Lærarafelagsins.

Kommunurnar rinda kostnaðin fyri kopieringina, sum helst svarar til tvær ferðir tað játtan, ið Skúlabókagrunnurin fær um fíggjarlógina at gera nýggjar skúlabøkur fyri.

Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen, sigur í hesum sambandi við Skúlablaðið, at kopieringin krógvar veruliga tørvin, og tað kemur bara okkum sjálvum aftur um brekkur.

- Tí verða vit noydd at siga, at hereftir seta vit krav sum lærarar, at fyrstafloks undirvísingartilfar skal vera í øllum lærugreinum, og at tað tilfarið skal verða endurnýggjað minst fimta hvørt ár. Alt annað er óvirðliligt bæði hjá lærarum og næmingum.

Lesið meir um hetta evnið í Skúlablaðnum.