7.5.08

Tað grør um gangandi fót


Gutti rindar møðina eftir at grasplenan er sligin og hvør einasti summardái hentaður (Foto: Birgir Kruse)

Tað grør um gangandi fót í Tórsbyrgi. Áðrenn ein veit av, er vøllurin avtikin við summardáum. Hóast tað kann tykjast vakurt í mai, so er ikki semja um at hesin vøkstur er ynskiligur. Nei, her verður summardáin ynsktur hagar piparið grør.

Lukkutíð hava Gutti og Einar sláimaskinuna í Tórsbyrgi um hendi. Summarmánaðirnar síggja teir til, at ikki alt verður avtikið í berari grønsku. Hvør blettur er sligin og væl hildin, sum var tað ein golfvøllur hjá betra slagnum. Men hinvegin sigur sangurin hjá Heðini eisini at her býr, well Tórshavnar upper class.