8.6.08

Hundagjógv - eitt hagamark




Ferðaleiðarin hjá Suðuroyar Kunningarstovu peikar okkum á Hundagjógv; Birgir nýtir útsýnið yvir gjónna og niðast Anna Larsen, sølufólk hjá Tryggingini, ið poserar og klývur klettarnar. Stuttligt! (Myndir: Birgir og Unn Kruse)

Á heimasíðuni hjá Kára Thorsteinsson http://www.heimabeiti.fo/ ber til at lesa um haga, seyð og grind.

Um hagamørk kunnu vit lesa, at tvídráttur um mark, bæði millum bygdir og millum hagapartar í bygdum í Føroyum, hevur verið vanligur. Serliga áðrenn hagalógin av 23. februar 1866 kom í gildi. Leita vit eftir Hundagjógv kunnu vit lesa um tvær ásetingar:

Dagsett í Froðbæ 20. februar 1867 er henda avgerð tikin um hagamark: Millum Tvøráhaga og Riddalshaga: Marknagarðurin upp í Økslina, so yvir eftir klettinum, eftir ánni í Hundagjógv.

Dagsett í Froðbæ 22. september 1871 er henda avgerð tikin um hagamark: Markini vórðu funnin at vera: Millum Tvøráhaga í Froðbæ og Riddalshaga í Trongisvági: Marknagarðurin frá sjónum upp í Økslina, úr Økslini beint í rókina undir Klettinum, eftir rókini í klettin við ánna, úr klettinum beint í Hundagjógv. Til at vísa á marknaleiðina vórðu settir 3 g.t., ein á Økslina, annar á rókini undir Klettinum og triði á klettinum við ánna.