15.6.08

Aftur á Sornfelli







Ovast sæst Verner Poulsen, sum í 35 ár var plátusmiðjur í Værløse, hyggja oman av Sornfelli. Á næstu myndini sæst Verner saman við konuni Karin, ið er av Sandi. Síðani sæst Verner við flutningsútgerðina niðan á toppin á Sornfelli. Næstniðast eru Verner og Karin avmyndaði saman við systrini Sigrid og dóttir hennara Unn í Norðradali. Niðast sæst systkinabarnið Andreas Berg stíga út á Sornfelli, sum liggur í mjørka. Andreas býr í Berlin (Myndir: Birgir Kruse)

Verner Poulsen, 85, vitjaði sunnudagin á Sornfelli. 25 ár eru liðin síðani hann síðst arbeiddi her. Tá fór hann frá við eftirløn. Verner er útbúgvin plátusmiðjur og arbeiddi í 35 ár í smiðjuni hjá donsku loftverjuni á Flyvestation Værløse.

- Javnan fóru vit, eini 20 mans, til Føroya at umvæla ymist í Mjørkadali, sigur Verner, ið minnist at teir fyltu helmingingin í íslendska Fokker flogfarinum, sum tá fleyg til Føroya. - Hvørja ferðina steðgaðu vit í tríggjar vikur, onkuntíð longri. Vit gistu fyrst á Sjómansheiminum og síðani á Hotel Hafnia. Eina ferð gistu vit í Mjørkadali, tí koyrandi var ikki oman til Havnar. Nede i lejren róptu vit hetta staðið og oppe på toppen var uppi á Sornfelli.

Veðrið kundi verða ringt, minnist Verner. - Eina ferðina var allur radarkupulin tikin av vindi og alt skuldi gerast av nýggjum. Eina aðra ferðina lógu vit veðurfastir í Vágunum og gistu í Bø, saman við Christiani Matras. Tað var áhugavert, tí hann visti so nógv um slektina hjá konuni, sum er av Sandi.

Í 62 ár hevur Verner verið giftur Karini, 83, ið er fødd Clementsen og er úr Andarisa heima á Sandi. Verner og Karin búgva á Frederiksberg