26.6.08

Hvannhagi virðislønt náttúruøki


Eftir stuttari tíð hava fleiri enn fimmhundrað ferðafólk, umvegis Suðuroyar Kunningarstovu, verið í Hvannhaga (Myndir: Birgir Kruse)

Á samkomu í Müllers Pakkhúsi í dag var avdúkað at Hvannhagi í Suðuroy fær virðisløn sum mest sermerkta náttúrøki í landinum. Virðislønin varð latin Hvannhaga í harðari kapping við Toftavatn, har stórir lyngheiðar eru.

Grundgevingin ljóðaði soleiðis:

Fleiri uppskot komu inn og vóru tað serliga tvey økir, sum tóku seg framúr og ringt var at taka dagar ímillum hesi. Men tá smálutirnir skuldu gerast upp fall valið til fyrimuns fyri eitt serliga sermerkt og hugtakandi náttúruøki. Økið liggur avbyrgt og tú sleppur einans hagar til gongu. Jarðfrøðiliga landslagið er sjáldsamt og plantu- og djóralívið í økinum er fjølbroytt, serliga á fjallalíðum, har seyður ikki sleppur framat. Økið er sum heild óspilt av mannaávum og heldur vónandi fram við at vera tað, væl at merkja um tey neyðugu stigini verða tikin fyri at varðveita tað. Økið er nevnt í visjón 2015 skjalinum, og verður av Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag mett at vera besta pláss í Føroyum til at skipa ein tjóðgarð.

Átta kommunur luttaka í ár og tær hava tilsamans sent 23 uppskot inn til kappingina. Greinarnar kappast verður í eru: Best røkta bygd, Best røkta ídnaðarøki, Serstakt náttúruøki og Besta átak.

Ein metingarnevnd, mannað av umboðum frá SamVit, Umhvørvisstovuni, Agenda 21 Stovuni, Føroya Fornminnissavni, Arkitektafelag Føroya og Føroya Náttúru- og umhvørvisverndarfelag, hevur vitjað øll tey tilmeldaðu støðini fyrst í juni mánaði.

Best røkta bygd gjørdist Sandavágur, besta vinnuøkið Tofta havn og besta átak varð ókeypis bussleiðin í Tórshavnar kommunu.