Skip to main content

Bárður Eklund, myndamaður í Master Class




Ovast Bárður Eklund, fremsti føroyski myndamaður, við einum russiskum LOMO myndatóli. Síðani síggjast trý dømi úr myndasavninum hjá Bárði: Eivør í Bláa Lóninum í Íslandi; aldrandi danska filmstjørnan Judy Gringer og niðast danski nevaleikarin Johnny Wahid Bredahl (Myndir: Bárður Eklund)

”Tað var listin hjá Tróndi Paturssyni, ið elvdi til, at eg bleiv myndamaður,” sigur Bárður Eklund, sum er kosin at verða við í master class undirvísing á skeiðnum Nordic Photo Masters.

”Eg dugi ikki at mála á lørift, men hansara royndir uttanlands góvu mær dirvi at leita upp míni ytstu skapandi mørk,” segði Bárður, tá eg í 2006 hitti hann á máli. Samrøðan endaði í Dimmalætting í februar sama árið.

Lesið alla samrøðuna, eisini um myndirnar omanfyri og sjáldsama russiska myndatólið, á hesum bloggi. Finnið beint á greinina eftir árstalslistanum til høgru, ella leitið eftir Bárði Eklund í leitirútinum ovast til vinstru.