26.6.08

The 4-Hour Workweek

Timothy Ferriss, 29, er ferðandi eldsál og høvundur at bókini "The 4-Hour Workweek: Escape 9-5, Live Anywhere, and Join the New Rich" (Mynd av blogginum hjá Ferriss)

Raktur av summarkrími, eru góðar stundir at hugsa um arbeiði og frítíð. Sum minst av tí fyrra og mest av tí seinna. Ella, er tað nú so? Hvønn týdning hevur arbeiði í okkara privatu tilveru og sosialu atferð?

Á arbeiðsplássinum hava vit ein døgurðaklubba, har vit tvey og tvey borreiða fyri starvsfeløgum eina viku í part. Tað krevur innkeyp, sum fer fram í stórstu handlunum, Bónus ella Miklagarði.

Í Bónus er lætt at parkera og skjótt at handla. Oftast eru ikki so nógv fólk her heldur. Eru stundirnar betur, og arbeiðsbilurin tøkur, so velja vit Miklagarð.

Á hesum leiðum, burtur frá arbeiðnum, møtir tú stundum fólki, ið geva tær nýggj perspektiv.

Soleiðis var ein mánamorgun í Bónus. Í durinum møtti eg einum eftirløntum lærarara, miðskeiðis í sjeytiárunum og sum tók prógv tá eg varð føddur. “Tað er so praktfult at undirvísa” sigur hann og strálar av gleði. “Fyrst ein skúli, og síðani ein annar, sendu boð eftir mær,” sigur hann fegin. “Men bara fýra tímar um dagin. Longri nyttar ikki at undirvísa. Tað havi eg altíð hildið.”

Fýra tímar um dagin. Meiri kann ein lærari ikki geva. Tað var ein áhugaverdur tanki. Og eg má siga at eg eri ikki ósamdur, bachelor ella ei.

Nú er so ein ungur amerikanari frammi við ynski um enn styttri arbeiðsviku – fýra tímar. Fýra tímars arbeiðsviku.

Kill your darlings má verða lívsmotto hjá upphavsmanninum, Timothy Ferriss. 29 ára gamal hevur hann skrivað bókina The 4-Hour Workweek: Escape 9-5, Live Anywhere, and Join the New Rich (2007). Bókin kann bíleggjast hjá Amazon, niðast til høgru í hesum bloggi.

Í hesi metsølubókini hjá Ferriss verða givin ráð um effektivari arbeiðsvíku og at gera seg leysan av bindingum í nútíðarsamfelagnum. Teldupostur og arbeiðsfundir eru fyrstu tættir. Kanna teldupost eina ferð um vikuna og havi aldri longri fundir enn tjúgu minuttir. Síðani skalt tú siga bløðini frá tær og í heila taki ikki bríggja teg um at súgva tíðindi til tín. Gloym tey. Tey eru til anga nyttu. Bara ørkymla og taka tíð. Síðani er tað outsourcing. Legg arbeiði út til vikarstovur, helst í India.

Bretska Wikipedia lýsir bókina hjá Tomothy Ferriss soleiðis:

In the book Ferriss uses the mnemonic DEAL for the four main chapters. [4] It stands for: Definition, Elimination, Automation, and Liberation.

Definition means to figure out what a person wants, get over fears, see past society's "expectations", and figure out what it will really cost to get where a person wants to go.

Elimination is about time management, or rather about not managing time. This is achieved applying the 80/20 rule to focus only on those tasks that contribute the majority of benefit. There's a difference, Ferriss says, between efficiency and effectiveness. The books emphasis is on effectiveness.

Automation is about building a sustainable, automatic source of income. This includes techniques such as drop-shipping, automation, Google Adwords and Adsense and outsourcing.

Liberation is dedicated to the successfully automated of one's lifestyle and the liberatation from a geographical location and job. Incidentally, Ferriss notes that if somebody has a regular job, the order of steps will be DELA, not DEAL.

The book asserts that technology such as email, instant messaging and internet-enabled pda's complicate life rather than simplify it.[5][6] It advocates hiring virtual assistants from developing countries such as India to free up personal time.[7]

Ferriss, sum er tiltikin tangodansari og kickboxari, hevur 7 boð um sjálvsverju, tá tú bloggar og ert á netinum:

1. The only way to win a fight is to avoid it.
2. Focus on getting your desired outcome, not on being right.
3. If a fight is inevitable, strike first.
4. To diffuse a fight, admit mistakes and validate others’ feelings.
5. If a group fight is unavoidable, take out the leader.
6. Remove anonymity.
7. There is strength in numbers. Never fight alone unless you have to.

Ferris hevur hildið eina røð av How To-fyrilestrum m.a. á Princeton Universitetinum. Hyggur ein eftur yvirskriftunum, so sæst ein farvegur av grundsjónarmiðum hansara. Fyrilestrarnir hava yvirskriftir sum:

How to outsource your life and do whatever you want for a year, only to return to a bank account 50% larger than before you left

How blue-chip escape artists travel the world without quitting their jobs

How to eliminate 50% of your work in 48 hours using the principles of little-known European economists

How to train your boss to value performance over presence, or kill your job (or company) if it's beyond repair

How to trade a long-haul career for short work bursts and frequent “mini-retirements”
What automated cash-flow "muses" are and how to create one in 2-4 weeks

How to cultivate selective ignorance—and create time—with a low-information diet

Management secrets of Remote Control CEOs

The crucial difference between absolute and relative income

How to get free housing worldwide and airfare at 50-80% off

How to fill the void and creating meaning after removing work and the office

Umframt egnan wiki hevur Timothy Ferriss eisini egnan blogg http://www.fourhourworkweek.com/blog/