21.6.08

Á kirkjugarðinum


Sissel við gravsteinin hjá ommu og abba í Gøtu (Mynd: Birgir Kruse)

Vit vitjaðu grøvina hjá ommu og abba. Tey eru grivin í kirkjugarðinum í Norðragøtu. Bæði vórðu fødd í 1894. Omma doyði í 1971 og abbi fimm ár seinni. Aftanfyri sæst bryggjan, har menninir, ið omma sum ljósmóðir hjálpti í verðina, umvæla bátar.