Skip to main content

Grindalykkjur og kola

Grindalykkjan og kolafløskan eru sjálvsagdar ímyndir millum føroysk børn, heldur Jóannes Lamhauge, ið teknar fyri Føroya Skúlabókagrunn (Mynd: Birgir Kruse)

22 ára gamli Jóannes Lamhauge teknar og málar úti í Hesti, har hann hevur leigað seg inn í húsini hjá Óla at fáa arbeiðsnáðir. Jóannes skal hava málningaframsýning í Müllers Pakkhúsi í Havn í august.

Meðan Jóannes fyrireikar einkarframsýningina í hesum sjáldsamu hølum, teknar hann eisini til eina bók í heimstaðarlæru til fyrsta flokk, sum Gunnvá Dam, lærari í Kollafirði, skrivar fyri Føroya Skúlabókagrunn.

Tekningarnar eru einfaldar ímyndir av lutum og støðum, sum næmingarnir skulu duga at eygleiða og skriva um, longu í fyrsta flokki.

Til framsýningina í Müllers Pakkhúsi, málar Jóannes við ymsum tilfari, mest olju, á lørift. Men eisini flamingo.

- Olja og myggjabitar á lørifti er ein nýggj roynd eg arbeiði við, sigur Jóannes. Tá veðrið er gott og sólin setur, eru so nógvir mýggjabitar úti í Hesti. Og tá eg máli, hanga teir rímiligvís fastir á løriftinum. Eg havi funnið uppá at lata teir vera og bara mála omanyvir. Tað gevur eitt spennandi grafiskt úrslit, sigur Jóannes.

- Myndevnini eru annars fólk og ymsar støður. Eg byggi á klassisku myndlistina og tær støður og rørslur, vit har síggja. Við hesum støði, seti eg fólkini inn í ein nýggjan, fremmandgjørdan samanhang. Men við støði í tí klassiska.

Jóannes hevur arbeitt hjá lýsingafyritøkuni Sansir í tvey ár, men arbeiðir nú free lance. - Eg royni at mála fulla tíð, men tað er trupult. Serliga tí, mann ikki fær sagt nei til stuttligar uppgávur sum hesa fyri Skúlabókagrunnin og so skal mann jú liva eisini. So eg má duga at laga hesi viðurskifti til hvørt annað, at liva og mála.

Hann ætlar at lesa religiónsfilosofi og listasøgu í Bretlandi. - Nú fáa vit at síggja um eg sleppi inn og um faksamansetingin yvirhøvur er gjørlig, sigur Jóannes Lamhauge at enda í stuttum viðtali.